at eg eri her norðuri. Her er so stilt og kalt at koma inn. Eg fari ein túr runt í heiminum, og so inn aftur í stovuna. Eg leggi meg á sofuna í frakkanum. Sorgin og saknurin níva. Meðan eg liggi soleiðis [...] Soleiðis gingu árini og ommubørnini komu. Henni dámdi so væl at fáa vitjan, jú fleiri, jú betri. Tá livdi hon mitt í verðini, millum børn, verbørn, ommubørn og langommubørn. Og nógv vóru vit mangan. Hon [...] at koma í dag?« Altíð kom onkur at vitja, og øll vóru vælkomin. Mamma mintist hvønn føðingardag hjá øllum, og vit vóru ikki so fá. Ikki minni enn 35 ommubørn og enn fleiri langommubørn untist henni at fáa
hjá tær at hagreiða og gera mat, og mangan stóð tú til langt út á kvøldarnar og gjørdi knettir og frikadellur, eftir at babba hevði verið á flotið. Babba var innløgumaður um ein háls og tú stóð klár at taka [...] Hendan morgunin sleptu hendur tínar, og ferðin heim í ævinleikan byrjaði. Vit vóru hjá tær, tá tú dró andan fyri seinastu ferð. Katrin og Súsan hildu í hondum tínum, tá tú fór, og fingu sagt tær, hvussu [...] tað stuttligt at síggja, hvussu glað og takksom tú var fyri allar heilsanirnar, gávur og blómur tú fekk á tínum stóra degi. Mamma góða, tú var frísk til tað seinasta og hevði eitt minni sum fáur. Stutt áðrenn
lívsins morgni. Troyttar hendur hvíla nú, tær høvdu ein langan róður. Lívið breyt í bæði borð, tá børn løgdu inn áðrenn móðir. Tøkk fyri minnir tú gavst her á fold, bæði í sorg og gleði, tøkk fyri ríku gevandi
er ongin og onki, sum kann erstatta mammu. Mamma var bert 17 ára gomul, tá hon fekk tað fyrsta barnið, og tá hon var 25 ár, átti hon fimm børn, Maritu, emil og so okkum trý, Gunnar, Julian og meg, sum [...] seg. Tað, sum mamman livdi fyri, var pápan og okkum børn, og síðan ommubørnini. Tað, sum sermerkti mammu var, at hon ofraði seg fyri okkum øll, tonkti aldri upp á seg sjálva, men livdi fyri at hjálpa øðrum [...] sum eru tríburðar, og tá hon var 32 fekk hon lítlusystur Katrin, so tað hevur mangan verið ógvuliga strævið. Pápin var altíð á sjónum, so hon mátti klára alt heima, men ongantíð hoyrdi eg hana gremja seg
ynskir um lív og heilsu. Góða elskaða Randi systir, Jákup svágur og lítla fitta Victoria, vit syrgja og gráta við tykkum um tann svára missin og tað strævna tíðarskeiðið ímeðan Óli var sjúkur og sum kravdi [...] er sum her Og eingin nátt; Og lívsins á her rennur fríð Sum krystal klár, Ei sorgin er tí landi í, Og eingi tár. Niðurlag: Mær leingist til landið har uppi. 2. Og táið slætt er lívsins hav, Og blikalogn [...] sorg, vón og vónloysi. Hóast tógvið stríð altíð so jalig, vóngóð og sterk, hvørja tíð og stund. So spyrja vit hví alt hetta sum av fyrstum byrjaði so væl, skuldi enda í slíkum vanlukkulagi? Og vit tykjast
sum sakførari og sambandspolitikkari. Steingrim doyði í góðum árum og Margretha kom at arbeiða á sýsluskrivstovuni Steingrim og Rakul Malena f. Midjord áttu 12 børn, 2 døtur og 10 synir. Av teimum [...] ligar rembingar í Føroyum, og tá fara fólk at taka partí fyri og ímóti. Hetta kemur rættuliga til sjóndar í 1901, tá ið Tingakrossur byrjaði at koma út við tí víðgongda og frílynta Kristin í Geil sum [...] eftir, at hann var givin við øllum og segði við hann: ”Ja, nú er liðugt við at skriva!” Hann hyggur uppá meg og sigur: ”So, tú er givin!” Mátti velja millum pápan og flokkin Georg livdi fult út upp til
altíð roynir at ugga og troysta meg, líkamikið nær eg havi vent mær til tín. Hendan tíðin hevur verið, og er enn hørð hjá tær, men tú hevur verið mær til so stóra hjálp, og eg eri glað og heldig at hava teg [...] hugsaði um at gerast skipari akkurát sum tú, og sum lítil, og enn tann dag í dag, elski eg at hoyra fólk siga at eg líktist tær babba. Eg havi so nógv góð minnir…tú og mamma vóru so ófør at gera útfluktir við [...] eru fast prentaðir í mínum minni. Náttúran og djórini hava altíð haft mín stóra áhuga, og tað visti tú babba. Tú rópti eftir mær, tá okkurt spennandi var, og vakti meg um náttina, tí stórhvalur sást, so
fúsur og ferðugur – líka inntil síðsta summar, tá knappliga høgg sást á føti og tann altíð bragdliga og káta røddin viknaði. Tú fór á eldrasambýli, fyrst í Vági, síðan á Tvøroyri, har góðar hendur vóru [...] á Bakka og vit fóru av har. Men onkuntíð, tá bussurin ikki fór suðurum og vit fóru av á Gørðunum, so vóru vit vísir í, at abbi hevði eyguni eftir okkum, og so kom hann kvikliga eftir Sandinum og tók eina [...] sumri og heysti tók tú, abbi, okkum við á fjall. Lærdi okkum at klippa seyð og at fletta. Ja, í heila tikið allastaðni, har seyður var og tú varðaði av honum, hevði tú okkum við – á Homrunum og í Botni
var ov stutt og avstandurin ov langur til tíðir. Nú tú ert farin, ert tú komin heim til Harran sum tú trúði fult og fast á, og tú legði alt í hansara hendur. Nú er tú komin heim til tín og tíni. Eftir sita [...] kundi. Tá familian hevur mist, og stóð í neyð, tókst tú tær av børnunum, og hevur uppfostra tey sum tíni egnu í stytri ella longri tíð. At tú hevur havt tað bæði ringt og samstundis gott sást væl á tínum [...] at seta teg inn í støðuna og dugdi altíð at síggja tað positiva í øllum. Og tað var júst tað sum eyðkendi teg, lívsgleðin. Sjálv hevur tú verið sjúk stórsta partin av lívinum, og hevur yvirvunnið mangt,
stak fitt og evnarík genta, og gjørdist sjálvsagt teirra eitt og alt. Meðan tey búðu í Gr. Kambansgøtu høvdu tey eina lítla prentsmiðju, har skósmiðjan hjá Pola hevði verið. Har stóð Sólrun ofta og legði pappír [...] foreldur ikki fáa, og slíkt ber illa til at koma yvir. Men lívið mátti halda fram, og hetta dugdu tey sum so væl. Í 1994 doyði Niels Juel, og nú var Sólrun einsamøll eftir. Hon gjørdist meira og meira innisæl [...] húsini á Ternuryggi tóm. Øll eru tey farin í Harrans hendur, og eingin er at taka við. Men minnið um tey øll fer tó at liva hjá okkum, sum varaðu av og annars hjá teimum, sum vóru um Sólrun. ---- Óli