Íslendska løgreglan metir seg hava eina greiða fatan av, hvat er farið fram leygarmorgunin, tá Birna Brjánsdóttir hvarv. Her er ein samandráttur av tí, sum íslendskir miðlar hava stykkjað saman.
Annar av grønlendingunum sat á eini barr í Reykjavík og drakk fríggjakvøldið. Sambært starvsfólkum á staðnum drakk hann í fleiri tímar, áðrenn hin grønlendingurin kom á staðið. At enda datt hann av og varð burturvístur av staðnum.
Løgreglan er av tí fatan, at Birna Brjánsdóttir er farin í reyða Kia Rio bilin í Reykjavík klokkan 05.25 leygarmorgunin. Klokkan 06.10 koyrir reyði bilurin inn á havnalagið í Hafnarfirði. Síðani sæst á vakmyndatólum, at annar maðurin, tann, sum hevur drukkið, fer umborð á Polar Nanoq, men hin verður sitandi í bilinum. Um sjeytíðina fer hann avstað við bilinum. Allarhelst er Birna Brjánsdóttir enn í bilinum tá.
Síðani sæst einki til bilin í eini fýra tímar. Løgreglan hevur kannað vakmyndir av einum stórum øki í útsynningsíslandi, har teir áður hava sagt, at líkið av Birnu Brjánsdóttir møguliga er tveitt í havið.
Á miðdegi er bilurin aftur í Hafnafirði. Tá sæst hann nærindis har, sum skógvarnir hjá Birnu Brjánsdóttir verða funnir mánakvøldið. Løgreglan hevur frá byrjan av verið í iva um, hvørt Birna Brjánsdóttir man hava mist skógvarnar har ella um onkur annar man hava lagt teir har, møguliga fyri at villeiða løgregluna.
Samleikaprógv Birnu Brjánsdóttir varð funnið umborð á Polar Nanoq og ein av manningini hevur greitt frá, at úlpa sín, sum hann hevði gloymt í reyða bilinum, brádliga lá í koyggjuni hjá sær, nývaskað. Hetta er triði grønlendingurin, sum varð handtikin, men leyslatin aftur.
Enn hevur hvørgin av handtiknu monnunum játtað seg sekan í málinum. Væntandi verða menninir avhoyrdir aftur í hesi vikuni. Varðhaldsfongslingin av teimum báðum gongur út hósdagin. Løgreglan vil ikki siga nakað um, hvørt annar maðurin er undir illgruna fyri grovari lógarbrot enn hin.
Annar teirra er tó undir illgruna fyri at hava smuglað 20 kilo av hassji, sum íslendska løgreglan og tollvaldið funnu umborð á Polar Nanoq.










