páskadag. Køkurin á Teigum, serliga innvikið við borðinum og bonki á 3 síðum, hugtók meg altíð. Har ótu vit, har vóru hundraðtals søgur til álvara og gaman fortaldar, har las maður Signhild úr Bíbliuni [...] upplivingum, lendi á bonkinum hjá Signhild. Ikki tí, Signhild gjørdi einki burturúr sær sjálvum, heldur hinvegin. Men á ein ella annan fjálgan hátt, so fylti hon alt, og alt sum hendi á Teigum var onkursvegna [...] komfýrhitan í køkinum úti á Teigum og líta at Signhild meðan hon við gandakendum rørslum toygdi, faldaði, toygdi, faldaði og mýkti gylta sukurdeiggjið, sum sá út sum hárið á eini fagrari ungmoy, var líka
gjørdist um longda leiktíð skuldu teir á heimaliðnum prísa seg lukkuligar fyri. Gamaní høvdu teir, áðrenn tað eydnaðist at javna til 2-2, havt bóltin bæði á tvørtrænum og á stólpanum. Men í evstu løtu var tætt [...] ungi maðurin hevur í ár havt ilt við at fáa pláss á KÍ liðnum. Hesa ferð var Iulian Florescu skaddur, og Kristoffur tók av, tá ið hann fekk møguleikan á høgra vongverja. Hann javnaði til 2-2, tá ið stórt [...] flatt innlegg frá Heðini á Lakjuni úr vinstru og úr stuttari fjarstøðu at skjóta mál. Aftur ein minutt seinni varð Jovanovic rikin av vøllinum fyri býttisliga hevnisøku mitt úti á vøllinum, men KÍ megnaði
30 ár, tá leiðarin, Øssur Berghamar, vitjaði familjuna á eini sjúkrastovu á Ríkissjúkrahúsinum. Fríggjadagin 28. mai 2004 andaðist Mikkjal Páll á Landssjúkrahúsinum, bert 35 ára gamal. Friður veri við [...] hann bleiv sjúkur í rygginum í 1995. Frá 1996-99 gekk Mikkjal Páll á Føroya Handilsskúla, har hann tók FHS- og hægri handilsskúlaprógv. Á heysti 1999 varð staðfest, at hann var álvarsliga sjúkur í lungunum [...] skurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, tá bæði lunguni vórðu skift út. Tað tók honum langa tíð at koma ordiliga fyri seg aftur. Hann kom seg nøkulunda, men bleiv so aftur sjúkur, og á sumri 2003
eisini. Í Hvalvíkar kirkju stendur tí nú eitt upptøkutól á aftasta vegginum í høgru síðu, meðan mikrofonin er sett á ein bjálka, miðskeiðis í kirkjuni. Á røktarheiminum er so ein móttakari settur upp og knýttur [...] og haraftrat hevur tú fingið nýggjan bústað á røktarheiminum Mørkin í Streymnesi. At flyta bústað hevur kortini ikki vikað við kristna áhuga tín og tørvin á at fara til gudstænastu fyri at hoyra Guds orð [...] sjálvi ikki sita á sessi sínum í Hvalvíkar kirkju. Hetta er ein einføld loysn: Ein einstakur upptakari til myndir og ein mikrofon eru sett upp í kirkjuni. Og umvegis ein sendara sleppa fólkini á Mørkini nú til
m ikki umboðað, men tað merkir tó ikki, at eingin verður og rópar á liðið, tá føroysku leikararnir renna inn á vøllin á tjóðarleikvøllinum í georgiska høvuðsstaðnum Tbilisi mikukvøldið. Tríggir suðuroyingar [...] eigur føroyska landsliðið ein góðan stuðul. Teir fylgja liðnum á mangari ferð og stuðla við sangum og rópum. Tað kemur tó fyri, at 12. maður ikki við. Í Georgia er stuðulsfelagið hjá føroyska landsliðnum [...] ni á Hotel Marriott Courtyard mitt í býnum Tbilisi, har føroyska landsliðið skal spæla í annaðkvøld. Gudmundur Djurhuus greiðir frá, at teir búgva í høvuðsstaðarøkinum í Danmark, og arbeiða allir á fl
