BP og Atlantsflog samstarv

Millum meira ítøkiligu samstarvsætlaninar, sum komu fram á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum herfyri, var eitt ynski um samvinnu millum stóra oljufelagið BP og føroyska flogfelagið Atlantsflog.

 

Olja og flogferðsla

Jan Müller



Magni Arge, stjóri sigur seg síggja stórar møguleikar í einum slíkum samstarvi, men ger greitt, at hetta enn bert er á »tekniborðinum«. Nú skal tíðin so vísa, hvat hetta verður til. Men tað er greitt, at tá eitt nú BP kemur inn í føroyskan sjógv við einum stórum boripalli, so verða boð eftir bæði tyrlu og flogfari. Og tað er her Atlantsflog kemur inn í myndina

Tá borað verður eru trý manningarskifti um vikuna. Út frá tí er brúk fyri sambandi 3 ferðir um vikuna millum boripall og flogvøllin í Vágum og millum Vágar og Bretland.

? Hugmyndin, sum liggur aftanfyri eitt samstarv millum Atlatnsflog og BP er tann, at kunnu vit brúka tann trafikkin, sum verður skaptur av oljufeløgunum, á ein slíkan hátt, at hann eisini ger tað tilgongiligt hjá øðrum við somu flogførum tað verið seg ferðafólki og øðrum, so skapa vit betri atgongd til Føroyar yvirhøvur og betri møguleika hjá okkum at sleppa til Bretlands sigur Magni Arge.

Hann heldur, at BP við hesum hevur lagt upp til, at tað kann gerast ein skilagóð avtala. Men allar súðir eru ikki syftar enn, tó at tað er stungið út í kortið.

Stjórin í Atlantsflog vísir á, at vit eru í ferð við at menna eina bjargingartænastu í Føroyum og gera íløgur í eina meðalstóra og dýra tyrlu. Men soleingi henda ikki er tøk, so metir Magni Arge, at vit eiga taka samstarv upp við ein av teimum størri tyrluveitarunum í Bretlandi ella Noregi og fáa teir koma inn við eini av teimum størri tyrlunum. ? Við tíðini kann hetta føra til, um vit finna olju við Føroyar, at vit eina ferð keypa eina stóra tyrlu. Men ein kann ikki leypa fram av nú og gera íløgur uppá fleiri hundrað mill., tí vit vita jú ikki, um hetta verður til nakað.

Magni Arge sigur annars, at ráðstevnan var meira væleyndnað enn hann hevði roknað við. -Vit kundu gjørt meira arbeiði burtur úr marknaðarført ráðstevnuna fyri útlenskum luttakarum. Men í tí stóra heila haldi eg, at bæði føroyingar og útlendingar hava fingið nógv burtur úr. Allir partar eru nógv greiðari yvir viðurskiftini. Um hvat føroyingar ynskja og hvat oljufeløgini ætla. Skaptur er ein plattformur fyri einum dialogi millum luttakararnar, og hann er ómetaliga týdningarmikil og eigur avgjørt ikki at undirmetast.

Magni Arge heldur, at vit eiga at skipa slíka stevnu á hvørjum ári. Kunnu vit leggja hana í Norðurlandahúsinum hesa tíðina á árinum, so eiga vit at gera tað.