Mitt ímillum teir mest eldhugaðu B36 áskoðararnar, sum við trummum, sangi og ógvusligum rópum frøddust um stórsigurin á VB, sótu tveir ungir fremmanda menn. Annar teirra skrivaði síðu upp og síðu niður. Tað vóru umboð fyri turkiska felagið Ankaragücü, sum B36 skal spæla á útivølli ímóti hósdagin.
Hesin omanfyri nevndi var hjálparvenjarin í Ankaragücü. Hann eitur Hayati Soydaz, og hann er 33 ára gamal. Men hóast sín fyri venjarar unga aldur, so er hetta ikki hvør sum helst í turkiska felagnum. Hann var á besta liðnum í felagnum frá 1985 og fram til undan summarsteðginum í ár, og sjey tey seinatsu árini var hann liðformaður.
Tá vit spyrja hann, um tað vóru nakrir B36 menn, sum hann serliga legði til merkis, so nevnir hann beinanvegin nummar níggju ? Jákup á Borg:
? Hann var sera eyðsýndur ? arbeiddi nógv og var málsøkin ? og vit fara at ansa væl eftir honum, soleiðis at hann ikki fær tað burturúr ? serliga í høgru síðu ? sum hann fekk í dag, var boðskapurin frá fryntliga hjálparvenjaranum, sum eisini helt, at Øssur Hansen hevði verið drúgvur í vinstra borði:
? Men mótstøuðliðið hevði ikki so nógv at bjóða uppá, so B36 menninir fingu sum oftast loyvi til at gera, sum teimum lysti, helt Hayati Soydaz.
Frammanundan at luturin í Europa Cup lutakastinum hjá teimum fall á B36 visti hann ikki so nógv um Føroyar:
? Men eg minnist til, at landsliðið hjá okkum var í Føroyum í 1991, og nú skilji eg, at teir spældu á hesum vøllinum. Hetta er heilt øðrvísi undirlag, enn tað, vit eru vanir at spæla á. Úrslitið ta ferðina var 1-1, og heima í Turkalandi var hetta ikki mett sum serliga gott úrslit. Sepp Piontek var venjari hjá okkara landsliði í 1991, og ein av teimum, sum nú spælir í felagnum hjá okkum, var við ta ferðina. Hann eitur Karaman Únal, og minnist meg rætt, so var hann liðformaður í Føroyum.
Veðurlagið ikki fyrimunur
Tá vit spyrja um munin millum turkiskan og føroyskan fótbólt, so heldur hjálparvenjarin hjá Ankaragücü ikki, at munurin er so øgiliga stórur í fótbóltsevnunum, men hann vísir samstundis á, at fyritreytirnar eru heilt ymiskar:
? Okkara spælarar eru fulltíðar yrkisspælarar. Tað eru nógvir pengar í turkiskum fótbólti, og tað hevur við sær, at vit hava møguleika at keypa útlendskar spælarar, sum styrkja heilt væl um liðini. Vit fara at hava virðing fyri B36, men eg haldi avgjørt, at vit hava møguleika at koma víðari. Vit hava ikki áður verið í Europa Cup, men vit vita, at tað er av stórum týdningi at fáa eitt gott úrslit á heimavølli, og tað fara vit at leggja okkum eftir.
Turkisku gestirnir hildu tað vera kalt í Gundadali leygardagin, sjálvt um hetta eftir føroyskum viðurskiftum mundi vera ein góður fótbóltsdagur:
? Men eg haldi ikki, at veðrið fer at vera ímóti okkum. B36 fer í hvussu so er at hava eins stóran ampa at hitanum í Ankara, sum vit fara at hava av kuldanum í Føroyum. Turkaland er eitt stórt land, og vit spæla fótbólt í øllum fýra árstíðunum, heilsaði Hayati Soydaz, og tað tóktist, sum um sjálvsálitið var í lagi.
Turkisku njósnararnir fóru úr aftur Føroyum sunnudagin, sama dag sum B36 fór til Danmarkar. Seinnapartin í gjár fór B36 úr Keypmannahavn og til Turkalands, har Europa Cup dysturin verður í høvuðsstaðnum Ankara hósdagin.