Bygdaleiðir fáa nýggja skipan við ferðaseðlum

Eftir summarfrítíðina verður ein nýggj skipan við ferðaseðlum sett í bussarnar hjá Bygdaleiðum.

Skipanin, sum nú er í nýtslu, er frá áttatiárunum og er upp á allar mátar avoldað.

- Tað ber illa til at fáa eykalutir til tær, tí tær eru so gamlar og ferðakort til skúlanæmingar, ítróttarfólk, verða heldur gjørd longur til hesar maskinurnar, sigur Joan B. Poulsen, samferðsluleiðari.

Hon hevur eisini tann vansan, at hvørja ferð, hagtøl skulu skrásetast, skal ein lutur í maskinuni takast úr og berast inn á Strandferðsluna tað verður gjørt einaferð um vikuna.

Tað merkir, at tað gongur ein vika til hagtøl um ferðafólk og bilar, verða skrásett á Strandferðsluni.

Hinvegin er nýggja skipanin elektronisk og sendir upplýsingar á Strandferðsluna alla tíðina.

- Tað merkir, at allir upplýsingar verða skrásettir einaferð um dagin, ella so ofta, vit vilja.

Skipani skal fyrst roynast í bussunum hjá Bygdaleiðum í Suðuroy, men verður sett í hinar bussarnar so líðandi, so at allir bussarnir hava fingið hana í oktober.

Hinvegin verður skipanin ikki sett í skipini fyrrenn einaferð næsta ár.

Við hesi nýggju skipanini verður umhugsað at venda aftur til, at ferðaseðlar skulu keypast við skipunum hjá Strandferðsluni báðar vegir, akkurát sum fyrr.

- Við skipanini, vit hava í dag, ber ikki til at keypa keypa ferðaseðlar til fleiri ferðaleiðir, eitt nú beinleiðis ferðaseðil úr Klaksvík til Suðuroyar.

- Tað ber til við nýggju skipanina, so at ferðafólk, sum ferðast langt, keypa ein ferðaseðil heldur enn fleiri, sigur Joan B. Poulsen.

Vit spurdu hana um hon ikki heldur, at ferðafólk fara at taka tað sum eitt afturstig, at tey skulu keypa ferðaseðlar báðar vegir.

- Sum sagt er avgerð ikki tikin um tað enn. Men tað veldst eisini um, hvussu tað verður skipað. Talan er um eina elektroniska skipan, og tann, sum hevur kort, skal bara framat einum kortlesara, sum so tekur peningin av kortini, so talan kann verða um sjálvavgreiðslu, heldur enn at fara til diskin hvørja ferð at keypa ferðaseðlar.