At stovnseta føroyskt tjóðveldi.
Boðskapurin hjá Tjóðveldisflokkinum upp undir fólkatingsvalið er stuttur og greiður. Og væl kendur.
Flokkurin vil sleppa leysur av tí tingi, sum hann sambært veljarakanning stendur at fáa mann valdan á.
Heini O. Heinesen, formaður í Tjóðveldisflokkinum, dylir ikki fyri, at hetta valið er rættiliga týðandi fyri Tjóðveldisflokkin. Bæði so og so.
? Vit spæla út við skránni hjá flokkinum. Hetta verður sama útspæl sum til løgtingsvalið. Vit vilja stovnseta føroyskt tjóðveldi. Hetta verður tó ikki gjørt, fyrr enn vit hava tosað við danir.
Formaður Tjóðveldisfloksins leggur dent á, flokkurin leggur ikki upp til ?kríggj? við danir, sjálvt um flokkurin ynskir loysing. Hann vísir tvørturímóti á, at tað er náttúrligt við einum samstarvi millum bæði londini ? eisini aftan á, føroyskt tjóðveldi er stovnsett.
? Hinvegin fara vit ikki, sum Johs. Martin Olsen (virkandi fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, blðm.), at leggja okkum á knøini í fólkatinginum og takka dønum fyri tað, teir hava gjørt fyri okkum síðan 1992.
? Og vit blanda okkum á ongan hátt í innanhýsis donsk viðurskifti, leggur Heini O. Heinesen dent á.
Undirmeting av
mínum persóni
Fólkatingsvalið hevur ongantí verið eitt val, sum Tjóðveldisflokkurin hevur lagt stórvegis í.
Fólkatingssessurin í sjálvum sær er sambært Heina O. Heinesen heldur ikki so týðandi fyri flokkin.
Hinvegin vísir hann á, at skal flokkurin hava atgongd til pressuna, sum Heini tekur til, so er neyðugt at stilla upp til fólkatingsvalið, fyri at markera seg.
Heini O. Heinesen hevur haraftrat serliga varhugan av, at valið kann geva greiðar ábendingar um, hvussu landið liggur hjá flokkinum til løgtingsvalið, sum verður nær tað skal vera og í seinasta lagi í juli mánað í ár.
Her verður ikki minst hugsað um práti um, at Tjóðveldisflokkurin ikki hevur nakað løgmansevni.
Heini O. Heinesen sigur, at hann gongur ikki runt við einum løgmanni í búkinum.
? Men eg kann ikki lata vera við at halda, at nógva prátið í pressuni um, at flokkurin onki løgmansevni hevur, er ein undirmeting av mínum persóni.
? Nú verður so høvi hjá Tjóðveldisfólki at siga, hvør skal vera leiðari, sigur hann.
? Hetta er eisini ein styrkiroynd millum limirnar, sigur formaðurin og sipar til tingmanningina, har serliga vánaliga stevið millum Heina sjálvan og fyrrverandi formannin Finnboga Ísakson hevur almennan kunnleika.
Tilsamans ellivu valevni stilla upp til fólkatingsvalið fyri Tjóðveldisflokkin.
Sjálvur hevur Heini okkurt at hava optimismuna í. Seinasta fólkatingsval fekk hann 672 atkvøður ? dupult so nógv sum Finnbogi, ið bert fekk 324 atkvøður.
Og Heini dylir heldur ikki fyri, at hetta valið er so øgiliga nógv meira, enn eitt val um ein fólkatingssess. Ikki minst fyri Heina sjálvan
? Ja, hetta er eitt týðandi val fyri meg










