Griezmann valdur til besta leikara í EM

Somuleiðis hevur ein dómsnevnd valt 11 leikarar á All Star-liðið fyri alla kappingina.

Hin 25 ára gamli fraklendingurin, Antoine Griezmann, hevur júst havt eitt rimmar kappingarár, sum tó endaði við tveimum stórum vónbrotum. Antoine Griezmann var ímillum bestu leikarar hjá Atlético Madrid, sum spældi seg í Champions League-finaluna, har Atlético tó tapti eftir brotsparkskapping. Somuleiðis var Griezmann óheppin í gjár, tá ið hann var ein av leikarunum á tapandi franska liðnum, sum tapti 1-0 ímóti Portugal.

 

Sum steinur oman á byrðu brendi Griezmann ein gyltan møguleika at leggja Frakland á odda í longdu leiktíðini, men í dag kann hann kortini ugga seg við, at hann hevur fingið prógv fyri, at hansara avrik ikki hava ligið eftir. Griezmann gjørdist toppskjútti í EM við seks málum í sjey dystum, og hetta hevur helst verið høvuðsorsøkin til, at hann er blivin valdur til besta leikara í hesum EM-endaspælinum av eini dómsnevnd.

 

Dómsnevndin er mannað av 13 eygleiðarum, ið hava fylgt gjølla við í hesum EM-endaspælinum. Kendasta navnið úr dómsnevndini man vera fyrrverandi, legendariski venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson. 

 

Somuleiðis er eitt All Star-lið við 11 leikarum blivið valt. Á hesum liði eru fýra portugisar, tríggir týskarar, tveir walisar og tveir fraklendingar.

 

All Star-liðið frá EM 2016 er mannað soleiðis:

 

Rui Patrício (Portugal) - Joshua Kimmich (Tyskland), Jérôme Boateng (Tyskland), Pepe (Portugal), Raphaël Guerreiro (Portugal) - Toni Kroos (Tyskland), Joe Allen (Wales) - Antoine Griezmann (Frankrig), Aaron Ramsey (Wales), Dimitri Payet (France) - Cristiano Ronaldo (Portugal).