Hondbóltur
Stjørnan-VB 23-25 (12-13)
Við eini fimm mála leiðslu í skjáttuni, tá tær fóru noðrur til Klaksvíkar, vóru VB genturnar helst favorittar at tryggja sær finalusessin í Coca-cola kappingini hjá kvinnum.
Hóast favorittar, so ivaðust fá í, at tað fór at gerast torført hjá teimum. Skaðar og leikbann høvdu við sær, at tríggjar av týdningarmestu leikarunum vorðu burturfrá, og tí kundi kanska roknast við, at talan fór at gerast um eina kapprenning millum Stjørnuna og tíðina.
Hetta gjørdist tó ongantíð talan um. Bert ein lítla løtu av dystinum var líkt til, at Stjørnan skuldi fara avstað. Hetta var tíðliga í seinna hálvleiki, men VB fann tó bæði neyðugu orkuna og spælið fram, og úrslitið varð at enda, at fimm mála leiðslan varð økt upp í sjey.
Móti endanum av dystinum royndi Stjørnan seg annars við mansverju av trimum leikarum, men einki hjálpti, og so hvørt sum tíðin leið, gjørdist fagnaðurin á VB beinkinum alsamt størri.
Fagnaðurin var so ikki uttan orsøk, tí VB er nú í steypafinaluni annað árið á rað. Í fjør taptu tær tepurt fyri Kyndli, og í ár verður tað so VÍF, sum tær skulu takast við.