Brot úr samrøðu við forsangaran í Danny and the Veetos, sum er at lesa í fullum líki í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð. Blaðið kemur í handlarnar í Havn í kvøld og kring landið í morgin.
Hvør er ungi maðurin aftanfyri allan sjarmuna og tey smílandi brúnu eyguni? Sjálvur ivast Danny ikki eina løtu, tá eg seti honum spurningin.
-Tónleikari! Eg eri fyrst og fremst tónleikari, svarar hann skjótt og leggur afturat, at hjá honum situr tónleikurin í øllum kroppinum, í høvdinum og ikki minst í sálini. Uttan tónleikin var hann einki, leggur hann eitt sindur stillisligari afturat.
Og um orð kundu talað, so hevði eg beint her skrivað byrjanina til kanska kendasta lagið hjá tónleikabólkinum Danny and The Veetos, Eitt Sunnukvøld Í Mai. Og so hevði tú latið teg tøla av vakra ljóðinum av litføgrum konfetti, sum spakluliga regnaði oman yvir teg. Popput, men eisini eyðmjúkt. Hoppandi, men eisini við beininum fast niðri á jørðini. Bólkurin er kanska tann best umtókti føroyski tónleikabólkurin í løtuni og telefonin hjá Danny ringir eisini allatíðina. So verður skipaði fyri onkrari konsert og hevði tað ikki verið akkurát nakað fyri teir at spælt?
Ella skipar onkur fyri polterabend og tað hevði verið so fantastiska stuttligt, um Danny kundi spælt tvey-trý løg fyri brúðrini. Ella kanska er tað onkur føðingardagur, sum líka manglar handan eyka prikkin yvir i’num, sum Danny kundi givið teimum við nøkrum væl valdum løgum. Og Danny svarar telefonini og tosar frískur við øll, sum ringja. Her eru ongar primadonnulótur at hóma nakrastaðni. Eg spyrji hann, um tað ikki er strævið at skula svara øllum hesum fólkum. Men tað heldur hann als ikki.
-Strævið? Nei, hvussu hundan kann tað vera stævið, at onnur vilja hava meg at gera meira av tí, sum eg elski?, sigur hann. Skálkaliga brosið er aftur har og so flennir hann aftur. Og verður so aftur heldur meira álvarsamur.
Les meira í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð.