teirra fleyt yvir við, til fólk at meta um, hóast ongin vinningur mangan kundi vera í vænti uttan onkur glósan um heldur at gera okkurt til nyttu. Tí hugburðurin hjá vanabundna manninum var nú einaferð hann [...] gerandisdegi. Og við eitt eru vit greið yvir, at um allan heim, har tíðartonnin ikki hevur gnagað ov harðliga, koma vit fram á tekin um, at vit saman við bardaganum um dagligu mettuna í skiftum og við hvørt [...] málningin, tá ið hann fortaldi mær um hann í telefonini úr Keypmannahavn: »Eg havi nú mála tær bátin hjá pápa á veg aftur av útróðri«. »Ongin er at síggja í bátinum, tí pápði er farin, og eg fari skjótt; men
betri skil fyri, røða um. Tøkk til tín Høgna Hoydal, fyri ta so framúrskarandi minnisgrein, tú hevði í bløðunum um John. Orðini eru ein vakur varði yvir minnið um John Smith. Tað er eingin loyna millum fiskimenn [...] veiðufarinum, hagreiðingini osfr. Nú litið verður aftureftir og tú veruliga gevur tær far um tað, sum John hevur avrikað, so er tað so ótrúliga nógv, og hetta røkkur so víða. Tað er líkasum, at samtíðis sum John [...] fingur við. Eitt nú tá litir skuldu veljast at prýða og hugna um í blaðhúsinum, so var John maðurin. John gloymdi seg sjálvan fyri at tæna sakini, hvør hon enn var. Antin talan var um at tetta ein leka
hon sær út nú verður liðug, er kostnaðurin sambært teimum skjølum, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, um 25,6 mió. krónur. Ein av orsøkunum til at samlaði kostnaðurin gerst góðar 25 mió. er, at bygningurin [...] váttar fyri Sosialinum, at hetta er ætlanin, men hann sigur samstundis, at ætlanin ikki endaliga er komin uppá pláss enn. Er tað tí, at tit eru ósamdir við grunnin um eitthvørt? ? Nei. Hóast vit ikki hava [...] ikki bíðaði til farið varð undir seinnu byggi-stigini. Men fyri at tað skuldi vera møguligt at gera bygningin, so var sjálvsagt eisini neyðugt við fígging, og eisini hesin parturin er loystur - ella næstan
Ofta er lærarin í eini bygd ein týdningarmikil og miðsavnandi persónur. Farið verður til hansara, um okkurt er á vási ella okkurt er at taka sær av, ið krevur álitisfólk. Hilmar Bech hevur verið lærari [...] at meta um, tí tað er dult fyri okkum øllum, heldur Hilmar, men tað er ein takksamur maður, ið nú leggur frá sær í lærarastarvinum. - Skal eg vera ærligur, so vænti eg, at eg fari at sakna skúlan og børnini [...] vit ofta longur vesturi í dalinum um summarið, har vit gjørdu ein annan hyl, ið var grynri. Tað fyrsta vit ofta gjørdu um morgunin var at svimja, og so fleiri ferðir um dagin og á kvøldi, tá veður var til
barnagarð fyrst í 90'unum, sum nú er útgoldin. Kirkjubøar Kommuna stendur skuldarfrí, nú farið verður undir skúlabygging og hugstoytt er at vita, at skattapeningur ikki er javnt býttur og okkara borgarar [...] so siga myndugleikarnir, at vit hava ongan stuðul tykkara, tað má ein siga er langt úti. Men hjá summum ber alt til og alt er møguligt, heldur Annfinn Brekkstein, bygdarráðsformaður í Kirkjubøar Kommunu [...] andaleypi í samfelagnum, tí politikararnir ikki vita hvønn veg teir skulu venda sær, tað haldi eg er langt úti, sigur Annfinn Brekkstein. - Eg kann ikki góðtaka, at Signar á Brúnni kann blæsa 8 ella 10 milliónir
