Nú fer SEV undir sína fyrstu roynd av álvara við sólorku í Føroyum. Hetta verður eitt sólorkuverk, sum skal setast upp á fótbóltsvøllinum á Krossi, oman fyri bygdina í Sumba.
Eirikur Norðberg, verkætlanarleiðari hjá SEV, sigur, at øll loyvi eru fingin til vega og nú verður farið undir at stoypa føturnar, sum sólfangararnar skulu setast á.
Hann sigur, at sáttmáli er undirskrivaður um sólfangararnar og teir koma til Føroyar í næstum. Í oktober verður farið undir at seta tey upp og í november verða tey sett til.
##med2##
Hann sigur, at sólorkuverkið verður sett tl nú hóast tað stundar ímóti hávetri, men tað er fyri at fáa veturin, og alt næsta ár við fyri at vita, hvussu tað roynist.
Hetta er fyrstu ferð, at tað verður gjørd ein roynd við sólorku í so stórum mátistokki í Føroyum. Talan er um eina royndarverkætlan, sum skal vara í tvey ár, og tá ið royndartíðin er av, vónar SEV at hava eina munandi betri fatan av, hvussu sólorka roynist í Føroyum. Eydnast royndin í Sumba væl, er væl trúligt, at orkuverkið verður standandi.
Tað er umleið helvtin av fótbóltsvøllinum í Sumba, sum skal brúkast til endamálið.
Sólfangarar, sum settir upp, krevja ikki beinleiðis sól fyri at gera streym, tí teir gera eisini streym úr vanligum dagsljósi.
Og ein fyrimunur við sólorku er, at hon serliga ger streym, tá ið hvørki vindur ella regn er.
Sólorkuskipanin, sum skal setast upp í Sumba, gevur umleið 160 MWt av streym um árið og tað er svarar til nýtsluna hjá 32 húskjum. Hetta svarar so aftur til eina oljusparing á verkinum í Vági upp á eini 35 tons og samstundis fer tað at minka útlátið av vakstrarhúsgassum eini 110 tons um árið.
Tá ið Umhvørvisstovan góðkendi ætlanina, vístu tey á, at inntriv verða ikki gjørd í landslagið og lívfrøðiliga margfeldið í økinum.
Tað er samstundis ein treyt, at einki afturskin -reflektión- verður frá sólfangarunum og samstundis verður mett, at sólfangararnir fara at hava sera avmarkaða ávirkan á fuglin í økinum og á flog- og skipaferðslu.
Tey halda heldur ikki, at hetta fer at verða grannunum til ampa tí at vøllurin liggur oman fyri bygdina og sólfangararnr síggjast næstan ikki úr bygdini. Harafturat er vøllurin meiri enn 100 metur frá nærmastu grannum.
SEV heldur, at fótbóltsvøllurin í Sumba er sera væl hóskandi til endamálið, tí har fáa tey eina slætta fløtu, sum er klár at seta sólorkuverki á.
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##