Hetta er eitt satt gullnám

Tvøroyrar Skjalasavn fær javnan forvitnisligar gávur við gomlum skjølum, myndum og øðrum, og í hesi grein verður víst á tvær slíkar gávur, sum nýliga eru komnar úr Danmark.

- Týsdagin vísti Kári Jespersen okkum eina gerðabók, hann hevur fingið sendandi av Fanø í Danmark.

 

 

Tvøroyrar Skjalasavn, sum heldur til á Havnalagnum á Tvøroyri, er eitt satt gullnám, um tú ynskir at vita eitt sindur um søguna um bygdirnar kring Trongisvágsfjørð.

 

- Kári Jespersen, savnsleiðari, og Jens Pauli Nolsøe, savnsvørður, hava savnað eina ørgrynnu av tilfari saman, síðan savnið varð samtykt í býráðnum á heysti í 2017. Í juli í fjør læt savnið alment upp og sostatt hava borgarar og onnur, ið hava tørv á kunning um eitt hvørt, møguleikan at leita sær hjálp á savninum.

 

Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag. 

 

- Nú savnið hevur virkað í eina tíð, gerst tað alsamt meira kent kring landið og uttan fyri landoddarnar, at onkur savnar inn tilfar um Tvøroyrar søgu. Hesa vikuna vitjaðu vit tí savnið bæði týsdagin og í gjár, tí okkurt heilt serligt var á vási.

 

Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu greiða tey soleiðis frá:

 

- Týsdagin vísti Kári Jespersen okkum eina gerðabók, hann hevur fingið sendandi allan vegin av Fanø í Danmark. Ivan Carlsson, ið er ættaður av Tvøroyri, men hevur búð í Danmark seinastu mongu árini, var í sínari tíð virkin skóti í Skótaliðnum Fløtt. Í sínari varðveitslu hevði hann eina gamla gerðabók frá Dúgvu patruljuni, og hann vildi fegin lata Skjalasavninum gerðabókina.

 

Í Tvøroyrar kommunu vísa tey á, at í gerðabókini eru fundarfrágreiðingar frá tíðarskeiðnum 1964 til 1971, og her hava mangir navnframir menn skrivað í hana, eins og nógvir aðrir vera umrøddir í gerðabókini. 

 

Kári Jespersen sigur við heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu, at nú hevur Skjalasavnið næstan allar gerðabøkurnar frá skótaliðnum savnaðar undir sama taki, og hetta er sera stuttligt og áhugavert. Hesar bøkur geva okkum eina mynd av, hvussu lívið var tá, og hvussu ungdómurin á staðnum fekk tíðina at ganga. 

 

Í gjár fekk savnið enn eina forkunnuga gávu, hesaferð úr Hjørring í Danmark, og gávan er frá Bjarna Åkeson Filholm.

 

- Í pakkanum var myndasavnið hjá abba Bjarna, Albin Åkeson, svia, ið kom her at arbeiða sum kolanámsmaður í 1901. Bjarni hevði arvað tað frá mammu síni, Sonju, ið var dóttir Albin. Hann helt myndasavnið koma meira til sín rætt á Skjalasavninum og sendi tí hesa stórfingnu gávu aftur til Tvøroyrar, haðani stórur partur av myndunum upprunaliga komu.

 

Umframt áhugaverdar familjumyndir av kendum tvørafólkum, eru eisini myndir av Tvøroyri og øðrum støðum í Føroyum.

 

- Myndirnar eru, eins og mongu innkomnu skjølini á savninum, við til at geva okkum eina heildarfatan av søgu Tvøroyrar og styrkja samleika okkara sum borgarar her á staðnum. Ætlanin er so líðandi at leggja myndirnar út alment, so fólk kunnu viðmerkja og kanska koma við hentum upplýsingum um persónarnar á myndini, ið ikki altíð eru kendir. 

 

Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe siga seg í samrøðu við heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu fegnast um hvørja einastu gávu, ið verður latin savninum í varðveitslu. Savnið er til tað sama, og teir eru altíð klárir til eitt prát, skuldi onkur verið, ið kanska heldur seg hava okkurt, ið kundi verið áhugavert hjá savninum.

 

 

 

- Týsdagin vísti Kári Jespersen okkum eina gerðabók, hann hevur fingið sendandi av Fanø í Danmark.