Til minnis um mammu mína Hjørdis Djurhuus

fødd 27. apríl 1910 deyð 3. juli 2006

Tú hvarv um sýn,

- nú er kvirt -

tagnað er fjálga røddin,

ið varliga streyk hvørt tárið burt,

ið vitjar frá lívsins morgni.


Troyttar hendur hvíla nú,

tær høvdu ein langan róður.

Lívið breyt í bæði borð,

tá børn løgdu inn áðrenn móðir.


Tøkk fyri minnir

tú gavst her á fold,

bæði í sorg og gleði,

tøkk fyri ríku gevandi orð

perlur á lívsins vegi.


Hvíl í friði góða mamma.


Kristin