hildu vit, at tíðin var komin til at fáa virksemið undir meira skipað viðurskifti, sigur Una Hansen. Hon sigur, at tað heilt frá byrjan hevur verið stórur áhugi vístur fyri hesum tiltakinum, og at tað munnu [...] Vit hava varhugan av, at talan í mesta lagi er um føroyingar, sum keypa, men útlendingar leggja eisini nakað av peningi eftr seg, sigur Una Hansen. Ætlanin er í ár at far undir at fáa betri hagtøl, og tí [...] stig tikin til at hava eitt sølustað opið um sumrarnar, og nú heldur hetta virksemið fram, bara undir meira skipaðum viðurskiftum. Tað vóru eg og Jana Holm, sum í 2007 tóku stig til at hava eina heima
gagnnýtti til fulnar, at VB einki stig fekk hetta umfarið. Tær gjørdu av við kyndilskvinnur við at vinna stórt 31-21, og við sætta sigrinum á rað liggja nú sera væl fyri í mun til at røkka FM-finaluni Pætur [...] Stjørnuni vistu, at tær á pappírinum høvdu eina yvirkomiliga uppgávu, meðan argasti kappingarneytin, VB, hevði sera trupla uppgávu í at møta Neistanum. Tískil kundu tær bara vóna, at Neistin vann á VB [...] tær í Stjørnuni fegnast um, at argasti kappingarneytin, VB, tapti heimadystin ímóti Neistanum. Hetta ber í sær, at Stjørnan í løtuni er fýra stig frammanfyri VB í stríðnum um at koma í FM-finaluna saman við
Søgan er hon, at ein genta í 1300 talinum hevði fingið ein so vakran ring. Men hon vildi so fegin, at ringurin gjørdist størri, og tí fann hon upp á ráð, at leggja ringin í eina eskju saman við einum ormi [...] tað er tí, at tað nú bara við hvørt hepnast hjá orminum at stinga ryggin burtur úr ánni. So seint sum í vár, greiddi frásøgumaðurin frá, hevði tað hepnast einnum bónda, einum gomlum manni, at fáa tikið [...] fór gentan at kanna eftir, um ringurin var vorðin størri, men ólukkutíð var ringurin líka lítil og smekkur, sum hann altíð hevði verið. Hinvegin var ormurin vaksin ógvuliga nógv, og var um at bresta eskjuna
valdu politikararnir eiga at ganga á odda. Tað er tað, teir eru valdir til at gera. Og var so alt nógv betur fyrr í tíðini? Fyri tað fyrsta, so er ein gomul og vælprógvað sannroynd, at teir 'góðu, gomlu dagarnir' [...] av tí illa, soleiðis at bert teir góðu partarnir standa eftir. Fyri tað næsta, so er fortíðin farin og kemur aldrin aftur. Ein politikari eigur allarminst av øllum at gráta yvir at tíðin við tíðini gerst [...] eigur í slíkum føri at avloysa hann, ongantíð ov skjótt. Men tað, sum vit í mongum førum eru vitni til, er , at fullkomuliga visiónsleysir breyðpolitikarar, ið ofta ikki klára at loysa egnu trupulleikar
Djurhuus, sum hugmynd til at siga eina søgu um drongin, sum leitar sær burturúr tí heimliga og út í alheimin at vinna sær eydnuna, úr Fjallafonn til Bábylon. Hetta er ein roynd at nútímansgera kenda barnasangin [...] verða lagdur á Føroya søgu, á málið, at fortelja, syngja, ymisk náttúrufyribrigdi og tulka eina søgu. Afturat sær hevur Helena fingið Sigrun Davidsen at hjálpa sær við at skipa fyri tiltakinum. Tær hava fyrr [...] hendir á leiðini, og ikki einans um tað - at finna Bábylon. Tað var meðani Helena var í starvslæru á heimskenda dukkuteatrinum í Tallinn í Estlandi, Eesti Nukuteatri, at dukkuleikur gjørdist hennara hjartamál
