Kristoffur vísti at dugur er í honum

Eftir at hann fyri tað mesta hevur sitið á beinkinum var evnaríki KÍ spælarin við tveimum málum ein av høvuðsleikarunum, tá ið KÍ spældi seg í hálvfinaluna, hóast gøtumenn leingi vóru leikliga omaná

Fótbóltur

Veðrið var fínt, lagið var gott, og hóast tað við ferðini og poleraða fótbóltsspælinum ikki var so ógvuliga sannførandi, so vóru tættleikin og nógvu málini orsøk til gott undirhald, tá ið GÍ vitjaði KÍ í fjórðingsfinaluni.
Klaksvíkingar vunnu 4-2 eftir longda leiktíð. Eftir vanliga leiktíð stóð 2-2. Miðskeiðis í 1. hálvleiki legði Sinisa Jovanovic KÍ framum, tá ið hann við høvdinum stýrdi innleggi frá Kristoffuri Jakobsen úr høgru í handara síðunetið.
Eingin ivast í fótbóltsevnunum hjá Kristoffuri. Men ungi maðurin hevur í ár havt ilt við at fáa pláss á KÍ liðnum. Hesa ferð var Iulian Florescu skaddur, og Kristoffur tók av, tá ið hann fekk møguleikan á høgra vongverja. Hann javnaði til 2-2, tá ið stórt korter restaði. Tá hevði hann eina løtu verið miðvallari í høgru, meðan Harley Bertholdsen røkti bakkplássið. 2-2 málið var sera gott. Hjalgrím Elttør slepti bóltin inn móti brotsteigarmarkinum í høgru, Kristoffur høgdi til, og bólturin streyk inn við handara stólpanum.
Í longdu leiktíðini avgjørdu klaksvíkingar beinanvegin. Fyrst var Kristoffur aftur upp á spæl. Eftir diagonala sending úr vinstru gjørdist hann leysur innanfyri í hesum førinum merkiliga tungu GÍ verjuna, og ungi maðurin hevði góðar stundir at lyfta upp um annars stinna GÍ málverjan.
Minutt seinni slapp Sinisa Jovanovic mitt fyri at temja eftir flatt innlegg frá Heðini á Lakjuni úr vinstru og úr stuttari fjarstøðu at skjóta mál. Aftur ein minutt seinni varð Jovanovic rikin av vøllinum fyri býttisliga hevnisøku mitt úti á vøllinum, men KÍ megnaði at halda tætt.

Tætt við
At talan gjørdist um longda leiktíð skuldu teir á heimaliðnum prísa seg lukkuligar fyri. Gamaní høvdu teir, áðrenn tað eydnaðist at javna til 2-2, havt bóltin bæði á tvørtrænum og á stólpanum. Men í evstu løtu var tætt við, at GÍ fekk sigursmálið. Eftir uppspæl í høgru og innlegg frá Gunnari Nielsen, fekk Hanus Jacobsen tveir møguleikar. Í fyrra førinum varð blokerað, og í seinna førinum endaði bólturin á stólpanum!
GÍ var góða løtu leikliga omaná. Eftir fyrsta KÍ málið tóku teir yvir og hildu fram, inntil teir tíðliga í 2. hálvleiki høvdu fingið tvey mál. Niclas Niclasen stýrdi við handara stólpan og eftir horna bóltinum í málið til 1-1, og Hans Jørgen Djurhuus, ið sum næstfremsti maður var sera eyðsýndur, legði GÍ framum við fløtum langskoti, sum Meinhardt Joensen átti at havt vart fyri.
Men klaksvíkingar eru boysnir. Teir hava ikki tapt higartil í ár. Og hóast hetta var fjórða ferðin á rað, at teir spældu javnt í vanligu leiktíðini, og hóast spælið ikki var nakað at rópa hurrá fyri, so er veruleikin tann, at KÍ er á triðja plássi í landskappingini, og at teir eru partur av hálvfinaluni í steypakappingini. Tað kann ikki sigast annað enn at vera gott avrik! Klaksvíkingar droyma framvegis um ólavsøkufinalu eftir skriviborðskiksaran í fjør. Gøtufólk staðfestu sunnudagin, at hvat fótbóltinum viðvíkur verður ólavsøkan ikki so spennandi hesa ferð, sum hon var í fjør, tá ið GÍ vann finaluna.