eitt av teimum feløgunum, sum leggur serstakliga stóran dent á at vera við í leitingini við Føroyar. Felagið er við í kanningararbeiðinum bæði við Grønland og Føroyar umframt at vera sera virkið á donskum [...] um loynidómar, sum helst ikki skulu kunna almannakunngerast fyri hinum oljufeløgunum, sum jú eru kappingarneytar. Seismikkur við tveimum skipum Blaðið skilur annars, at oljusamtakið, sum Dong er partur [...] talan er um ein komandi oljuútvikling. Hann heldur ikki, at fólkið hevur gjørt sær órealistiskar myndir av komandi gongdini. Tað er so væl upplýst um alt hetta, at fólk eisini vita, at eingin kann siga nakað
fyrsta umfari er bara enska útgávan á netinum tøk, tann føroyska og tann danska, sum sjálvsagt vera eitt sindur øðrvísi enn tann enska, verða tøkar um ársskiftið. Ætlanin er, at tey sum leita á netinum [...] ymisk temu, alt eftir, hvat ein hevur áhuga fyri og hvørjar upplýsingar einum tørvar. Í sjálvum tekstinum eru eisini nøkur temu svarandi til tey omanfyri nevndu, sum ein kann leinkja seg beinleiðis inn [...] at viðkomandi, sum leitar sær kunning um ferðamøguleikar til og í Føroyum, kann leinkja seg beinleiðis víðari til feløg í føroysku ferðavinnuni. Ynskir ein til dømis at vita, hvussu ein sleppur til Føroyar
sínum liði móti bert fimm øðrum? Sum nú er, um Sumba (ella ÍF ella B71) knappliga vinnur á HB ella B36, skulu vit siga, 3-1, so verður hetta ein bumba, ein sensasjón, sum øll leingi fara at tosa um. Fólk [...] uppflyting og niðurflyting, sum er eitt so ørligt hugskot, at tað neyvan kann fella nøkrum inn. Hvør og hvat ger 1. deild so ójavna? Tað er ikki yvir at dylja, at tey, sum helst vilja minka um 1. deild [...] urin Allan Mørkøre! Rosenborg skal vera ein góð fyrimynd fyri HB og B36 Hví gera HB og B36 ikki sum Rosenborg, ið við Noregi ikki umboðar høvuðsstaðin Oslo, men ein nógv minni bý. Rosenborg Bollklubb úr
eisini, at ein avmarkaður stuðul til fiskivinnuna, m.a. fyri at varðveita ein fiskiflota so at vit hava nóg mikið av skipum at fáa fult virði upp úr havinum tey árini, fiskiskapurin er góður og so at vit kunnu [...] fiskiflotan undir Føroyum at bera seg. Ein høvuðsresept hjá búskaparfrøðingunum er tann, at fiskiflotin skal minkast, tí so verður meiri fiskur í part til hvørt skipið og so fæst fiskiflotin at bera seg. Hendan [...] teimum nýmótans tólum og allari útgerðini, sum bátar hava í dag, hevði tað minni týdning fyri fiskiskapin, hvør var skipari. ?Men so er ikki. Tað vísir seg enn sum áður, at tað hevur rættilgia stóran týdning
vitan og vera við til at taka avgerðir, sum vit skulu læra av fyri framtíðina. -Men hvørjir eru so fyrimunirnir hjá tí oljusamtakinum, sum kann fáa eina avtalu við Atlants Kolvetni? -Tað haldi eg ein má spyrja [...] felag. -Eg veit ikki, um ein kann seta tað so fýrkantað upp. Føroya fólk kann jú taka inn pengar yvir vanligu skattaskipanina, og um tað verða gjørd heilt stór fund so møguliga yvir ein ressursskatt. Tann [...] henda mátan so vágar ein at vera við í einum samtaki sum ikki fær tann besta blokkin. Hetta hava teir eisini tikið hædd fyri. Ongan framíhjárætt -Men er tað so, at tit hava roknað við, at tit sum eitt føroyskt
