størvini á sjúkrahúsunum. Men gongdin undir verandi læknavaktarskipan í Norðoyggjum og pørtum av Eysturoynni ger, at læknar heldur ikki støðast á sjúkrahúsinum. Tí óskipað trýst verður lagt á forvaktina [...] hesi viðurskifti í rættlag fyri at fyribyrgja, at virksemið á sjúkrahúsinum eisini fer fyri bakka. Verður tað úrslitið, stendur norðurøkið heilt á berum, tá um bráðfeingis læknahjálp ræður og tað kann als [...] fjar frá brúkaranum, er ov nógv miðsavnað um Landssjúkrahúsið, leggur óskipað og nógv trýst á vaktarskipanina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og skapar harvið ótryggleika og ónøgd millum brúkarar og starvsfólk.
í Sandoynni, Stóru Dímun og á Viðoynni hava menn verið í bakka og bjørgum eftir nátaeggum, eins og gjørt hevur verið í mong ár. Leygardagin 22. mai vóru sandoynigar Yviri á Egg og tóku nátaegg. Tað eru [...] hetta gongur út yvir fuglastovnin. Tekur tú hinvegin ein nátunga á sjónum, verpur hann ikki aftur. In.fo hevur eisini skift orð við ungan mann á Viðareiði, Sørin Kallsgarð Sørensen, sum saman við øðrum var [...] langt niður. Sørin Kallsgarð Sørensen vísir á, at hin stóri dagurin hjá teimum eftir nátaeggum í ár var hin 23. mai. - Tá vóru vit Uppi í Rivi. 13 mans vóru við á ferðini. Her verður farið við báti, og henda
Tvøroyri inn á Svangaskarð at stuðla føroyska landsliðnum og einamest bygdamanninum. Øll vóru tey íklødd eyðkendu T-troyggjuna, sum framman hevði eitt stórt tveytal og Óli skrivað á, meðan tað á baksíðuni [...] ímóti skotum á Pittodrie Stadium í Aberdeen seinasta heyst, var Óli Johannesen helst besti leikarin á føroyska liðnum. Í dystinum leygardagin var Óli aftur millum teir bestu, og tað sæst ikki á honum, at [...] uppiborið tað. Hetta er ein tann besti dysturin, sum vit hava spælt á Svangaskarði. Spælið hjá okkum gekk væl, tá vit vóru komnir upp á pláss, og eg haldi, at vit spældu fult upp við teir, bæði tá teir vóru
metti, at góður lærari hevur verið í Sandvík í skúladøgum Martins, tí seinni á Háskúlanum og á Læraraskúlanum var hann ofta havdur á munni, sum dugnaligur næmingur. Lærari í Sandvík tá var Theodor Dahl og tey [...] skúlanum, hóast hetta ikki var vanligt allastaðni tá á døgum. Rikard Long heur seinni skrivað um Martin, at hann er besti næmingur, ið hann hevur havt á Læraraskúlanum. Hanus umrøddi mannin, lívleið og samtíð [...] hansara, Jóhannes Enni, helt fyri 20 árum síðani. Millum annað varð komið inn á, at Barnablaðið var við til at fáa gongd á skrivingina hjá Martini. Ein av fyrireikarunum, Rannveig Hovgaard, las síðani
vinnupolitikkin aftur á beint, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í nýggjastu ársfrágreiðingini. Vinnupolitikkurin í Føroyum er ov tilvildarligur og óstøðugur. Hetta ger, at føroyska vinnulívið á fleiri økjum ikki [...] ta fíggjarorku, vit hava, sigur felagið. Føroya Arbeiðagevarafelag undrast á politiska atgerðaloysi, nú bygnarligt hall er á fíggjarlógini. Úrslitið verður, at vinnulívið, sum skal standa fyri einum komandi [...] Arbeiðsgevarafelag ikki vera nøktandi. Felagið vísir á, at leisturin í seinastuni hevur verið, at almennur stovnar bjóðar uppgávur út, sami stovnur bjóðar upp á arbeiðið og sami stovnur ger eisini av, hvør skal
