sagt, at ein samd nevnd tekur undir við málinum, men Jógvan á Lakjuni, Jákup Suni Joensen, Henrik Old, Dan R. Petersen, Alfred Olsen og Jákup Sverri Kass viðmerkja, at teir ikki hava tikið støðu til tær [...] tillutað dagar á bankanum, sum teir í nógvum førum ikki fáa gjørt nýtslu av, tí at nógvir av bátunum eru so smáir. Partar fluttir Heini O. Heinesen kundi hugsað sær, at partur av døgunum á bankanum hjá bólki [...] bátarnir niðan fyri 15 tons ikki skuldi koma undir reguleringina við fiskidøgum, men skuldi regulerast á annan hátt í tráð við býtið í lógini. ? Tá til stykkis kom, bleiv ikki semja um at halda bátarnar niðan
sum vit kunnu, at veita útjaðaranum eina so bíliga og góða tænastu sum gjørligt. Tað er Heini á Borg, leiðari á farmadeildini hjá Strandferðsluni sum svarar atfinningunum í Sosialinum týsdagin og av tingsins [...] avtaluna um 140 kr. fyri tonsið, upp. Sostatt fór flutningsprísurin á salti upp aftur á vanligan prís, sum er 350 krónur fyri tonsið. Leiðarin á farmadeildini hjá Strandferðsluni segði fyri Sosialinum, at S [...] soleiðis, at prísurin er 350 krónur fyri kilo? Tað veit Heini á Borg ikki. Tað einasta, hann kann hugsa sær, er tað, at ein meðarbeiðari á Strandferðsluni í práti við saltsøluna hevur sagt, at Strandferðslan
so ger um seg aftur, sigur Jákup Mikkelsen. Í einum kappingarári í superliguni eru 33 landskappingardystir. Í fjør vardi Jákup Mikkelsen málið hjá Herfølge allar 33 ferðirnar á tamb. Tá hann noyddist at [...] komandi viku. Hetta segði Jákup Mikkelsen, tá vit høvdu hann í telefonini fyrrapartin í gjár. Og í Herfølge fjala teir ikki yvir, at tað er dyggur smeitur hjá teimum, at Jákup Mikkelsen ikki verður millum [...] landskappingardysti í langa tíð, men í morgin, tá svongu OB'ararnir koma úr Odense og til Herfølge, fer Jákup Mikkelsen at sita millum áskoðararnar. ? Eg havi gingið til viðgerðar alla vikuna, og eg havi ikki
fyri dyrnar á blaðhúsinum á Argjum. Poul Nyrup Rasmussen steig úr bilinum, og varð móttikin av Eiriki Lindenskov, blaðstjóra. Forsætisráðharrin nýtti fyrstu løtuna at tosa við fólk. Starvsfólk á blaðnum og [...] og vóru komin inn á gólvið. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri, vísti síðan forsætisráðharranum húsið. Forsætisráðharrin var sera áhugaður í teimum teknisku broytingunum, sum eru á veg á blaðnum. Serliga stuttligt [...] fór Nyrup á fund við formann Javnaðarfloksins í blaðhúsinum. Av Sosialinum helt forsætisráðharrin fram við almennu skránni fyri vitjanina. Farið varð í Norðoyggjar, har vitjað varð í Klaksvík og á Viðareiði
endar. Nólsoy kl. 12.00, Bjarni Bæk, talvan gongur fyri kirkjuna. Landssjúkrahúsið: kl. 11 á Røktardeildini og kl. 14 á dagdeildini Varðanum, Sverri Steinhólm Kollafjørður: kl. 11, Kvívík: kl. 12, Marjun Bæk [...] Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Sunnukvøldið kl. 18.00: Møti við Árna Jacobsen. Samkoman Immanuel Fríggjakvøldið Ungdómsmøti kl. 21.00. 12 ár og eldri eru vælkomin. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 11 morgunmøti [...] 18 í Eydnuni á Oyrarbakka. Betel, Vágur Ónsdagin kl. 20 er uppbyggingar fundur. Samkoman Sion, Vági Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 373777. Missiónshúsið
