Flestu teldur fær man bæði sum borðtelda (desktop), har húsin er liggjandi, og sum ein standandi telda (tower). Sum oftast er ongin munur á hvussu hesi snið eru útgjørd. Tað er bert ein praktiskur spurningur [...] kallar vit ein svaggjtídd uppá 1 Hertz, vanliga stytt Hz. Intel er virkið sum freamleiðis gerilin og Pentium III er slagið av gerlinum. Tú kann eisini finna teldur í dag, sum hava ein eldri geril, sum til dømis [...] Pentium II. Tað finnist ein annar geril á marknaðinum, sum við tíðini er at finna í nógvum teldum, og næstan líka vanligur sum Pentium gerilin frá Intel, og tað er AMD K6-II, sum vit kunnu samanbera við
jólagest, tí tey fyrstu, sum løgdust, vóru júst fólk, sum vóru komin heim at halda jól. Síðani hevur hon bara vundið uppá seg og nú eru tað eitt heilt stórt tal av fólki sum liggur. Og spurningurin er, um [...] hepnastu, sum sleppa undan, serliga um tú ikki hevur havt influensu í eini tvey, trý ár. Verri enn Hong Kong Jenis av Rana heldur, at tað helst vóru jólagestirnir, sum høvdu hana heim til Føroyar við sum jólagest [...] í fullum álvara. ? Eg havi sjálvdan vita eina influensu, sum varar so leingi, og tekur so fast. sum hendan, sigur hann. Hann sigur, at tann, sum verður sjúkur, skal í hvussu so er ikki rokna við at koma
hann kann skipast - og somuleiðis, hvat hann fer at kosta. Men tað er greitt, at hetta er ein ætlan, sum liggur nøkur ár frammi í tíðini. Men tá ið býráðið viðgjørdi málið í gjárkvøldið, brúktu tveir av [...] á at minkað um talið á bilum í Havnini, sum á at økja um talið á parkeringsplássum. Bjørg Dam, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, ásannar, at parkeringini er ein trupulleiki tí at tað eru so nógvir bilar [...] miðbýnum í ein parkeringstunnil undir jørð, tí tað hevði avmarkað ferðsluna munandi. – Tað hevði bøtt munandi um ferðslutrygdina, tí so høvdu fólk til gongu sloppið undan óttanum fyri at ein bilur kemur
--- Tað var avtalan. Sum løgtingsmaður var eg við til at arbeiða fyri at gera Vágatunnilin á sinni. Nógv kjak var um bummpeningin tá. Hetta var fyrsti tunnil, íð var gjørdur, har ein skuldi gjalda fyri at [...] skuldi partafelagið avtakast eins og bummpeningurin. M.a. tað gjørdi, at fleiri fólk settu búgv í Vágum. Men nú ætlar Uni Danielsen og møguliga onkur annar at seta ein stoppara fyri einari positivari [...] heilt greiður í síni útsøgn. At hølva lánið niður skjótast gjørligt, so ein slapp av við bummgjaldið. Uni Danielsen tosar um hvat liggur í teim politisku kortunum. Tað er ikki hansara uppgáva at tosa um
Vágar og Bretland. ? Hugmyndin, sum liggur aftanfyri eitt samstarv millum Atlatnsflog og BP er tann, at kunnu vit brúka tann trafikkin, sum verður skaptur av oljufeløgunum, á ein slíkan hátt, at hann eisini [...] til Bretlands sigur Magni Arge. Hann heldur, at BP við hesum hevur lagt upp til, at tað kann gerast ein skilagóð avtala. Men allar súðir eru ikki syftar enn, tó at tað er stungið út í kortið. Stjórin í [...] dýra tyrlu. Men soleingi henda ikki er tøk, so metir Magni Arge, at vit eiga taka samstarv upp við ein av teimum størri tyrluveitarunum í Bretlandi ella Noregi og fáa teir koma inn við eini av teimum størri
