Annfinn Brekkstein, bygdarráðsformaður í Kirkjubøar Sóknar Kommunu, er ónøgdur við, at landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum ikki eigur nøkur oyru til afturbering til bygging av einum skúla í eini kommunu, ið hevur klárað at svarað hvørjum sítt, samstundis, sum eingin trupulleiki tykist vera hjá fíggjarnevndarpolitikarum og landstýrismanninum at finna pening at stuðla Tórsvallarætlanini, sum Annfinn í sær sjálvum einki hevur í móti. Men at so nógvur peningur verður nýttur til stuðul, tá annað liggur í andaleypi, tað er honum ovboðið.
Ódugnaskapur
- Hetta má sigast at vera ódugnaskapur av ringasta slag. At politikararnir í fíggjarnevndini finna útav, at væl ber til at finna 8 milliónir at stuðla Tórsvølli við, samstundis sum barnaansing og eldrarøkt liggja í andaleypi í samfelagnum, tí politikararnir ikki vita hvønn veg teir skulu venda sær, tað haldi eg er langt úti, sigur Annfinn Brekkstein.
- Eg kann ikki góðtaka, at Signar á Brúnni kann blæsa 8 ella 10 milliónir krónur í Tórsvøll, og ikki ikki kann geva Kirkjubøar Kommunu stuðul til skúlabygging, tá onnur kunnu fáa og hava fingið, tá hann við lóg hevur álagt kommununi, at karmarnir, ið skúlaverkið arbeiðir innanfyri, eru í lagi, sigur Annfinn Brekkstein.
Hann sigur, at teir fingu at vita, at kommunan ikki fekk stuðul til skúlabyggingina og kommunan góðtóku hetta, hóast ein kann seta spurnartekin við, hví Tórsvøllur knappliga fær so nógvan pening.
- Tað er langt úti og má metast sum ein táta frá myndugleikunum, at Tórsvøllur hevur so stóran týdning, meðan eldrarøkt og annað ikki fær uppibornar sømdir. Kirkjubøar kommuna hevur gjørt íløgu í barnagarð fyrst í 90'unum, sum nú er útgoldin. Kirkjubøar Kommuna stendur skuldarfrí, nú farið verður undir skúlabygging og hugstoytt er at vita, at skattapeningur ikki er javnt býttur og okkara borgarar fara at gjalda til vallir og annað enn einaferð, tá sømdir ikki verða givnar til íløgur her í kommununi, heldur Annfinn Brekkstein.
Gjalda fyri onnur
Tað er, sum skulu vit, ið klára okkara skyldur, gjalda fyri onnur, ið ikki klára at svara hvørjum sítt, heldur Annfinn Brekkstein.
- Nú fara myndugleikarnir inn og spræna pening inn aðrastaðir, meðan vit, ið hava spart í 90'unum, og einki skylda, fara í holt við ein skúla, og so siga myndugleikarnir, at vit hava ongan stuðul tykkara, tað má ein siga er langt úti. Men hjá summum ber alt til og alt er møguligt, heldur Annfinn Brekkstein, bygdarráðsformaður í Kirkjubøar Kommunu, og hann leggur dent á, at hann einki hevur ímóti Tórsvølli og hann fegnast um, at ein veruligur vøllur kemur í Havn, men hann metir, at skattapeningurin eigur at býtast javnari.