Dopingroyndir gjørdar í vár

ÍSF hevur boðað frá, at tað fer undir at taka dopingroyndir av ítróttarfólki í vár. Hetta er samtykt á aðalfundi

Ítróttarsamband Føroya roynir at fylgja við í altjóða krøvum, sum sett verða ítróttarsambondum kring heimin. Í vár verða fyrstu dopingroyndirnar tiknar av føroyskum ítóttarfólki í Føroyum.
Hetta hevur aðalfundurin hjá ÍSF samtykt, og tað verður nú sett í verk.

Skyldu at taka royndir
ÍSF sigur í tíðindaskrivi, at øll ítróttarfólk hava skyldu til at luttaka í eini dopingroynd, um tey verða innkallað til eina slíka. Um ítróttarfólk nokta at lata dopingroynd, verður tað mett sum ein positiv roynd.
Tveir triðingar av royndunum verða gjørdar undir venjing, og ein triðingur av royndunum verður framdur eftir kappingar og dystir.
IOC hevur ein lista yvir evni, ið eru bannað hjá ítróttarfólki at nýta. Um hesi evni verða funnin í land- ella blóðroyndum verður tað mett sum doping.
Dopin snýr seg tó ikki bert um tey ólógligu evnini, men eisini um framferðarhættir, ið kunnu káma ella fjala nýtsluna av ólógligum stimbrandi evnum.
ÍSF hevur sett eina dopingeftirlitsnevnd, og tað verða fólk úr hesi nevndini, ið fara at taka royndirnar. Tey eru tvey í tali, sum í vár fara at kanna, um føroysk ítróttarfólk nýta ólóglig stimbrandi evni eins og óteljandi útlendsk ítróttarfólk.