hetta er ein stór avbjóðing, sum eg havi átikið mær. Men áhugavert er at hava eina slíka sending, sum eg veit at fólk lurta eftir. At tað er so, tað hoyri eg frá teimum viðmerkingunum, sum eg fái frá [...] Orð: Snorri Brend/Mynd: kvf.fo LESTUR/PRÆDIKA: - Tað er altíð ein spurningur, hvussu eg sum prestur kann røkka tí sum lurtar. Og so er líkamikið, um viðkomandi situr heima við hús og lurtar eftir útvarpinum [...] hevur leitað sær í kirkjuna ein sunnumorgun, sigur Gerhard Jónsson Mikkelsen. - Fyri meg hevur tað allarstørsta týdning, at tað sum eg sigi er viðkomandi fyri so mong sum til ber. Eg royni tí eftir førimuni
fyri mær liggur sáttmáli millum bankarnar, eg brúki, og meg. Í sáttmálanum stendur, at eg havi rætt til at brúka netbankatænastuna. Á skjalinum standa tvær undirskriftir: Ein hjá einum persóni, sum skrivar [...] vár 2020. Fólk í hópatali verða lumpað, og sum so mangan gongur tað mest út yvir tey veikastu í samfelagnum: tey gomlu, tey, sum búgva á bústovnum, og tey, sum bera brek. Fyrispurningur um svik í sambandi [...] innritanina, sum rópt verður Cryptomathic. Nú herjar felagið “Føroyskir peningastovnar” á á øðrum sinni og kunnger, at seinasti dagur, ið loggast kann á eftir gomlu skipanini, er 29. mai 2020. Hetta er ein sera
fótbóltsvøllinum í Sumba, sum skal brúkast til endamálið. Sólfangarar, sum settir upp, krevja ikki beinleiðis sól fyri at gera streym, tí teir gera eisini streym úr vanligum dagsljósi. Og ein fyrimunur við sólorku [...] tað roynist. Hetta er fyrstu ferð, at tað verður gjørd ein roynd við sólorku í so stórum mátistokki í Føroyum. Talan er um eina royndarverkætlan, sum skal vara í tvey ár, og tá ið royndartíðin er av, vónar [...] Nú fer SEV undir sína fyrstu roynd av álvara við sólorku í Føroyum. Hetta verður eitt sólorkuverk, sum skal setast upp á fótbóltsvøllinum á Krossi, oman fyri bygdina í Sumba. Eirikur Norðberg, verkætla
samdøgrið. Umframt koyrir ein hundapatrulja og ein ferðslupatrulja í Mið- og Norðurøkinum undir skipan av felags vaktsentralinum í Tórshavn, har til ber at tryggja, at politiið er har, sum uppgávan er, soleiðis [...] pengar og færri fólk at gera hesa tænastu. Í hesum liggur eisini, at tað verða færri leiðarar við størri virkisøki og ábyrgd. Politiið er eisini ein partur av hesi tilgongd og skal alsamt tillaga seg broyttu [...] soleiðis tænastustøðið verður so høgt sum gjørligt við atliti til at tæna borgaranum á bestan hátt. Politistar, sum ikki eru settir til patruljutænastu, verða settir til aðrar uppgávur ella átøk í økinum.
haraftrat serliga varhugan av, at valið kann geva greiðar ábendingar um, hvussu landið liggur hjá flokkinum til løgtingsvalið, sum verður nær tað skal vera og í seinasta lagi í juli mánað í ár. Her verður ikki [...] flokkurin onki løgmansevni hevur, er ein undirmeting av mínum persóni. ? Nú verður so høvi hjá Tjóðveldisfólki at siga, hvør skal vera leiðari, sigur hann. ? Hetta er eisini ein styrkiroynd millum limirnar, sigur [...] hann 672 atkvøður ? dupult so nógv sum Finnbogi, ið bert fekk 324 atkvøður. Og Heini dylir heldur ikki fyri, at hetta valið er so øgiliga nógv meira, enn eitt val um ein fólkatingssess. Ikki minst fyri Heina