lívstryggingarfelagnum.?? Hetta hevur havt við sær, at talið av tænastumonnum í starvi er minkað munandi seinastu árini, serliga av tí at landið er givið at seta tænastumenn á skúlaøkinum í 1997 og á sers [...] uppgerð, Fíggjarmálaráðið hevur gjørt. Fíggjarmálaráðið hevur havt serfrøðing at gera upp, hvussu nógv, landskassin noyðist at rinda í pensjónum til tænastumenn Úrslitið er 3,4 milliard krónur. Her eru [...] pensjónirnar til politikarar ikki taldar upp í. Tað verður ikki liðugt at rokna tær út fyrrenn seinni í ár. Gjørt verður kortini vart við, at, hvussu stór upphæddin er, valdast alt um rentustøðið, so talan kann
Ætlanin er , at sjókaðalarnir verða umvældir seinni í ár, so at fjarskiftistænasturnar hjá Suðuroy og Sandoy aftur verða framtíðartryggjaðar. Arbeitt verður við at fáa eitt serútgjørt skip at koma til Føroya [...] aftur. Føroya Tele sigur, at radioleinki eru sett upp, ið tryggja somu ferð, og seinni í ár verða slitnaðu sjókaðalarnir umvældir Ein loysn er nú fingin við radioleinkjum, ið gera, at fjarskiftistænasturnar [...] FT Net hevur síðan slitið arbeitt av øllum alvi við at gera eina loysn, har nýggjar linjur eru settar upp við radioleinkjum. Loysnin tryggjar, at ferðin á breiðbandinum og øðrum fjarskiftistænastum í
líðandi, so at allir bussarnir hava fingið hana í oktober. Hinvegin verður skipanin ikki sett í skipini fyrrenn einaferð næsta ár. Við hesi nýggju skipanini verður umhugsað at venda aftur til, at ferðaseðlar [...] heldur enn fleiri, sigur Joan B. Poulsen. Vit spurdu hana um hon ikki heldur, at ferðafólk fara at taka tað sum eitt afturstig, at tey skulu keypa ferðaseðlar báðar vegir. - Sum sagt er avgerð ikki tikin um [...] eisini tann vansan, at hvørja ferð, hagtøl skulu skrásetast, skal ein lutur í maskinuni takast úr og berast inn á Strandferðsluna tað verður gjørt einaferð um vikuna. Tað merkir, at tað gongur ein vika
Tað var púra óvæntað fyri okkum, at teir vóru so vánaligir, sum teir vóru í fyrra hálvleiki. Hinvegin vistu vit væl, at teir eru fulltíðarleikarar, og at teir fóru at koma sterkt aftur í seinna hálvleiki [...] og Sorin Anghel. Hvussu ber tað til, at EB/Streymur framvegis megnar at vinna á einum liði, sum hevur fulltíðarleikarar? - Eg segði við leikararnar áðrenn dystin, at tú ofta fært betri úrslit, tá ið tú [...] eftir dystin. - Vit hugsavnaðu okkum um at hava góða skipan eisini í seinna hálvleiki, og tað vísti seg eisini, at tað bar okkum ígjøgnum dystin, segði hann víðari. EB/Streymur var uttan lyklaleikarar sum Egil
ímóti boðum Guds við at eta av trænum sum tey fingu boð um ikki at eta av. Tey vórðu eisini skjót at blaka skyldina frá sær yvir á ein annan. Ádam segði við Gud: Kvinnan, ”TÙ” gavst mær at vera hjá mær, hon [...] óndskapinum er sakin tann, at tað er menniskjan sum er fallin í synd og ikki tann at tað er Gud sum loyvir tí. Tey allarflestu vita at óndskapur er til. Og sannleikin er tann, at øll kunnu fremja tað. Eingin [...] Er tað ikki høpisleyst og býtt at leggja ábyrgdina á ein annan? Jú, tað er. Tá vit menniskju hyggja inn í okkum sjálvi, so eiga vit at vita hattar. Tað eru vit sum eiga at venda við. ber-gur@outlook.com