um. - Men eg haldi, at tey flestu duga at síggja tað, at tað hoyrir ikki nútíðini til, at seyður gongur ímillum húsini, sigur borgarstjórin. Nú er kommunan so farin undir at stika oman ímóti bygdini við [...] við tí endamáli at forða seyðinum um at sleppa oman ímillum húsini. Borgarstjórin sigur, at væntandi kostar vetrarfriðingin kommununi einar 4,5 til fimm milliónir at vetrarfriða Vestmanna. Í ár eru góðar [...] Petersen sigur, at tað eru eini eini 40 ár síðani at spurningurin um at vetrarfriða Vestmanna, tók seg upp. Men steðgur hevur verið í arbeiðnum og tað var ikki fyrrenn nú í summar, at avala er fingin við
Tað er jú nógv lættari at skapa mytur um farnar menn! Men tað svitast ikki, at tað var bíggjarmaðurin og presturin, Emil Joensen, sum teknadi flaggið fyrstu ferð. Tí átti hann at verið bæði nevndur og fagnaður [...] ynsktu konstruktiva samvinnu við Danmark og danskarar um at skapa føroyingum mannsømulig kor. Sum skilamenn hildu teir, at tað gagnaði báðum pørtum best at draga eina politiska línu ! Tað er ofta skrivað og [...] vit so fóru at kanna eftir, vísti tað seg, at hetta var hin einasti møguleiki fyri samanseting av teimum føroysku litunum. Alt annað var longu í brúki av hinum brøðrafólkunum. So varð farið oman í Freder
var um at byggja hann í grannalagnum hjá Norðurlandahúsinum og Kringvarpinum. Eisini hetta fekk breiða samstarvið forpurrað. Nú skuldi vera so djúpt í Sortudíki, at borgarstjórin óttaðist fyri, at skúlin [...] verri er, at samgongan hevur í fýra ár fyrireikað seg næstan um rygg, og úrslitið er ikki annað enn, at tann stóra licitatiónin fyri 250 mió ella meir er gjørd til onkis, tí boðini eru ov høg! At tað betra [...] skúlin fór ikki at grynna har. Ein staðseting fyri og onnur eftir kom á borðið. Eina ferð skuldi Musikkskúlin inn í eina hædd í kolldømda Kommunuskúlanum. So skuldi hann leggjast kloss upp at Glasir, so varð
ikki um at gera Mylnugøtu einvegis, men at tryggja tað soleiðis, at pláss verður fyri teimum, ið brúka trappuna og eru til gongu. Ein loysn kann vera ein skipan, ið loyvir ferðsluni eftir túri at koyra oman [...] hyggja eftir einum fótbóltsdysti, umframt at trappan er vorðin eitt vanligt stað hjá ferðafólkum at taka myndir. Trappan liggur tó soleiðis fyri í Vágsbotni, at bilferðsla er á trimum síðum, og um fólk [...] kommunu kenna tey til trupulleikan, at hugnin við trappuni kann órógvast av tungu ferðsluni í økinum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, upplýsir fyri in.fo, at man umhugsar at gera avmarkingar fyri bilaferðsluna
Sum steinur oman á byrðu brendi Griezmann ein gyltan møguleika at leggja Frakland á odda í longdu leiktíðini, men í dag kann hann kortini ugga seg við, at hann hevur fingið prógv fyri, at hansara avrik [...] gjørdist toppskjútti í EM við seks málum í sjey dystum, og hetta hevur helst verið høvuðsorsøkin til, at hann er blivin valdur til besta leikara í hesum EM-endaspælinum av eini dómsnevnd. Dómsnevndin er mannað [...] eygleiðarum, ið hava fylgt gjølla við í hesum EM-endaspælinum. Kendasta navnið úr dómsnevndini man vera fyrrverandi, legendariski venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson. Somuleiðis er eitt All
