Breiðbandstænasturnar til Suðuroyar og Sandoyar virka nú aftur. Føroya Tele sigur, at radioleinki eru sett upp, ið tryggja somu ferð, og seinni í ár verða slitnaðu sjókaðalarnir umvældir
Ein loysn er nú fingin við radioleinkjum, ið gera, at fjarskiftistænasturnar skuldu virka aftur sum vant í Suðuroy og Sandoy.
Tað sigur Føroya Tele beint nu.
Miðað verður eftir at umvæla sjókaðalarnar sum skjótast, so tænasturnar eisini eru tryggjaðar frameftir, sigur Páll H. Vesturbú, stjóri í FT Net.
Tann 4. juni í ár slitnaði sjókaðalin millum Vágoy og Suðuroy uttan fyri Hvalba, og í fjørheyst kom eisini brek á sjókaðalin millum Streymoy og Sandoy.
Hetta hevur havt við sær, at síðstu 10 dagarnar hevur sambandið á breiðbandinum til oyggjarnar sunnanfyri virkað við avmarkaðari ferð, eins og 3G-tænastur og FM-sendarar vórðu skerd.
Hóast brekið á sjókaðalunum seinastu vikurnar hava suðringar og sandoyingar tó havt telefonsamband og eitt avmarkað breiðbandssamband.
FT Net hevur síðan slitið arbeitt av øllum alvi við at gera eina loysn, har nýggjar linjur eru settar upp við radioleinkjum. Loysnin tryggjar, at ferðin á breiðbandinum og øðrum fjarskiftistænastum í Suðuroy og Sandoy skuldu verið á sama stigi, sum áðrenn brekið hendi.
Ætlanin er , at sjókaðalarnir verða umvældir seinni í ár, so at fjarskiftistænasturnar hjá Suðuroy og Sandoy aftur verða framtíðartryggjaðar. Arbeitt verður við at fáa eitt serútgjørt skip at koma til Føroya, og tá verða báðir sjókaðalarnir umvældir.
Enn er ikki greitt, hví kaðalarnir slitnaðu, men tað kann hugsast, at hørð streym- og botnviðurskifti hava skammfílað kaðalarnar, og tí verður miðað eftir at tryggja leiðina betur, nú kaðalarnir verða umvældir.
Netsambandið til Suðuroyar og Sandoyar er higartil skipað soleiðis, at ein ringur við fleiri kaðalum er lagdur til tess at fáa besta og tryggasta sambandið. Slitnaði ein kaðal, tók hin við. Hesi kaðalsambond ganga millum Vágoy-Streymoy,
Suðuroy-Sandoy og Sandoy-Streymoy. Hildið verður fast við hendan ringin, og tí verða báðir kaðalar umvældir, tá ið serútgjørt skip er fingið higar úr útlondum.