tíðina gekk ikki væl av hesi orsøk, og tað kom so vítt í 1993, at umhugsað var at steingja. Men takkað verið hugflog og hørðum arbeiði hjá sovæl nevnd sum stjóra kom vend í, og Fiskamarknaðurin fór at menna [...] Havsild, og verkætlanin gjørdist tilsvarandi størri. Skjótt varð arbeitt, tí longu í 1966 var klárt at taka ímóti fyrstu lastini. Henda fyritøkan kom at menna seg bæði á ein og annan hátt, og hon er í [...] vóru fyrireikað og grundgivin. Esmar Fuglø nevnir eisini hetta í sínum endurminningum. Hann var eisini stjóri í Havsbrún fyrstu tíðina, og hann tekur til, hvussu stór hjálpin var í Ditleif, og hvussu væl teir
Norðurlond og umheimin. Og ikki minst at gera Norðurlandahúsið til meira enn ein stovn og eitt hús í Havn og geva íblástur til skapandi virksemi kring allar oyggjarnar. Peter setti veruliga ungdómin og rocktónleikin [...] útróðrar og hann lærdi seg føroyskt. Peter kendi seg sum føroying og við lív og sál tók hann lut í samfelagskjaki um politikk og framtíðina hjá hesum landi. Peter man helst eisini vera fyrsti maður, ið hevur [...] Helsinki. Tað gleddi Peter. Hann fekk skapt sambond millum finsku og føroysku mentanina við fleiri tiløkum og Peter gav eisini samum og samisku mentanini eitt forkunnugt innivist, tá hann skipaði fyri samiskari
Heina og børnunum Regini, Óðini, Ingeborg Lilju og Heimi - og tey vitjaðu her. Hóast hon var sjúkrameldað, so varðveitti hon tilknýtið til arbeiðið undir allari sjúkraleguni og veitti okkum ráð og vegleiðing [...] Nú er røddin og stevið tagnað, og eftir sita vit starvsfelagarnir við nógvum ríkum minnum um ein góðan starvsfelaga. Friður og Guds signing veri við minninum um okkara góða starvsfelaga og vin, Marjun Turid [...] í 2009 í tí tá nýggja Almannamálaráðnum, har hon fekk litið upp í hendur at skipa og leiða deildina, sum hevði ábyrgd av lógarsmíði og politiskari ráðgeving. Hon kom frá bankaverðini, men hevði áðrenn
tað er at sita uttanlands og ikki kunnað vera saman við abba og restini av familjuni. Eg kann bert ugga meg við, at tú endiliga ert komin heim. Heim har eingir koyristólar eru, og har sjúkan endiliga einki [...] mammu tína, og sum elsta barn mátti tú taka tær av tínum trimum yngru systkjum, meðan langabbi var úti og sigldi. Ikki kann tað hava verið lætt fyri teg sum ein blaðunga gentu, men hvussu er og ikki, so megnaði [...] maður og stuðul. Fimm døtur fingu tit saman, og ikki kann tað altíð hava verið líka lætt at uppdrigið tær einsamøll, meðan abbi hevur verið til skips. Men allar komu tær væl undan, giftust væl og góvu tær
týdning fyri okkum eisini. Bæði sum starvsfelagi og í mun til vinalag. Tú vart við tínum nærlagni og hegni við til at mynda okkum og psykiatriina á ein gevandi og mennandi hátt. Tú vart við frá byrjan av, [...] stuttligar og góðar løtur, og tá vit hava onkur meira álvarslig evni á skrá í okkara arbeiði. Tú vart nevniliga ein, sum vit kundu heita á í so nógvum samanhangum. Við tínum stillføra og álitisvekjandi [...] spyrja til ráðs, tosa við, skemta saman við og bara vera saman við. Tú vart so sera rúmlig, vís, vitandi, fevnandi og stuttlig. Tíni íbornu evni rukku so víða, og tað kundi ikki koma óvart á nakran, at tú
fortalt, passaði og meira afturat. Hann var bara ein super glaður, fittur og coolur fýrur. Og so hevði hann biðið Emmy ommu gjørt eina mega lagkøku við nógvun góðum ímillum og bollar – og so tað besta – [...] næstan tvey ár, og tað gekk so gott. Herluf kom heim til jólar og var so glaður og tímdi at spæla við okkum, næstan líka sum aðrenn hann bleiv sjúkur. Hann fór so til Danmarkar aftur, og kom heim beint [...] búkinum, tá vit fóru inn. Og gita um hann ikki var tann søtasti og fittasti rockari í verðini. Tók ímóti okkum við einum stórum smíli, og tær stóru krúllurnar flaksaðu aftur og fram, “HEY, vælkomin í mín
arbeiði, og eisini tí pápin var skipsfiskimaður og burtur meginpartin av árinum. Í 1920'unum skifti alt húskið hjá Onnu og Jóannesi í Innistovu til 7. dags adventistatrúnna, t.v.s. foreldur og børn, systrarnar [...] fór at arbeiða og útbúgva seg á Skodsborg baðisanatorium og var har í 3 ár. Um tað mundið hittust tey, Birtha og Niels Johannes. Hann var tá undir útbúgving í Nærum sum trúboðari í Sjeyndadags adventist [...] síðan til Havnar og keypa húsini hjá Rolf hjá Sam Olsen á Sanatoriuvegnum, sum Hoydalsvegurin tá varð nevndur. Hetta var í 1935, og har búðu tey øll árini. Børn teirra eru Emma, Ásbjørn og Sverri. Á Hoydalsvegnum
breiðir út berar hendur. Lívið er tagna og fólna er rót, er farið til ævigar strendur. Lívið er handað til sorg og gleim, eina er ringt at standa Tí er so sárt at missa ein, ið elskaði lív og anda. Vit altíð [...] altíð teg minnast við gleði og gleim, og sorg í sál skal linnast. Eitt ljós tú vart við tykkara heim, vit goyma í hjartanum innast. Skjótt várið her lendir og kraft gevur rót, sorgirnar burtur tað vendir
við síni vøkru songrødd. Stuttligt er at vitja Sólrun og Annfinn, tey eru gestablíð og væl sæst, hvussu røkin fólk tey eru, og hvussu góðar hendur bæði hava. At Sólrun er ein kreativur persónur, vita flestu [...] fødd og uppvaksin á Tvøroyri, og tá hetta skúlaárið er liðugt, hevur Sólrun starvast í Tvøroyra skúla í 38 ár. Tað eru ikki 38 dagar. Havi sjálv havt Sólrun til lærara, nú eru vit starvsfelagar, og longu [...] síni kreativu evnir, gjørdi undirvísingina og dugdi at fáa øll við. Sólrun er gift við Annfinni Luid, og eiga tey sonin Hjørleif. Annfinnur er ættaður úr Hovi, og hava tey gjørt barnaheimið hjá Annfinni í
suður til Vágs og var í húsplássi har, til pabba og hon komu at kennast og seinnri giftist. Vit vóru nógv í húsi - nógv stríð og strev, men altíð var mamma ljós í sinni, og tí var eisini lætt og ljóst inni [...] Kráir og hon av Løðhamar. Pabba vaks upp á Løðhamri, saman við einum eldri bróðuri og einari yngri systir. Hann smíðaði saman við pápa og beiggja sínum. Teir bygdu hús, og um vetrarnar smíðaðu og umvældu [...] var, og spennandi var at hoyra prátið við tey fremmandu í húsinum og hoyra nýggjar søgur. Søgan um pabba og mammu er eisini søgan um eini hjún, sum nú í 65 ár hava elskað og styðjað hvønnannan, og har ein