Tað er ein maður við stórari ávirkan á føroyskan politikk, sum fríggjakvøldið legði frá sær sum formaður í Tjóðveldi. Høgni Hoydal varð valdur á ting á løgtingsvalinum 30. apríl í 1998 – og tvær vikur [...] 1998 var upp á 908,3 milliónir krónur. Men tað var so eitt av málunum í fullveldistilgongdini hjá Høgna Hoydal. Hann fekk Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin við upp á ætlanina, og aftan á miseydnaðu f [...] varaløgmaður og landsstýrismaður í lógarmálum og norðurlandamálum. Síðani tá er hann valdur sjey ferðir á ting. Hann rakk ongantíð løgmanssessinum, men hevur verið landsstýrismaður fýra ferðir í tilsamans umleið
brast í stólpan, og Jørgen Nielsen var fyrstur á returbóltinum og skoraði. Vágamenn hildu, at Jørgen var rangstaddur, tá ið hann skoraði, men tað var 23. maður á vøllinum Dagfinn Forná ikki samdur við teimum [...] er at sleppa undan niðurflyting. Undan hesum umfarinum var 07 Vestur á áttanda plássi, og eftir 23. umfar er 07 Vestur framvegis á áttanda plássi. 07 Vestur tapti 2-1 í Sarpugerði, og 07 Vestur er omanfyri [...] , endaði tað málleyst. Avrikið hjá vágamonnum í Sarpugerði í dag var á góðari leið, og tað sást ikki, at talan var um lið, sum er á veg í næstbestu deildina. Edvin Jakobsen var skilagóður framrættaður
”síðani landið fór á heysin við fullum blokkstuðli í nítiárunum...” Hetta er eitt ógvuliga gamalt skot, sum buldrar meira enn tað upplýsur. Tað er nevniliga stórur munur á at fara á heysin við fullum [...] samgongan skuldi hava eitt trýsiffrað millióna avlop á fíggjarlógini, men tá árið var liðugt, vísti roknskapurin eitt undirskot á 330 mió. krónir (aftan á at landskassin hevði fingið meira enn 600 mió. krónur [...] pástandin, tí hvat annað skal ein maður siga, sum hevur høvuðsábyrgdina av, at fleiri milliardir av skattgjaldarans pengum eru tveittar burtur? Tá er gott at kunna vísa á, at tað kann vera vandamikið at
Finnbogi var virkin maður á føroyska mentanarpallinum, og dugdi sum fáur at seta orð á gerandisdagin bæði burturi og heima. Tað er ikki hvør sum helst, ið stendur undir børu, tá Merkið fer á hálva stong bæði [...] hevði hann umsett úr: "Hini tigandi kollveltingini" eftir Noreene Hertz. Aftan á virkna lív sítt á tingi, gav Finnbogi okkum á henda hátt framvegis meira innlit í alheimsgerðina enn mangur aktivur politikkari [...] ið ikki hevði ráð til at hava Finnboga sum vin, var ein fátækur maður. Mangan var tað hann, ið greiddi tær fløktastu línurnar, setti orð á trupulleikarnar og fann veg út úr myrkrinum. Ongantíð gjørdi hann
arminum, sum rakk heilt upp á toppin á kirkjutorninum. Sosialurin vitjaði Hendan morgunin, Sosialurin vitjaði, hevði Marne leigað ein av teimum stóru lastbilunum hjá Hans Egil á Eiði, sum hevur langan krana [...] vit vóru uppi og ?vendu? eina løtu. ?Beinini? á einum stórum kranabili eru so nógv størri enn beinini á teimum smáu bilunum, men hartil kemur, at vektin á teimum smærru kranunum er nógv minni, og teir [...] Máling At hæddin á kirkjuni er 28 metrar, ljóðar kanska ikki av so ógvuliga nógvum, men tað er ikki hvør maður, sum hættar sær so høgt upp, minni enn so. Hetta er nevniliga nógv, nógv hægri enn fólk, sum