Og eitt er vist og tað er, at misti hon tamarhaldið á bilinum við slíkari ferð, og koyrdi tunnilsveggin, ella rendi á ein annan bil, kom eingin frá tí við lívinum. Løgreglan sigur, at hetta er fyrstu ferð [...] skjótt. Hetta var í Kollafjarðartunlinum, har tað er loyvt at koyra 80. Men tá ið løgreglan máldi ferðina á bilinum, varð hann skrásettur at koyra heili 176 kilometrar um tíman. Tað vísti seg eisini, at hetta [...] verður sagt, at tað eru ungir dreingir, sum nýliga hava fingið koyrikort, sum sum koyra ørt. Men í hesum føri vísti tað seg at vera ein ungur, kvinnuligur bilførari, fyrst í tjúgunum, sum sat við róðrið
fólkaatkvøðu um málið, tí tey hildu, at hetta er so álvarsligt, og trívir so djúpt inn í føroyska samfelagið, at eingin ivi kann vera um, at fólkið eigur at sleppa at siga sína hugsan. Men tað hildu tinglimir [...] undraðust á, at hetta kravið skuldi koma nú. Tey mintu á, at tá ið núverandi andstøða sat við valdið í undanfarna valskeiði, noktaðu tey at hava fólkaatkvøðu um at broyta hjúnabandslógina. Tað er heilt burturvið [...] halda at tað er ein grundleggjandi munur á fiskivinnulógini og hjúnabandslógini. Og tann munurin er, at hjúnabandslógina kann Løgtingið broyta aftur í morgin, men fiskivinnulóggávan er soleiðis, at hon kann
og eg haldi, at hetta er flott fyri føroyskan fotbólt, segði ein bæði fegin og ikki sørt errin Víkinga formaður, Brandur Jacobsen, beint eftir at dysturin var blástur av. Formaðuin helt, at spælið var rímiliga [...] rímiliga javnt gjøgnum dystin, men at Víkingur hevði teir størru møguleikarnar. - Eg haldi, at hetta var ein uppiborin sigur, segði Brandur Jacobsen, áðrenn hann mátti víðari í skránni. Vit venda aftur [...] Tað er eitt satt bragd, sum Víkingur í kvøld hevur framt í Finlandi. Víkingur vann 1-0 ímóti Inter Turku. Einsamalla málið skoraði Hanus Jacobsen, tá ið tað restaðu tólv minuttir. Fyri einari viku síðani
uppskoti sum teir bestu. Tá er ikki lætt at vinna. Hetta mátti Helgi sjálvur sanna. Eg eri vísur í, at mótstøðumaðurin hevði greiðan fyrimun eitt skifti. Í tíðneyðini ætlaði hann at vera øgiliga snildur, men [...] støðu. Vantrúgvin mutlar tú fyri teg sjálvan, at hetta fær ikki verið satt. Men tíverri, soleiðis var. Tann besta finnan reyk, og eftir tað stóð støðan ikki at bjarga. Í leikhøllini í dag stóðu fýra stórar [...] neyðugt. Hann offraði mann, og so var frítt at fara inn í fíggindans land. Tá var vónleyst at verja seg móti skotríðunum. Rógvi brendi seg av býttum fingramistaki at byrja við. Eg havi sjálvur verið í hansara
hjá Roy! Í Klaksvík er fótbóltslagið einki serligt. Tað er framvegis blankt á støðutalvuni, og tap hetta vikuskiftið fer at bera kreppulíknandi støðu við sær. Eftir avrikið ímóti HB siga teir seg kortini [...] verður tann sami – at tað skal eydnast at vinna ímóti ÍF. Sammett við ímóti HB er álopsspælarin Rodrigo við aftur eftir leikbann. Bjarni Jørgensen er langtíðarskaddur, og Harley Bertholdsen er orsaka av vøddaskaða [...] bara eru spæld trý umfør, so er tað ikki sørt, at tað undan fjórða umfari kennist sum lagnuløta, tá ið ÍF sunnudagin fer at fáa vitjan av KÍ. Fótbóltslagið í Fuglafirði er heilt gott. ÍF hevur burturúr
