Meðan nøkur gjørdust mett eina løtu, eru onnur í vanda fyri at missa sítt livibreyð. Tað sigur Poul Martin Petersen á Norðfra í Danmark. Hann sigur, at tiltikna springaradrápið á Skálafjørðinum, er ein dýr søga fyri Norðfra í Danmark.
Hann sigur, at síðani Norðfra í Danmark varð stovnað fyri góðum fýra árum síðani, hava tey fingið rættiliga gott orð á sær í Danmark. Hann sigur, at Norðfra skuldi vera ein reklamusúla fyri Føroyar í Danmark og hesa tíðina hava tey fingið nógv og trúgv viðskiftafólk.
– Bilurin bleiv ein rullandi reklamusúla, sum vísti seg í hvørjum króki í Danmark. Fólk steðgaðu okkum á vegunum og koyrdu aftan á bilinum fyri at fáa fisk úr Føroyum, sigur hann.
Men hann sigur, at seinnapartin sunnudagin 12. september fekk alt ein bráðan enda, tí tá fór virðingin fyri tí føroyska fyri bakka. Hann sigur, at ein ein partur av viðskiftafólkunum hava vent teimum bakið og einstórur partur av tí arbeiði, tey hava bygt upp, er farið fyri skeytið.
– Í einum samfelagi har djóravælferð, umhvørvi, burðardygg veiða, og kjøtfríir dagar, eru ALT, fór virðingin fyri føroyingum upp á ein tíma. Nú eru vit barbarar, ið einki leggja í djór og pína tey til deyðis, sigur Poul Martin Petersen.
– Vit vita, at hetta er einstáttað hugsan, men soleiðis er støðan - og hana mugu vit fyrihalda okkum til. Bara reindyrkaðir føroyavinir skilja hana og halda enn av føroyingum, sigur hann.
Í einum tíðindaskrivi nevnir hann eisini nøkur dømi um, hvussu gerandisdagurin hevur verið síðani “den blodige delfinmassakre”, sum tað verður kallað:
– Vit fáa ótýdlig teldubrøv sendandi, ágangandi skriv umvegis facebook og vera boykottað av fólki, sum heita á onnur um at gera tað sama.
– Vit fáa “fingurin”, tá vit eru úti og koyra og vera rópt eftir: “Skrubba av heim”.
– Tann størsti kundin er farin. Hesin vil ikki lata seg samantvinna við nakað, ið er føroyskt av ótta fyri avleiðingunum.
– Vit hava eisini verið noydd til at avlýsa øll tiltøk fram til jóla - tíðin, ið plagar at vera okkara hásesong.
– Handilslýsingar eru tiknar aftur, tí tær øsa fólk - alt føroyskt øsir fólk í løtuni.
Hann sigur, at hetta er dýrt fyri Norðfra, bæði menniskjaliga, í arbeiðstíð og í umsetningi, og tað fer at taka drúgva tíð at byggja uppaftur. Ímeðan nøkur gjørdust mett eina løtu, eru onnur í vanda fyri at missa sítt livibreyð, leggur hann afturat.
Teir føroysku litirnir, sum fyrr seldi vøruna, er nú ein vansi fyri tey á Norðfra. Teir føroysku litirnir og “Fisk fra Færøerne” eru ein vansi at hava á bilunum. Dagarnir vera brúktir til at verja seg ímóti álopum frá uppøstum fólki, og sølan dalar støðugt.
Hann sigur, at springaradrápið er farið um alla verðina og hann vónar, at føroyingar viðgera støðuna í tí álvara, hon má viðgerast í.