ir passa seg sjálvar. ? Eg eri uppvaksin í Kollafirði, og vit sóu niðan á Sornfelli. Har vistu øll, at ein partur av fólkinum á herstøðini vóru danir og ein partur var amerikanarar. Bumbumál við ella uttan [...] ? Annars er einki nýtt í tíðindunum hjá TV2, tí føroyingar hava altíð vitað, at amerikanarar vóru á støðini í Mjørkadali, og at teir høvdu við radarar at gera. Eg havi sjálvur vitjað í Mjørkadali fleiri [...] verið partur av eini samfelagsskipan, sum hevur havt fyri neyðini at verja seg. Og tá tú skalt verja borg, so fylgja nakrir vandar við, sigur hann. ? Tað einasta keðiliga í hesum máli er, at vit føroyingar
Tjóðveldisflokkin legði uppskot fram á ting, um at gera ein kanning av leiklutinum hjá NATO-støðini í Føroyum undir kalda krígnum. Tá fíggjarlógin fyri 1997 varð løgd fram á tingi, var skotið upp at játta pengar [...] sum er mannaður við fýra limum, hevur gjørt kanningina. Limir í bólkinum eru Jóan Pauli Joensen, Jákup Thorsteinson, Jóannes Dalsgaard og Rúni Joensen, sum eisini hevur verið samskipari av kanningini. [...] hava leitað í skjalagoymslum í Føroyum og í Danmark. Skjøl eru funnin fram ymsastaðni, millum annað á Landsskjalasavninum, í landsstýrinum, hjá Forsvarskommandoen og aðrastaðni. Kanningin verður drúgv,
av fremstu álopsmonnnum á meistaraliðnum hjá TB í sjeyti og áttati árunum. Henrik spældi í B93, har hann kom á besta liðið í 1979. Todi á skeivum liði Fríggjakvøldið var aftur á myrkt blað vent í syrgiligu [...] í øllum regninum á Viborg stadion, har Óli Johannesen var á beinkinum við síðuna av Peter Rudbæk, venjaranum hjá AGF. Tá ein hálvur tími var farin, kom AGF, sum var leikliga omaná, á odda við málið, sum [...] Johannesen settur inn á AGF liði. Hann loysti íslendingin Tomas Inga Tómasson av á verjukenda miðvallarplássinum, men eydnan var ikki við AGF, tí eina løtu eftir, at Óli var komin á vøllin, var høgri vongverjin
spælinum hendan partin av dystinum. Royn kom eisini á odda, tá teir spældu skjótt fram í vinstru síðu. Eyðstein Jacobsen var fyrri enn HB-málverjin á bóltinum, og so lyfti hann upp um málverjan í málið [...] sum hava smakkað 1. deildarfótbólt í ár, við. Eyðun Højgaard og Pætur Dahl spældu frammi á vøllinum, meðan Jákup Eli Olsen, sum hevur verið nógv skaddur, var aftasti maður. [...] num hjá Royn, har Ingi Rasmussen elti bóltin. Málverjin hjá Royn kom út ímóti ætlaði at fáa hendur á bóltinum, men beint uttanfyri brotsteigin fekk Ingi høvdið undir bóltin, sum fór upp um strandaða málverjan
nakrir B36 menn, sum hann serliga legði til merkis, so nevnir hann beinanvegin nummar níggju ? Jákup á Borg: ? Hann var sera eyðsýndur ? arbeiddi nógv og var málsøkin ? og vit fara at ansa væl eftir honum [...] frøddust um stórsigurin á VB, sótu tveir ungir fremmanda menn. Annar teirra skrivaði síðu upp og síðu niður. Tað vóru umboð fyri turkiska felagið Ankaragücü, sum B36 skal spæla á útivølli ímóti hósdagin [...] lutakastinum hjá teimum fall á B36 visti hann ikki so nógv um Føroyar: ? Men eg minnist til, at landsliðið hjá okkum var í Føroyum í 1991, og nú skilji eg, at teir spældu á hesum vøllinum. Hetta er heilt