føroyska list. Bara í summar hevur hann tosað fyri 200 fólkum. Og hóast man ikki hugsar um tað, so er hetta eisini ein partur av marknaðarførinini av Føroyum. -Skal eg vera ærligur, so haldi eg, at listin [...] føroysk list hevur fyri marknaðarføring av Føroyum sum so! -Vit listafólk hava ilt við sjálvi at stíla fyri framsýningum í útlandinum. Saknur er á onkrum, sum kann samskipa hetta. Kári Svensson vísir á, at listafólk [...] ambassadørar fyri Føroyar sum t.d. tað nógv umrødda fótbóltslandsliðið. Eg haldi tað er frálíkt, at okkara fótbóltsspælarar royna seg úti í heimi, men taka við so listina við eisini, so haldi eg, at hon vinnur
fyri Føroyum og føroyskari list, sum fær Bárð at vera so fegnan um tiltakið á Kjarvalssstøðum. Man kann ikki annað enn vera sera fegin um, at íslendingar hava viljað gjørt so nógv burtur úr føroyskari list [...] higar, at hetta bert er ein lítil oyggjabólkum fyri norðan, ja sum at koma til eitt nú Svalbard. So síggja teir, at her býr eitt fólk, sum kann skapa list á høgum støði. Og tað skapar so aftur virðing fyri [...] til veruleikan, so er tað so, at mentanarlívið í flestu av londum í Europa verður stuðlað av vinnulívinum - so hví ikki eisini í Føroyum og hví ikki eisini av eini so múgvandi vinnu sum oljuvinnuni spyr
at kunna verða brúkt sum ein orkudepil. Tað sum eg vil leggja dent á er at fáa í lag framsýningar og framførslur í góðum samstarvi við føroysk listafólk, ið passa inn í skránna og sum íblástur til føroysku [...] eisini ein leiklut í tilevnanini av einum orðaðum mentanarpolitikki, sum ætlandi verður settur í verk um ársskiftið inn í nýggju øldina. - Leikluturin hjá Norðurlandahúsinum og mær sum stjóra kann eg hugsa [...] strævið og drúgt. Minnist meg rætt so vórðu bara 1,5 % av bruttotjóðarúrtøkuni latin mentanini fyri 10-15 árum síðani. So er tað at leggja afturat, at myndin er ikki so einføld, tí vit hava havt trupulleikar
skuldina beinanvegin, vilja tit so lata meg fáa ein nýggjan kúfangara, so eg kann skrúva einar nýggjar nummarplátur á bilin? Eg spyrji bara, næstu fer eri tað kanska eg, sum standi fyri skotum. Apropos skot [...] plastik, tað visti eg, so her kundi valla fara at spæla gott av. Eg kundi farið til teirra og sagt teimum, hvussu ein slík nummarpláta var fest á ein bil, men valdi at lata vera. Ein skal jú ikki blanda seg [...] virkuliga so galið, at um fútin sjálvur, ella ein av skutilsveinum hansara, heldur, at okkurt revsivert er framt, so kunnu hesir byrja við at almannakunngera navn á viðkomandi, so hesin fyrst kann dømast
vóru har yviri í 1950, pápi, eg og pápabeiggi mín Axel. Vit fóru yvir við damparanum »Oyrnafjalli«, og høvdu ein lítlan deksbát við okkum, sum pápi hevði keypt frá manninum, sum passaði ravmagnsverkið [...] Suðuroy. Hetta var ein gamal bátur, sum hvalbingar eina ferð høvdu átt. Báturin æt »Brandur«. Hann var súðubygdur, hevði krússarahekku og eitt sindur sneitt stevni. Hann var sum ein seksæringur til longdar [...] Hetta er ein av teimum mongu søgunum, sum Jógvan Arge greiðir frá í teirri nýggju bókini um føroyingar í Grønlandi. Millum heimildarmenn hansara er sonur Berint á Todnesi, Oddmar Johannesen, sum var við