EYÐUN KLAKKSTEIN
Kanningin, sum føroyskir søgufrøðingar hava gjørt í goymslum í Føroyum, Danmark og USA, verður liðug síðst í hesum mánaðinum, og tá verður hon latin Anfinni Kallsberg, løgmanni.
Eftir tað verður hon løgd fyri tingið, sum skal hava orðaskiftið um innihaldið í kanningini.
Tað var Finnbogi Ísakson, sum nú er løgtingsformaður, sum vegna Tjóðveldisflokkin legði uppskot fram á ting, um at gera ein kanning av leiklutinum hjá NATO-støðini í Føroyum undir kalda krígnum.
Tá fíggjarlógin fyri 1997 varð løgd fram á tingi, var skotið upp at játta pengar til kanningina. Tað var samtykt og í 1997 var farið í holt við kanningina.
Ein arbeiðsbólkur, sum er mannaður við fýra limum, hevur gjørt kanningina. Limir í bólkinum eru Jóan Pauli Joensen, Jákup Thorsteinson, Jóannes Dalsgaard og Rúni Joensen, sum eisini hevur verið samskipari av kanningini.
Søgufrøðingar at hjálpa
Arbeiðsbólkurin hevur fingið hjálp uttanífrá, fyri at leita skjøl fram í goymslum í USA.
Føroyingurin Sámal Tróndur Johansen hevur saman við danska søgufrøðinginum Torsten Borring Olsen verið í USA og leita eftir skjølum.
Danski serfrøðingurin var ráðgevi hjá DUPI, tá tey gjørdu eina kanning av grønlendskum viðurskiftum fyri nøkrum árum síðani.
Teir báðir hava staðið fyri hesum partinum av kanningini, meðan limirnir í arbeiðsbólkinum sjálvir hava leitað í skjalagoymslum í Føroyum og í Danmark.
Skjøl eru funnin fram ymsastaðni, millum annað á Landsskjalasavninum, í landsstýrinum, hjá Forsvarskommandoen og aðrastaðni.
Kanningin verður drúgv, tá hon er liðugt skrivað. Hon fer at liggja millum 300 og 400 síður, og tann parturin, sum er likin til TV2, umfatar umleið ein fjórðing av samlaðu kanningini.