Faroe Salmon fekk mánamorgunin tey tungu boðini frá Peter S. Østergaard, leiðara á Fiskasjúkudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, at alibrúkið í Haraldssundi er rakt av ILA.
Royndir vórðu tiknar í ringunum í síðstu viku, og tær eru kannaðar bæði í Føroyum og í Danmark, og allar royndirnar vóru positivar.
Í sambandi við staðfesting av smittuni fer landsstýrið at steingja økið fyri at forða fyri, at smittan breiðir seg enn meira. Óviðkomandi skip og bátar skulu halda seg í minsta lagi 500 metrar burtur frá alibrúkinum í Haraldssundi.
Hetta er tað triðja alibrúkið hjá Faroe Salmon, sum nú er rakt av ILA, og tað er óivað ein dyggur smeitur hjá fyritøkuni. Fyrst var tað alibrúkið í Hvannasundi og síðani alibrúkið við Kunoyarnes. Nú er tað so alibrúkið í Haraldssundi, sum er rakt av herviligu smittuni.
Peter S. Østergaard váttar, at talan er um smolt, sum er í ringunum, og tá er fíggjarligi missurin munandi størri, enn um talan var um størri fisk.
Sosialurin gjørdi fleiri royndir at fáa fatur á Jón Purkhús, stjóra í Faroe Salmon, eftir at Peter S. Østergaard hevði váttað tíðindini, men hetta eydnaðist tíverri ikki.