Hondbóltur: Stjørnan gagnnýtti til fulnar, at VB einki stig fekk hetta umfarið. Tær gjørdu av við kyndilskvinnur við at vinna stórt 31-21, og við sætta sigrinum á rað liggja nú sera væl fyri í mun til at røkka FM-finaluni
Pætur Albinus
Kvinnurnar úr Stjørnuni vistu, at tær á pappírinum høvdu eina yvirkomiliga uppgávu, meðan argasti kappingarneytin, VB, hevði sera trupla uppgávu í at møta Neistanum. Tískil kundu tær bara vóna, at Neistin vann á VB, men samstundis máttu tær ikki gloyma, at tær skuldu vinna Kyndli. Alt fall Stjørnuni í lut – tær vunnu og VB tapti.
Runnu avstað
Stjørnan legði hart út og vann sær eina leiðslu, sum Stjørnan bara økti um og Kyndil ikki megnaði at svara aftur uppá. Unga kyndlaliðið hevði truplari við at spæla seg til málmøguleikar, meðan tær royndu úr Stjørnuni vístu vegin. Oftast skutu tær útifrá, har Simona Petersen væl fylgd av Corinu Demeterca skaraðu framúr. Stjørnan slapp til hálvleiks við eini 17-11-leiðslu.
Royndu alt
Í seinna hálvleiki royndi Kyndil alt fyri at hála seg inn á Stjørnuna, og hóast tær eitt nú royndu seg við at mansverja skjúttarnar, Simonu Petersen og Corinu Demeterca, so nyttaði einki. Stjørnan spældi næstan enn betur uttan tær báðar, og serliga umvegis vongspælið komu nógv mál. Simona Petersen trein annars fram allatíð – hóast mansvard – og langaði hon fleiri bóltar í netið.
Spælið var annars ikki gott hjá hvørgan av liðunum í seinna hálvleiki. Nógv persónlig mistøk settu síni merki í ein rótutan hálvleik, sum Stjørnan slapp best frá og sló ein tryggan 31-21-sigur á talvuna.
Liggja væl fyri
Løtu eftir sigurin kundu tær í Stjørnuni fegnast um, at argasti kappingarneytin, VB, tapti heimadystin ímóti Neistanum. Hetta ber í sær, at Stjørnan í løtuni er fýra stig frammanfyri VB í stríðnum um at koma í FM-finaluna saman við Neistanum.
VB hevur tó leikt ein dyst færri.
Eingin dómaraseðil komin.
albinus@sosialurin.fo










