Suðuroyingar fáa framvegis serprís

?Strandferðslan fer framvegis at flyta salt til Suðuroynna fyri serprís. So hóast tað vanliga kostar 350 krónur fyri tonsið at flyta salt, skulu suðuroyingar ?bara? betala 190 krónur

? Tað er eitt sindur hugstoytt, at fáa skotið í skógvarnar, at Strandferðslan næstan forfylgir útjaðaranum í Føroyum. ? Tvørturímóti royna vit alt, sum vit kunnu, at veita útjaðaranum eina so bíliga og góða tænastu sum gjørligt.

Tað er Heini á Borg, leiðari á farmadeildini hjá Strandferðsluni sum svarar atfinningunum í Sosialinum týsdagin og av tingsins røðarapalli mikudagin.

Seinastu dagarnir hava harðar atfinngingar verið ímóti Strandferðsluni, tí tað skal vera so dýrt at flyta farm við henni.

Í Sosialinum týsdagin kundu vit fortelja, at suðuroyingar nú noyddust at betala 350 krónur fyri tonsið at fáa salt við Smyrli úr Havn.

-Áður hevur tað verið avtalað, at Strandferðslan skuldi flyta salt suður fyri ein serprís uppá 140 krónur tonsið, men tá var treytin, at Strandferðslan slapp at flyta alt saltið og at minsta nøgdin hvørja ferð var 18 tons.

Men síðani hava suðuroyingar einar 2-3 ferðir fingið aðrar bátar at føra salt suður og tað hevur verið nógv bíligari, tí tað hevur kostað 70 krónur fyri tonsið.

Men tað hevur ført ið sær, at Strandferðslan hevur mett, at suðuroyingar hava sagt avtaluna um 140 kr. fyri tonsið, upp.

Sostatt fór flutningsprísurin á salti upp aftur á vanligan prís, sum er 350 krónur fyri tonsið.

Leiðarin á farmadeildini hjá Strandferðsluni segði fyri Sosialinum, at Strandferðslan kundi ikki flyta saltið fyri tann avtalaða serprísin, um hon bara skuldi fáa flutningin, tá ið suðuroyingar vóru í knípu.

Nógv ár síðani

Teir, sum virka salt í Suðuroynni siga, at tað er bara hent tvær-tríggjar ferðir, at teir hava flutt salt við øðrum skipi enn Smyrli.

Og skal Strandferðslan taka 350 krónur fyri tonsið, verður tað so dýrt at arbeiða saltfisk, at tað letur seg ikki gera og tí fer vinnan heilt einfalt at doyggja út.

Teir siga annars, at tað er langt síðani, at tað hevur kostað 140 krónur fyri tonsið at flyta salt til Suðuroyar.

? Vit hava tvørturímóti havt tilboð um at flyta salt fyri 190 krónur tonsið, siga virkiseigarar í Suðuroy.


Loysti seg at fara uttanum Smyril

Tað hevur eisini verið funnist at Strandferðsluni fyri at hon yvirhøvur er so ómetaliga dýr at flyta farm við.

Tá ið ólavsøkurøða løgmans var til viðgerðar, nevndi Hergeir Nielsen, at hann visti eitt ítøkiligt dømi um eina fyritøku í Suðuroy, sum skuldi hava farm til klaksvíkar.

? Tað var 700 krónur bíligari at flyta farmin við Skipafelagnum av Tvøroyri til Danmarkar og síðani til Klaksvíkar, enn tað var at flyta hann beinleiðis av Tvøroyri til Klaksvíkar við Strandferðsluni, upplýsti Hergeir Nielsen.

Hetta vil Heini á Borg ikki gera viðmerkingar til, tí hann kennir ikki málið.

Men hann avsannar nú, at prísurin at flyta salt úr Havnini til Suðuroynna kostar 350 krónur nú.

? Vit hava havt ein serprís uppá 140 krónur undir ávísum treytum. Men tá ið suðuroyingar so funnu aðrar flutningsmøguleikar mettu vit at teir vildu hava, at avtalan úr gildið.

? Vanliga kostar eitt sons av farmi 350 krónur flyta úr Havn til Suðuroyar, og soleiðis er eisini við saltinum

? Men av tí, at talan er um eina serliga vøru, hava vit ongantíð tikið fullan prís fyri saltið.

? Tískil hevur vanligur fyri salt verið 190 krónur fyri tonsið - og tað er hann aftur settur til nú.

Heini á Borg sigur, at Strandferðslan metir salt sum eina serliga vøru, tí hon hevur grundleggjandi týdning fyri føroyingar, eins og jarðarbrúk hevur tað, tí vit liva jú av fiskivinnu og jarðarbrúki, ikki minst á bygd.

? Tí verða kunsttøð og fóður eisini mett sum serligur flutningur, sum fullur prísur ikki verður tikin fyri, men sum verður flutt bíligari.

Men, hvussu ber tað so til, at bæði teir, sum keypa salt og teir, sum selja salt, hava misskilt málið og hava uppfatað tað soleiðis, at prísurin er 350 krónur fyri kilo?

Tað veit Heini á Borg ikki. Tað einasta, hann kann hugsa sær, er tað, at ein meðarbeiðari á Strandferðsluni í práti við saltsøluna hevur sagt, at Strandferðslan metti, at avtalan við Suðuroyingar er farin úr gildi, tá ið teir fingu annan flutning.

? Møguliga er tað so hent, at Saltsølan so hevur spurt, hvør prísur so er galdandi og at meðarbeiðari okkara so hevur svarað, at tað er vanligur prísur.

? Saltsølan kann so hava misfatað tað soleiðis at tað eru tær vanligu 350 krónur fyri tonsið, sum eru í gildi nú, ístaðin fyri 190 krónur.

Men hvussu ber tað til, at tað er dýrari at flyta salt úr Ibiza til Havnar enn tað er at flyta tað úr havn til Suðuroyar?

Tað kunnu verða ymisk viðurskifti, sum gera seg galdandi.

Eitt nú sigu hann, at tað er stórur munur á at flyta fleiri hundrað tons í leysum enn tað er at flyta nøkur fá tons í sekkjum á einum treylara, sum Strandferðslan ger, tí tað krevur nógv arbeiði og nógv amboð.

Hann vil heldur ikki góðtaka, at Strandferðslan við vilja skrúvar prísin so høgt upp, at hin styggir viðskiftafólk frá sær. Alifóður hevur verið nevnt sum eitt dømi um flutning, sum Strandferðslan hevur stygt burtur.

? Vit høvdu fóðurflutningin til Suðuroyar so leingi tað varð keypt frá Havsbrún.

?Men nú er leverandørurin ein annar. Nú verður fóðrið keypt úr Noregi og flutt beinleiðis til keyparan. Tí hava vit mist tann flutningin, sigur hann.


Altíð okkurt

Annars vísir Heini á Borg á, at Strandferðslan, sum alment flutningsfelag, er mangan í eini truplari støðu.

? Vit hava fingið boð um at virka undir marknaðarbúskaparligum treytum- og so verða vit skuldsettir fyri at verða ov dýrir.

?Men seta vit prísin niður, verða vit skuldsettir fyri at dumpa prísin og at vera kappingaravlagandi og eru í vanda fyri at verða klagað fyri kappingarráðnum.

Heini á Borg er eisini vónbrotin av, at Strandferðslan verður skuldsett fyri at verða ein partur í eini miðvísari ætlan at jarðleggja útjaðaran og at miðsavna alt í Havn.

? Hatta er heilt burturvið, tí vit gera tvørturímóti alt, vit kunnu, fyri at tæna útjaðaranum so væl sum gjørligt, sigur hann.