kekkiska landsliðnum kunngjørt, at hann gevst á landsliðnum. Talan er um 34 ára gamla Arsenal-málverjan Petr Cech, ið nú metir seg vera komnan somikið nógv upp í árini, at hann frásigur sær landsliðsfótbólt [...] eydnaðist tað bert at fáa eitt stig í dystunum ímóti Spania, Kroatia og Turkaland. Harvið endaði Kekkia aftast í bólkinum og mátti takka fyri seg eftir bólkaspælið. Sum steinur oman á byrðu hevur ein av [...] bólt. Hetta er ein stórur smeitur fyri Kekkia, tí at valla er nakar ivi um, at Cech telist ímillum bestu málverjar í heiminum. Petr Cech spældi sín fyrsta landsdyst fyri Kekkia í 2002, og hevur hann síðani
Tallinn eftir fínt uppspæl í vinstru og flatt innlegg. 1-1 ber við sær, at vánirnar hjá HB at spæla seg víðari í kappingini eiga at vera góðar. Levadia-HB 1-1 (0-1) 0-1: Rókur Jespersen 21. 1-1: Pavel Marin [...] hepni kundi eydnast at javna. Sum tíðin leið var heimaliðið alt meiri omaná. Undan steðginum raktu teir í tvørtræið, tá ið tað eydnaðist Teiti Matras Gestsson í ein móti einum støðu at gera seg breiðan. [...] borin á børu av vøllinum. Hann tykist vera skaddur í øðrum fótinum. 82) 1-1 HB spælararnir stríðast manniliga. Teir halda høvdið kalt, og tað eydnast framvegis at varðveita skipanina í og millum keturnar
megnaðu fleiri royndir ímóti málinum. At tað ikki eydnaðist at skora málið, sum Finnur Justinussen hevði so góðan møguleika at skora, kann fara at vísa seg at vera avgerandi í samanlagda roknistykkinum [...] munin og at skora málið á útivølli, sum hevði borið við sær, at møguleikin at spæla seg víðari í kappingini hevði verið so nógv størri. Philip Djordjevic sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann mitt fyri og [...] sjálvsálit, og teir royna at bjóða seg til og at arbeiða fyri hvørjum øðrum, men mótstøðumenninir pressa teir ógvuliga nógv. Sum fleiri ferðir nevnt so er tað serliga í luftspælinum, at heimamenninir gera nógv
primadonnulótur at hóma nakrastaðni. Eg spyrji hann, um tað ikki er strævið at skula svara øllum hesum fólkum. Men tað heldur hann als ikki. -Strævið? Nei, hvussu hundan kann tað vera stævið, at onnur vilja [...] Brot úr samrøðu við forsangaran í Danny and the Veetos, sum er at lesa í fullum líki í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð. Blaðið kemur í handlarnar í Havn í kvøld og kring landið í morgin. Hvør er ungi maðurin [...] honum spurningin. -Tónleikari! Eg eri fyrst og fremst tónleikari, svarar hann skjótt og leggur afturat, at hjá honum situr tónleikurin í øllum kroppinum, í høvdinum og ikki minst í sálini. Uttan tónleikin var
upplýst á býráðsfundi, at tað fer at bera til at avgreiða reseptir í miðbýnum. Hjalti Gunnarstein á Tjaldurs Apoteki staðfestir nevniliga, at Apotekið hevur ongantíð sagt, at ætlanin er at avgreiða reseptheilivág [...] Býráðslimir løgdu sera stóran dent á, at tað eisini skal bera til at avgreiða reseptir í miðbýnum. Tað varð eisini upplýst á býráðsfundinum, at tað fer eisini at bera til at avgreiða reseptir í deildini í miðbýnum [...] slag at fáa apotek í miðbýin, men tað er sjálvandi treytað av, at tað fer at bera til at avgreiða reseptir í deildini í miðbýnum, segði Sjúrður Olsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin. Hann heldur, at teir