Í einstøkum skúlaflokkum í Havn eiga meira enn triðingur av næmingunum prutl. Næmingarnir ganga í einstøkum førum saman um at keypa fleiri sama slag ?scootarar?, og søgur ganga millum næmingarnir um, at onkur seljari ?tunar? motorarnar fyri teir, so prutlini koyra yvir 90 km/t. Hetta er ólógligt, og gevur hækkandi bøtur fyri hvørja ferð, ein tílíkur verður tikin triðu ferð leggur løgreglan eisini hald á prutlið.
Løgreglan upplýsir, at tey hava hoyrt søgur um ólógligu viðgerðina av prutlunum, men eingin ákæra er enn reist móti nøkrum seljara fyri ólógligu ?tuningina?, tí løgreglan hevur einki stakt mál, har nakar stendur fram sum vitni.
Tørvandi nummarspjøldur Fólk, serliga í Havnini, finnast at, at tey illa fáa boðað frá ólógligari prutlkoyring, tí øll prutlini tykjast rættiliga eins, og eingi frámerki eru longur á prutlunum, so tey kennast ikki at. Spurt verður, hví prutlini ikki hava nummarspjøldur longur. Til tað er at siga, at tey spjøldrini, prutlini høvdu, vóru tryggingarspjøldur, latin av Tryggingarfelagi Føroya, og ikki av Bileftirlitinum. Síðani Tryggingarfelagið gavst at nýta hesi spjøldur hava prutlini eingi frámerki havt. Løgreglan upplýsir, at tað hevði verið ynskiligt við nummarspjøldrum.










