LØGTINGIÐ - nakað fjant og fjas

Mikudagin var Elisabeth Hansen, sum seinastu tvær vikurnar hevur verið í starvsvenjing á Sosialinum, á vitjan í Løgtinginum. Her greiðir hon frá, hvussu hon upplivdi løgtingsarbeiðið

Elisabeth Hansen


Mikudagin 27. oktober fór eg ein túr oman í løgtingið at vita hvussu har stóð til. Eitt kann sigast, tað var ikki soleiðis sum eg hevði vænta at tað fór at vera.

Tá eg kom inn har, vóru tað bert um.l. 18 tingmenn/kvinnur, sum sótu har og høvdu fund um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum. Fundur er kanska ov nógv sagt. Eftir mínum tykki, var talan um ein hugnaligan kaffisteðg, men uttan kaffi.

Eg havi altíð sæð tingmenn sum nakrir álvarsligir menn, ið sita í djúpum tonkum og hugsa um okkara Føroya land, sum hevur nógvan fisk og kanska olju onkrastaðni rundanum. Men...men.., eg fór alvorliga skeiv.

Tá eg kom inn, blivu allir so upptiknir av at hyggja eftir hvør kom inn, sjálvt um onkur stóð uppi á røðarapallinum og hevði eina viðmerking av onkrum slag. Teir áttu at veri so upptiknir av, hvat persónurin á røðarapallinum hevði at siga, so at teir ikki løgdu til merkis, um nakar kom inn ella ikki. Og mín sann, sótu tveir sambandstingmenn ikki og tosaðu hart ímillum sín alla ta tíðina, eg var inni har, sum var í einar 20 minuttir. Líka løgdu teir í um onkur hevði eina viðmerking ella ikki. Tað fór næstan ongin viðmerking farmvið, uttan at tann, ið hevði viðmerkingina, segði okkurt frekt um ein annan tingmann, sum sat har inni, og so flentu allir teir 17 tingmenninir hart í kór, meðan hin síðsti, sum varð argaður, sat í einum hjørni reyður og gulur, og var um at gráta av tí beru øði og eg veit ikki hvat.

Um ein tingmaður hevði sitið á rumpuni í meir enn 5 minuttir, byrjaði hann kanska at keða seg, so fór hann bara upp at mala, gekk runt í rúminum einar 5 ferðir, hugdi út ígjøgnum vindeygað, teskaði okkurt til ein annan, og flenti so hart eina løtu, so gekk hann aftur runt einar 5 ferðir, so setti hann seg niður, hevði kanska eina stutta viðmerking av onkrum slag, setti seg so niður í 5 minuttir, og so om igen at mala og teska og flenna.

Mín meining er, at um okkara fitta Føroya land fór á heysin, ella okkurt annað ræðuligt hevði hent, hungursneyð, ella í tann stíl, hevði eg væl forstaði tað, tí tingmenn sita bara og fnisa og fjasa. Tannáringar høvdu næstan klárað tað betur.