Mikudagin 27. oktober fór eg ein túr oman í løgtingið at vita hvussu har stóð til. Eitt kann sigast, tað var ikki soleiðis sum eg hevði vænta at tað fór at vera. Tá eg kom inn har, vóru tað bert um.l. 18 t [...] upptiknir av at hyggja eftir hvør kom inn, sjálvt um onkur stóð uppi á røðarapallinum og hevði eina viðmerking av onkrum slag. Teir áttu at veri so upptiknir av, hvat persónurin á røðarapallinum hevði at siga [...] farmvið, uttan at tann, ið hevði viðmerkingina, segði okkurt frekt um ein annan tingmann, sum sat har inni, og so flentu allir teir 17 tingmenninir hart í kór, meðan hin síðsti, sum varð argaður, sat í einum
eina og hvørja tíð krevja prógv fyri, at tað, sum lýsingin sigur, er satt. Um ein fyritøka lýsir við, at hon er betri enn ein onnur líknandi fyritøka, skal hetta kunna skjalprógvast. Forboð móti spam [...] veruleikanum er ein lýsing. Tí skal tað framyvir standa púra greitt, at talan er um eina lýsing, um tað kann mistakast fyri at vera journalistiskt tilfar. Tað skal vera eyðsæð, hvat í blaðnum er tilfar hjá [...] leiðing, og um sølufólkið veit okkurt, sum er umráðandi at vita um vøruna, eigur viðkomandi at siga tær tað. Keypsupplýsingar skulu vera greiðar Tá talan er um sølufremjandi tiltøk, so sum tilboð ella
tímar, áðrenn hin grønlendingurin kom á staðið. At enda datt hann av og varð burturvístur av staðnum. Løgreglan er av tí fatan, at Birna Brjánsdóttir er farin í reyða Kia Rio bilin í Reykjavík klokkan [...] gongur út hósdagin. Løgreglan vil ikki siga nakað um, hvørt annar maðurin er undir illgruna fyri grovari lógarbrot enn hin. Annar teirra er tó undir illgruna fyri at hava smuglað 20 kilo av hassji, sum íslendska [...] greiða fatan av, hvat er farið fram leygarmorgunin, tá Birna Brjánsdóttir hvarv. Her er ein samandráttur av tí, sum íslendskir miðlar hava stykkjað saman. Annar av grønlendingunum sat á eini barr í Reykjavík
Tvøroyrar Skjalasavn, sum heldur til á Havnalagnum á Tvøroyri, er eitt satt gullnám, um tú ynskir at vita eitt sindur um søguna um bygdirnar kring Trongisvágsfjørð. - Kári Jespersen, savnsleiðari, og Jens [...] møguleikan at leita sær hjálp á savninum. Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag. - Nú savnið hevur virkað í eina tíð, gerst tað alsamt meira kent kring landið og uttan fyri landoddarnar, at onkur savnar [...] Jespersen sigur við heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu, at nú hevur Skjalasavnið næstan allar gerðabøkurnar frá skótaliðnum savnaðar undir sama taki, og hetta er sera stuttligt og áhugavert. Hesar bøkur geva okkum
og tað er deilt upp sum matstova og barr. So vit mugu líka orientera okkum, meðan vit standa í durðinum uttan at vita, hvønn veg vit skulu fara. »Er hetta ein matstova?« Er fyrsti tankin. Tí hetta líkist [...] eisini at vita – hetta er ein cocktail bar um kvøldarnar. Ja, okay. Ikki akkurát tað, vit væntaðu, men um maturin er góður, ja so er tað kanska nokkso kul allíkavæl. Vit bíleggja »Tasting Menu«, sum er at [...] føroyski Sólfinn eigur og rekur. Hetta er eitt vibrant og livandi øki, og her eru nógv fólk í økinum. So tað er eitt stórt pluss fyri matstovuna. At koma inn í matstovuna er tó eitt sindur meira forvirrandi