Tað vóru tungir dagar, tá mamma varð tikin frá okkum, bert 63 ára gomul. Eitt ljós var slóknað, ein eingil var fluttur heim til Harran. Tað er ongin og onki, sum kann erstatta mammu.
Mamma var bert 17 ára gomul, tá hon fekk tað fyrsta barnið, og tá hon var 25 ár, átti hon fimm børn, Maritu, emil og so okkum trý, Gunnar, Julian og meg, sum eru tríburðar, og tá hon var 32 fekk hon lítlusystur Katrin, so tað hevur mangan verið ógvuliga strævið. Pápin var altíð á sjónum, so hon mátti klára alt heima, men ongantíð hoyrdi eg hana gremja seg. Tað, sum mamman livdi fyri, var pápan og okkum børn, og síðan ommubørnini.
Tað, sum sermerkti mammu var, at hon ofraði seg fyri okkum øll, tonkti aldri upp á seg sjálva, men livdi fyri at hjálpa øðrum.
Saknurin er stórur hjá tær, góði pápi, og eisini hjá tykkum í Dali, sum øll vóru hennara vinir. Tað vóru altíð nógv fólk, sum komu á gátt heima hjá okkum í Dali, mamma hevði altíð stundir at seta seg niður at práta, var altíð klár við einum drekkamuni.
Saknurin er ómetaliga stórur, men tað er gott at vita, at ein dag so síggjast vit aftur heima hjá Jesusi, har ongin skilnaður verður meira.
Tvær ídnar hendur hava lagt árarnar inn í dag,
eitt hjarta eitt gull hevur sligið sítt síðsta slag,
tað ljósið vil altíð í okkara hjørtum vera,
saknin av tær vit mugu bera.
Ærað veri minni um mammu mína.
Hedvig