Eg lati hurðina upp í barnaheimi mínum. Fari inn. Eg steðgi á eina løtu í gongini, manni meg upp, at fara víðari.
Tað er fyrstu ferð, síðani mamma fór, at eg eri her norðuri. Her er so stilt og kalt at koma inn. Eg fari ein túr runt í heiminum, og so inn aftur í stovuna.
Eg leggi meg á sofuna í frakkanum. Sorgin og saknurin níva.
Meðan eg liggi soleiðis, renna minnini fram fyri meg.
Tankarnir leita aftur á barnadagarnar. Eg minnist eitt heim fult av lívi. Har mamma var miðdepilin. Full av kærleika til okkum.
Eingin ivi var um, at lívið hjá henni snúði seg um okkum.
At hon hevði nógv at gera, tá vit vóru børn, minnist eg væl.
Tá var posthúsið og handil heima hjá okkum. Harafturat var kúgv, seyður og annað tílíkt at takast við. Hetta hoyrdi tíðini til.
Men hóast tað, gav hon sær altíð tíð til okkum.
Vetrarkvøldini spældi hon ymisk spøl við okkum, segði frá søgum og sang úr Guds fólk sangbók. Hetta vóru ríkar løtur.
Soleiðis dugdi hon so væl at vísa okkum, hvussu stóran týdning vit høvdu fyri hana. Hennara umsorgan var stór.
Men eydnuríku barnadagarnir gingu skjótt.
Soleiðis gingu árini og ommubørnini komu.
Henni dámdi so væl at fáa vitjan, jú fleiri, jú betri.
Tá livdi hon mitt í verðini, millum børn, verbørn, ommubørn og langommubørn. Og nógv vóru vit mangan.
Hon plagdi at spyrja, meðan hon hugdi útgjøgnum vindeyga »Hvør man fara at koma í dag?«
Altíð kom onkur at vitja, og øll vóru vælkomin.
Mamma mintist hvønn føðingardag hjá øllum, og vit vóru ikki so fá. Ikki minni enn 35 ommubørn og enn fleiri langommubørn untist henni at fáa.
Soleiðis fylgdi hon væl við øllum sínum.
At vera omma var nakað henni dámdi væl.
Tá ommubørnini vóru lítil, var hon væl fyri.
Hon visti so væl hvat børnunum dámdu. Hon plagdi at hava nýbakaðir bollar, heitt kakao og róma standandi á borðinum, tá vit komu.
Altíð hevði hon onkra søgu at fortelja børnunum.
Tá vit høvdu verið og vitjað, plagdi hon at fylgja okkum út til bilin.
Tey síðstu orðini hjá henni vóru altíð, áðrenn vit skiltust: »Jesus veri hjá tykkum og takk fyri alt. Ringið tá ið tit eru komin heim«.
Hon hevði ongan frið á sær, fyrrenn hon visti, at vit vóru komin heim í øllum góðum.
Hesi orð segði hon líka til tað síðsta.
Soleiðis var hon. Hennara umsorgan viknaði ongantíð. Hugsaði altíð um hini. Lítillátin og takksom fyri alt.
Mamma gjørdist nú meira og meira óhjálpin. Hon róði nú seinasta teinin. Stavnhaldið var Himmalin. Hon náddi ein høgan aldur ? 86 ár.
Eg eri sera glað og takksom fyri, at mær eisini untist at vera um hana og hjálpa henni, til hon at enda trygt legði seg í Harrans hendur.
Nú er mamma farin. Hon er nú saman við babba í Himlinum.
Saknurin er stórur, men minnini um tykkum bæði liva.
Ein dóttur