hava hjallin á sjógvinum. Forfedrar okkara lærdu at nýta havið kring oyggjarnar, teir lærdu streym og dugdu at skyna á veðri, hóast teir eingi tól høvdu til taks. Teir vistu, hvussu tað rak á hvørjum tanga [...] her, tað man fara at verða høvi til tess eina aðru ferð. Hinvegin bendir alt á, at gamla vinnumentanin, útróðurin er komin á fallandi føti. Í blaðnum her í gjár høvdu vit eina frásøgn frá royndum útróðrarmanni [...] fyri bakka, so er nógv mist í Føroyum. Vit fáa ikki bert ein reint búskaparligan miss – vit verða eisini fyri einum mentanarligum og siðsøguligum missi. Víst eru royndirnar hjá teimum gomlu festar á blað
Rækjuvinna Rækjuskipið Napoleon, sum løgtingsmaðurin, Tórbjørn Jacobsen er reiðari á, er lýst at fara á tvingsilssølu um nakrar vikur. Tað er Føroya Sparikassi, sum eigur 1. veðrætt í skipinum, ið hevur [...] Jacobsen sigur, at Napoleon bleiv lagdur í september í fjør eftir, at tað bara hevði gingið niður á bakka, og peningur fossaði út úr kassanum, sum hann tekur til. - Rækjuprísirnir høvdu gingið niðureftir [...] skipið nú verður selt á tvingsilssølu. - Føroya Sparikassi hevur ikki strekt seg til nakað sum helst, og eg vil siga, at millum partarnar hevur at kalla eingin dialogur verið. Tað skilst á Tórbirni, at hann
byggingini av suðuroyarskipinum? 2. Er tað rætt, at trupulleikar eru staðfestir viðvíkjandi stabilitetinum á nýbygninginum? 3. Er tað rætt, at danska sjófartsstýrið er komið uppí, og at tað hevur virknan leiklut [...] suðuroyarskipið verður liðugtgjørt í Føroyum? Finnur harmast og ræðist Finnur Helmsdal leggur dent á, at hann reisir ikki málið fyri at seta byggingina av suðuroyarskipinum í ringt ljós. ? Heldur verður [...] Suðuroynna. ? Tí bæði harmar og ræðir tað meg at hoyra, at øll verkætlanin kanska er um at fara fyri bakka. Finnur Helmsdal sigur, at sjálvandi er tað ein vanlukka, um 300 milliónir krónur fara fyri skeyti
onnur standa sum kánus, tá ið tey hoyra navnið á nýggja landsliðsspælaranum, so er okkurt sum bendir á, at her er talan um góðan styrk til álopsspælið á landsliðnum. Christian Holst Lamhauge er 21 ára [...] tiltikin fótbóltsspælari. Eyðfinn Lamhauge var ein av profilunum á unglingaliðnum hjá HB, sum vann FM í 1967, og árið eftir kom hann á fyrsta sinni á 1. lið í HB. Eyðfinn var skilagóður spælari, sum spældi í [...] hesaferð eyðsýntur á liðnum. Lyngby vann dystin 3-2. ? Sunudagin ringdi Henrik Larsen aftur til mín og segði, at hann fór at taka meg út til føroyska landsliðið. Hetta kemur óvart á meg, men tað er fantastiskt
í vanda fyri at missa sítt livibreyð. Tað sigur Poul Martin Petersen á Norðfra í Danmark. Hann sigur, at tiltikna springaradrápið á Skálafjørðinum, er ein dýr søga fyri Norðfra í Danmark. Hann sigur, at [...] ein rullandi reklamusúla, sum vísti seg í hvørjum króki í Danmark. Fólk steðgaðu okkum á vegunum og koyrdu aftan á bilinum fyri at fáa fisk úr Føroyum, sigur hann. Men hann sigur, at seinnapartin sunnudagin [...] føroysku litirnir, sum fyrr seldi vøruna, er nú ein vansi fyri tey á Norðfra. Teir føroysku litirnir og “Fisk fra Færøerne” eru ein vansi at hava á bilunum. Dagarnir vera brúktir til at verja seg ímóti álopum