Koyrdu tríggjar fullar persónar til hús

Arbeiðið hjá løgregluni er vorðið munandi friðarligari síðani ólavsøku

Náttin hjá løgregluni hevur verið av tveimum friðarligu. Tað var ikki nógv fólk í býum, og helst hava teir fimm dagarnir kring ólavsøkuna sett síni spor, heldur vaktleiðarin á løgregluni.

Tó so vóru tríggjar ferðir í gjár boð eftir løgregluni, men tað var at taka full fólk fólk upp, sum ikki megnaðu at finna til hús sjálvi. Tað var á døgurða, á nátturða og aftur um 20 tíðina.

 

Í øllum trimum førum blivu persónarnir reistir upp og koyrdir til hús, sigur vaktleiðarin á politistøðini.