Í nátt var løgreglan á rundferð í náttarlívinum, og í tí sambandi fingu tey eyga á ein bil, sum koyrdi heilt óvanliga skjótt. Hetta var í Kollafjarðartunlinum, har tað er loyvt at koyra 80. Men tá ið løgreglan máldi ferðina á bilinum, varð hann skrásettur at koyra heili 176 kilometrar um tíman.
Tað vísti seg eisini, at hetta var ikki prototypan upp á ein bilførari, sum koyrir ov skjótt. Ofta verður sagt, at tað eru ungir dreingir, sum nýliga hava fingið koyrikort, sum sum koyra ørt.
Men í hesum føri vísti tað seg at vera ein ungur, kvinnuligur bilførari, fyrst í tjúgunum, sum sat við róðrið. Og hon hevði eisini fullan bil av fólki. Og eitt er vist og tað er, at misti hon tamarhaldið á bilinum við slíkari ferð, og koyrdi tunnilsveggin, ella rendi á ein annan bil, kom eingin frá tí við lívinum.
Løgreglan sigur, at hetta er fyrstu ferð yvirhøvur, at tey taka ein kvinnuligan bilførara, sum koyrir so púra svakt.
Løgreglan sigur, at tá ið ein bilførari koyrir so skjótt, missa tey koyrikortið á staðnum, og tað gjørdi hesin bilførarin eisini. Harafturat fær hon eina bót upp á 6.500 krónur.
Hevði hetta verið í Danmark, hevði løgreglan eisini lagt hald á bilin.