Tað er sunnumorgun og klokkuni fer at nærkast kirkjutíð. Tú ætlar tær at fara hagar, eins og tú altíð hevur gjørt. Tín sessur hvørki hevur staðið ella skal standa tómur!
Møguleikar eru kortini ikki fyri hesum reint likamliga. Tú fært ikki flutt teg eins lættliga og áður, og haraftrat hevur tú fingið nýggjan bústað á røktarheiminum Mørkin í Streymnesi.
At flyta bústað hevur kortini ikki vikað við kristna áhuga tín og tørvin á at fara til gudstænastu fyri at hoyra Guds orð. Men hvussu skal ein so bera seg at?
Jú, her hevur kirkjuráðið í samstarvi við røktarheimið tikið eitt nýtt tøkniligt stig, soleiðis at íbúgvararnir her eisini kunnu sleppa til gudstænastu, hóast tey sjálvi ikki sita á sessi sínum í Hvalvíkar kirkju.
Hetta er ein einføld loysn: Ein einstakur upptakari til myndir og ein mikrofon eru sett upp í kirkjuni. Og umvegis ein sendara sleppa fólkini á Mørkini nú til gudstænastu hvønn sunnumorgun.
- Nú hava tey so møguleika at hoyra tað sum verður sungið, lisið og sagt, samstundis sum tey síggja fremra part av kirkjurúminum og altarið, upplýsir Hanus Olsen, sum er kirkjuverji við Hvalvíkar kirkju.
Gerast beinanvegin
Fyrstu fólkini fluttu inn á røktarheimið Mørkin í summar. Íalt skal verða pláss fyri 32 búfólkum.
Ein áhugi var fyri at geva búfólkunum ein møguleika at koma til gudstænasturnar, um ikki beinleiðis, so í øllum førum óbeinleiðis.
Greitt var, at neyðugt varð at gera hesa skipanina beinanvegin. Tí, sum ein sigur tað:
- Tað vísir seg, at verður slíkt ikki gjørt beinanvegin, var tað ein spurningur um tað yvirhøvur gjørdist veruleiki!
Teir eru vitandi um, at slíkar skipanir finnast í øðrum kirkjum í landinum, eins og møguleiki átti at verið fyri slíkum loysnum aðrastaðni eisini.
Í Hvalvíkar kirkju stendur tí nú eitt upptøkutól á aftasta vegginum í høgru síðu, meðan mikrofonin er sett á ein bjálka, miðskeiðis í kirkjuni.
Á røktarheiminum er so ein móttakari settur upp og knýttur til eitt sjónvarp. Hetta virkar tí nærum sum ein vanlig gudstænasta í Útvarpi Føroya.
Fyrimunur teirra at tey samstundis síggja eina fasta mynd av kirkjuni, meðan gudstænastan fer fram!
Forðingar
Henda skipanin við sending av gudstænastum hevur sum nevnt koyrt í eina tíð og hevur eftir øllum at døma riggað avbera væl.
Í seinastu hava tó verið nakrar tøkniligar ella rættari: plantuligar forðingar fyri, at búfólkið kundi fylgja eins væl við sendingunum sum áður.
Á kirkjutorninum stendur sendarin og peikar beint yvir ímóti røktarheiminum. Hagani verður signalið sent í beinari linju.
Við kirkjuna er ein lítil viðarlund við einum hópi av trøum. Í summar eru hesi sjálvandi eisini vaksin nógv, og tað forðaði tí fyri at signalið kundi móttakast 100% á røktarheiminum.
Hetta varð kortini bøtt um í farnu viku, tá ein maður frá Skógrøkt Landsins skar nakrar av greinunum burtur.
- Tað eru teir sum hava hesar viðarlundirnar undir hond, sigur kirkjuverjin.
Vónað varð tá, at skipanin nú skuldi virkað aftur, til gleði og signing fyri búfólkið á Mørkini.