vatnflóð. Í indisku landspørtunum Assam og Bihar standa minst 300.000 hús undir í vatni, og bjargingarliðini siga, at vandi er fyri, at uppaftur nógv fleiri hús verða rakt av vatnflóðini. Í Bangladesh [...] bara India og Pakistan, sum eru rakt av ódnarveðrinum. Í Filipsoyggjunum og í Suðurkorea herjaðu melduródnir um vikuskiftið, og minst 15 fólk skulu hava latið lív í teimum báðum londunum. Eisini hinumegin [...] vatnflóð rikið fólk frá húsum. Í Texas í USA hevur tað regnað so illa, at áirnar eru farnar upp um bakkarnar, og nógv hús standa undir í vatni. Stjórnin hevur lýst partar av statinum sum vanlukkuøki.
ikki standa við orðini í eini politirapport, sum hann sjálvur hevði skrivað undir. Hesin maðurin er ikki ákærdur í sambandi við narkomálið. Hann varð innkallaður í sambandi við eina av ákærunum, ið snúði seg [...] seg um smugling av hassji, sum var goymt í nøkrum teldubløðum. Hesi bløðini vóru vakumpakkað, og hassjið var goymt í útholaðu bløðunum. Tann ákærdi er ákærdur fyri at hava staðið fyri hesi smuglingini [...] greiddi vitnið frá. Hann vildi tó ikki seta tann ákærda í samband við hesa smuglingina, hóast hann í politirapportum, er siteraður fyri at siga, at ein av vinmonnum hansara, sum eisini er skuldsettur, lat tí
alibrúkið í Haraldssundi er rakt av ILA. Royndir vórðu tiknar í ringunum í síðstu viku, og tær eru kannaðar bæði í Føroyum og í Danmark, og allar royndirnar vóru positivar. Í sambandi við staðfesting av smittuni [...] alibrúkið í Hvannasundi og síðani alibrúkið við Kunoyarnes. Nú er tað so alibrúkið í Haraldssundi, sum er rakt av herviligu smittuni. Peter S. Østergaard váttar, at talan er um smolt, sum er í ringunum [...] Óviðkomandi skip og bátar skulu halda seg í minsta lagi 500 metrar burtur frá alibrúkinum í Haraldssundi. Hetta er tað triðja alibrúkið hjá Faroe Salmon, sum nú er rakt av ILA, og tað er óivað ein dyggur smeitur
fólk uttan av landinum inn í teir stóru býirnar. -Í 2050 verða umleið níggju milliardir fólk í heiminum, og okkara framrokningar vísa, at av teimum fara seks milliardir at búgva í býunum. Og av teimum seks [...] umleið 3,5 milliardir at búgva í fátækrabýlingum, sigur Anna Tibaijuka. Sum er búgva umleið 550 milliónir fólk í fátækrabýlingum í Asia, í Afrika er talið 187 milliónir og í Latínamerika 128 milliónir. [...] Innihaldið í einari nýggjari frágreiðing hjá búsetingarstovninum hjá ST, HABITAT, er skelkandi. Sum er búgva ein triðingur av heimsins býbúgvum í fátækrabýlingum, og tað verður nógv verri enn. Stjórin í HABITAT
Meitel (bass og slagverk). Konsertin verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin klokkan 16.00, og atgongumerki fáast í forsølu í Norðurlandahúsinum og í Kunningarstovuni í Havn. [...] fyrstu døgunum í hesum árinum. Hetta var ein fløga við popptónleiki, sum tó eisini fer sær dælt av tónum og ljóðum, sum verða meira brúkt í øðrum tónleikastílum. Ein spennandi fløga, har Unn Patursson gekk undan [...] sangir av útgávuni Gloymska við Grape, sum bólkurin fer at spæla í Norðurlandahúsinum sunnudagin. Harafturat hevur bólkurin eisini vant gomul og kend løg, sum tey fara at framføra sínar egnu útgávur av. Tey
