Nú fáa vestmenningar frið fyri seyði

Nú er liðugt við at hava seyð malandi ímillum húsini í Vestmanna um veturin

Seinastu veturin var eisini seinasti veturin, vestmenningar vórðu plágaðir av seyði, sum gongur ímillum húsini og dálkar, og ger seg inn á grasplenur og urtagarðar hjá fólki.

 

Pauli Trónd Petersen sigur, at tað eru eini eini 40 ár síðani at spurningurin um at vetrarfriða Vestmanna, tók seg upp. Men steðgur hevur verið í arbeiðnum og tað var ikki fyrrenn nú í summar, at avala er fingin við seinasta hagan, sum hevur rætt til vetrarbit innangarðs.

 

Rætturin til vetrarbit, er ein rættur, bøndur hava hildið serstakliga fast um.

- Men eg haldi, at tey flestu duga at síggja tað, at tað hoyrir ikki nútíðini til, at seyður gongur ímillum húsini, sigur borgarstjórin.

 

Nú er kommunan so farin undir at stika oman ímóti bygdini við tí endamáli at forða seyðinum um at sleppa oman ímillum húsini.

 

Borgarstjórin sigur, at væntandi kostar vetrarfriðingin kommununi einar 4,5 til fimm milliónir at vetrarfriða Vestmanna.

 

Í ár eru góðar tríggjar milliónir settar av til endamálið og í fjør varð peningur eisini settur av til endamálið.

 

Borgarstjórin sigur, at nú Vestmanna er vetrarfriðað, verður eisini fólk sett at hava ábyrgdina av stikinum ímillum bygdina og hagan, og sum eisini fær ábyrgdina av at taka seyð, sum loypir, upp, tí tað vil altíð vera.

 

- Tað verður, sum verður knýttur at kommununi. Tað kann vera onkur, sum er í starvi í kommununi, og sum fær hetta sum ein part av sínum virkisøki, ella tað kann verða onkur, sum fær nakrar tímar um vikuna fyri at røkja hesa uppgávuna, sigur borgarstjórin.