Til lukku Sólrun!

Undarligt at hugsa sær at nú 18. september verður Sólrun “lærarindan” 60 ár. Altso Sólrun Luid.

Sólrun er fødd og uppvaksin á Tvøroyri, og tá hetta skúlaárið er liðugt, hevur Sólrun starvast í Tvøroyra skúla í 38 ár. Tað eru ikki 38 dagar. Havi sjálv havt Sólrun til lærara, nú eru vit starvsfelagar, og longu tá, í 1973, vísti Sólrun síni kreativu evnir, gjørdi undirvísingina og dugdi at fáa øll við.

Sólrun er gift við Annfinni Luid, og eiga tey sonin Hjørleif. Annfinnur er ættaður úr Hovi, og hava tey gjørt barnaheimið hjá Annfinni í stand soleiðis, at tey nú kunnu verða í síni frítíð í Hovi, sum teimum dámar so væl. Tí – er tað nakað, sum tey tíma, so er tað at røkja seyðin og gæsnar. Tað gera tey eisini fyrimyndarliga.

Kirkjan hevur eisini altíð havt eitt stórt pláss í hjartanum á Sólruni, og stuðlar hon hvønn sunnudag, antin Hovs ella Tvøroyra kirkju, við síni vøkru songrødd.

Stuttligt er at vitja Sólrun og Annfinn, tey eru gestablíð og væl sæst, hvussu røkin fólk tey eru, og hvussu góðar hendur bæði hava. At Sólrun er ein kreativur persónur, vita flestu innan skúlan, manglar tú okkurt hugskot til Handaverk og list, so er bara at spyrja Sólrun. Stór gleði er eisini at fara í skúlagarðin til jólar og síggja nissulandið, ið Sólrun gongur so høgt uppí at gera við sínum næmingum, og mong gomul hevur hon glett, tá hon hevur verið við næmingum á Suðuroyar ellisheimi og gingið Lusiu.

Sólrun hevur nógv, hon kann takast við, nú hon er farin í niðursetta tíð, og henni dámar tað, hon ger, men hóast tíðin hjá henni nokk ikki slær til, so eru vit fleiri, ið vóna, at Sólrun fer at taka sær tíð til yngru starvsfelagarnar, og geva sína vitan víðari.

Til síðst vil eg ynskja tær hjartaliga tillukku, og vónandi fært tú ein góðan dag.



Vinur