Tað gekk onki serligt hjá Kekkia í hesum EM-endaspælinum. Í bólki D eydnaðist tað bert at fáa eitt stig í dystunum ímóti Spania, Kroatia og Turkaland. Harvið endaði Kekkia aftast í bólkinum og mátti takka fyri seg eftir bólkaspælið.
Sum steinur oman á byrðu hevur ein av stjørnunum á kekkiska landsliðnum kunngjørt, at hann gevst á landsliðnum.
Talan er um 34 ára gamla Arsenal-málverjan Petr Cech, ið nú metir seg vera komnan somikið nógv upp í árini, at hann frásigur sær landsliðsfótbólt. Hetta er ein stórur smeitur fyri Kekkia, tí at valla er nakar ivi um, at Cech telist ímillum bestu málverjar í heiminum.
Petr Cech spældi sín fyrsta landsdyst fyri Kekkia í 2002, og hevur hann síðani umboðað tjóðina 124 ferðir.