Heðin Askham var eftir dystin sjálvandi væl nøgdur við sigurin, men eisini eitt sindur spyrjandi um hitt liðið.
- Tað var púra óvæntað fyri okkum, at teir vóru so vánaligir, sum teir vóru í fyrra hálvleiki. Hinvegin vistu vit væl, at teir eru fulltíðarleikarar, og at teir fóru at koma sterkt aftur í seinna hálvleiki. Tískil var tað umráðandi, at fáa góða úrtøku í fyrra hálvleiki, hóast vit í grundini kundu havt verið á odda 5-0, um vit vóru hepnir. Tað kunnu vit nú heldur ikki krevja, segði Heðin Askham eftir dystin.
- Vit hugsavnaðu okkum um at hava góða skipan eisini í seinna hálvleiki, og tað vísti seg eisini, at tað bar okkum ígjøgnum dystin, segði hann víðari.
EB/Streymur var uttan lyklaleikarar sum Egil á Bø, Marna Djurhuus, Pætur Dam Jacobsen og Sorin Anghel. Hvussu ber tað til, at EB/Streymur framvegis megnar at vinna á einum liði, sum hevur fulltíðarleikarar?
- Eg segði við leikararnar áðrenn dystin, at tú ofta fært betri úrslit, tá ið tú manglar nakrar lyklaleikarar. Eg veit ikki hvat tað er fyri nakað, men eg haldi tú spælir tað betri og gevur teg tað meiri. Serliga okkara føstu leikarar traðkaðu í karakter í dag og bóru teir nýggju leikararnar ígjøgnum dystin, metti Heðin Askham, sum fíltist á verjupartin hjá mótstøðuliðnum.
- Tú sást í seinna hálvleiki, at teir eru sterkir tekniskt, men eg helt, at teir vóru illa skipaðir í verjupartinum. Tað var eisini tað, vit vunnu dystin uppá.
EB/Streymur leggur í næstu døgunum leiðina til Armenia, har teir hósdagin í komandi viku skulu spæla returdystin.
- Vit fara niður har og trúgva 100% upp á tað. Vit minnast ein dyst í Baku í fjør, tá ið vit ikki komu fram um miðjuna allan fyrra hálvleik, men fingu ein 0-0-javnleik og enntá høvdu møguleika at vinna dystin. Allir vóru ernir aftaná dystin, og tað er einum slíkum úrsliti vit fara eftir í hesum dystinum, segði Heðin Askham at enda.
albinus@sosialurin.fo