Minni um eina heimsmammu

Minningarorð um Signhild Magnusen á Teigum í Famien

At sita við komfýrhitan í køkinum úti á Teigum og líta at Signhild meðan hon við gandakendum rørslum toygdi, faldaði, toygdi, faldaði og mýkti gylta sukurdeiggjið, sum sá út sum hárið á eini fagrari ungmoy, var líka so hugtakandi sum at síggja Hans Paula modellera standmyndina av Sigmundi Brestissyni. Hetta var list á høgum støði í míni barnaverð og visti eg, at Signhild gjørdi brøstsukur, var eg sum eitt fok út á Teigar. Ikki sum tey flestu, at fáa ein bita av lidnu vøruni, men at njóta listarverkið, álvadansins sum fór fram í fjálga køkinum hjá fastur míni, Signhild Magnusen, sum andaðist í Keypmannahavn 2. páskadag.
Køkurin á Teigum, serliga innvikið við borðinum og bonki á 3 síðum, hugtók meg altíð. Har ótu vit, har vóru hundraðtals søgur til álvara og gaman fortaldar, har las maður Signhild úr Bíbliuni sunnudagar og har sótu vit ungdómar og hunaðu okkum meðan normaðurin gletti um kapp við láturin, alt meðan Signhild gekk um okkum sum ein verulig heimsmamma.
Við Signhild fór eg til neytar og lærdi meg so dánt at mjólka, við Signhild, Erlend, Sannelinu, Jastrid og Andrew fór eg í hagan við og eftir neytunum og viðhvørt viltust vit í mjørkanum. Edward var so mikið eldri, at hann var líkasum ikki við í barnaárunum  men ikki minni var hann ein av hennara, ein slóðari.
Hóast miðdepilin í Famien var yviri í Trøðum hjá abbanum og ommuni, var ikki dagur at eg  helst í fylgi við hundinum Pass, skundaði mær tvørtur um bøðin, meðan abbin skeldaði í bakgrundini, tí grasið skuldi hava frið ella eg fór kikur eftir vegnum framvið heiminum hjá Johan Dahl, heilsaði uppá hendan og handan, snaraði um hornið hjá Margestinu og snoddaði mær vegin fram til eg svangur eftir upplivingum, lendi á bonkinum hjá Signhild.
Ikki tí, Signhild gjørdi einki burturúr sær sjálvum, heldur hinvegin. Men á ein ella annan fjálgan hátt, so fylti hon alt, og alt sum hendi á Teigum var onkursvegna ongantíð liðugt fyrrenn Signhild hevði sett sítt innsigli á verki, ofta við einum heitum munni, heimagjørdum ísi ella einum ríviligum grindafati.
Seinni, tá eg arbeiddi við heilaskaddum í Dianalund í Danmørk, vaknaðu øll minnini um heimsmammuna Signhild. Tveir av sjúklingunum sum vóru til afturvenjingar vóru av Tvøroyri, annar hálvur famieningur og hin sonur eina góða vinkonu hjá Signhild. Og altíð var navn hennara á loftið! Antin vóru tað teir báðir sum róstu henni ella var tað mamma tann eina ella familjurnar, tá tær komu at vitja.
Øll tosaðu um Signhild við hita og myndirnar, tey málaðu av fastur míni vóru av eini altfevnandi heimsmammu, sum fylti meiri, var meiri, dugdi meiri og hevði størri týdning hjá øllum  antin so ella so  enn flest øll onnur menniskju.
Ikki tí, eg havi ikki verið raskastur at vitja og seinast eg var í Famien, var hon burturstødd. Men burturstødd alla ikki  ella um eg var burturstaddur, so var hon altíð <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$har. Men neyvan hevði Signhild tað frá fremmandum. Soleiðis var omman yviri í Trøðum, tað var sum Signhild meiri og meiri sum árini gingu, var ein reinkarnatión av elskaðu  heimsins bestu  ommu míni, Andreu Ellendersen.
Saknurin kann ikki annað enn vera stórur hjá tykkum børnum, men eins stór verður gleðin, tá minnini um Signhild fara at læra tykkum  og okkum øll, at Signhild, onkursvegna, altíð er <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$har, eisini yviri í Trøðum hjá tær, John og Kirstin, sum hava havt tykkara dagliga samskifti við hana øll árini.
Við hesum lýsi eg frið yvir minni um heimsmammuna, fastur mína, Signhild Magnusen.
Hvíl í friði.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Heilsan Jón, bróðursonurin