12 fjórðingar úr landi. Við víðkannini av friðingini av kassa 1 í vágahavinum er tað givið, at teir bátar í vanliga troyta hesa leiðir, vegna núverandi stogsli í vágahavinum, allir koma norðurum at royna [...] Hvannasund og Norðdepil er ein týðandi partur av landsins inntøku, sum gevur livibreyð til nógvar familiur um hesar leiðir. Stemmu fiskarí gevur lítið í landskassan í mun til rokfiskarí, men tá Jørgen Niclasen [...] hvør rættast er at sita við róðri í einum so týdningarmiklum starvi, vit sum hava hetta sum livibreyð høvdu ikki roknað við at fólkaflokkurin fór at stinga okkum so meint í ryggin nú valið stendur fyri durum
ikki er gott fyri okkurt, eg meini tað. Elis hevur tíbetur hildið lív í hesum og tikið hettar upp í sínum sendingum á Frívaktini av og á, stóra tøkk fyri tað Elis. [...] myndugleikar vísa einum parti av fiskivinnuni, her er eingin flokkur undantikin. Lágt liggja tit, tví skammið tykkum!!! Nú stundir til val, og nú skulu helst fleiri gera sær dalt av hesum, onki er so ringt, [...] akuttur tørvur, ið skuldi loysast skjótt, var hildið, men vit fingu annað at síggja. Hettar er tað stutta av tí langa. Hettar mál hevur nú á níggjunda árið sløðst, sum bukka millum sengur, men enn er onki hent
and Føroya roynir at fylgja við í altjóða krøvum, sum sett verða ítróttarsambondum kring heimin. Í vár verða fyrstu dopingroyndirnar tiknar av føroyskum ítóttarfólki í Føroyum. Hetta hevur aðalfundurin [...] n hjá ÍSF samtykt, og tað verður nú sett í verk. Skyldu at taka royndir ÍSF sigur í tíðindaskrivi, at øll ítróttarfólk hava skyldu til at luttaka í eini dopingroynd, um tey verða innkallað til eina slíka [...] lata dopingroynd, verður tað mett sum ein positiv roynd. Tveir triðingar av royndunum verða gjørdar undir venjing, og ein triðingur av royndunum verður framdur eftir kappingar og dystir. IOC hevur ein lista
mála leiðslu í skjáttuni, tá tær fóru noðrur til Klaksvíkar, vóru VB genturnar helst favorittar at tryggja sær finalusessin í Coca-cola kappingini hjá kvinnum. Hóast favorittar, so ivaðust fá í, at tað fór [...] og úrslitið varð at enda, at fimm mála leiðslan varð økt upp í sjey. Móti endanum av dystinum royndi Stjørnan seg annars við mansverju av trimum leikarum, men einki hjálpti, og so hvørt sum tíðin leið [...] alsamt størri. Fagnaðurin var so ikki uttan orsøk, tí VB er nú í steypafinaluni annað árið á rað. Í fjør taptu tær tepurt fyri Kyndli, og í ár verður tað so VÍF, sum tær skulu takast við.
Í einstøkum skúlaflokkum í Havn eiga meira enn triðingur av næmingunum prutl. Næmingarnir ganga í einstøkum førum saman um at keypa fleiri sama slag ?scootarar?, og søgur ganga millum næmingarnir um, at [...] tað er at siga, at tey spjøldrini, prutlini høvdu, vóru tryggingarspjøldur, latin av Tryggingarfelagi Føroya, og ikki av Bileftirlitinum. Síðani Tryggingarfelagið gavst at nýta hesi spjøldur hava prutlini [...] løgreglan eisini hald á prutlið. Løgreglan upplýsir, at tey hava hoyrt søgur um ólógligu viðgerðina av prutlunum, men eingin ákæra er enn reist móti nøkrum seljara fyri ólógligu ?tuningina?, tí løgreglan