høvundurin vísir á, at hóast tilveran í Havnini er fátækslig, so er hon ikki so galin, og hóast fólk ikki tosa um góðskuna, so liva tey hana. Um Elianu, sum er gift Moritzi, hugsar Mortensen: ?Kvinder som [...] hann altíð politi, og nú er hann vorðin landfúti í Føroyum og roynir at vísa seg í sínum mátti og veldi, men er um somu tíð bebbaræddur fyri, at fólk skulu frætta, at hann ikki er av tí betra slagnum, men [...] burtur av sær, var hann búgvin at fara undir ta fyndugu søguna um spælimenninar. Veruleikin er næstan tann tvørt øvuti. Hetta er eitt gott dømi um, at tú skalt vera serliga varin, tá ið tú í skaldskaparhøpi
vælkomnum, er ein blíður hundur. Men bóndin er skjótur og ynskir vælkomin. Eitt handatak, ein stutt samrøða, og so er at hyggja seg um á oynni. Hesi lítlu oynni, sum kortini í søgu okkara er rættiliga stór [...] skipið at føra fleiri ferðafólk inn. Og meðan vit bíða, er høvi at hyggja seg um og taka myndir. Neystadyrnar eru brotnar og bátur er eingin. Men kortini er neystið ikki óbygt. Tveir skarvsungar sita so fittir [...] grasfjaldari holu. Men av og á er eydnan betri enn skili, og skrúvan varð funnin aftur. Vit halda so fram uppeftir. Troyggjan er hongd um lendarnar, og sveittin lekur av enninum. Hitin er øgiligur hendan frágera
víðfevndu ætlanini um ein stóran, altjóða flogvøll úti á Glyvursnesi. Men farið verður fram í smáum. Seinasta stigið hjá Býráðnum fram ímóti hesi ætlan, er, at nú er kanning sett í verk um at byggja ein tyrlupall [...] áhugi Hvussu langt býráðið kemur við hesum ætlanunum, veit býráðsformaðurin onki um enn. ? Onki er samtykt í býráðnum, hvørki um flogvøll ella tryrlupall. ? Tað einasta, sum er samtykt, er, at 500.000 krónur [...] linju, har funnið er fram til, at tað er best at leggja tann nógv umrødda, stóra, altjóða flogvøllin úti á Glyvursnesi. Og ein fortreyt fyri teimum nýggju kanningunum hjá Rambøll, er júst tann, at nýggi
Sjálvandi er tað í fínasta lagi, at eitt felag tekur upp kapping við Smyril Line um sjóvegis ferðafólkaflutning, nú Smyril Line eisini er farið inn á farmaøkið. Kapping er altíð sunn, og tí er tað gott [...] gott fyri samfelagið, at vit nú fáa ein møguleika fyri flutningi afturat. Hetta er viðmerkingin hjá Finnboga Arge, landsstýrismanni í vinnumálum, um at Eimskip saman við ørðum arbeiðir við einari nýggjari [...] yvirlutan, og eg vænti at somuleiðis fer at vera við Smyril Line, um tað fær eitt útlendskt felag at kappast ímóti. Talan er nevniliga um ein ógvuliga miðvísan lítalan aktør, ið vil nakað. Tí klárar Atlantsflog
sendimenninar um, og í dag verður hetta mett sum eitt grovt brot á alt sum eitur tagnarskylda, og verður næstan sammett við njósning H. C. Hansen gav loyvi Søgan um tað sum fór fram er í stuttum tann [...] stjórnarleiðarin segði alment, at kjarnorkuvápn skuldu haldast langt burtur frá danskari jørð, men aftan leiktjøldini var teksturin ein annar. Nú tríati ár seinni vísa skjøl, sum hava ligið goymd í Armerika [...] var bara so fjart frá tí, sum danskir embætismenn vistu um danska kjarnorkupolitikkin, og tað var júst tað, sum teir báðir herovastarnir tosaðu um - hvør í sínum lagi - við umboð frá amerikonsku sendistovuni