Bummgjaldið skal tá lánið er afturgoldið

Marjus Dam
---
Tað var avtalan.
Sum løgtingsmaður var eg við til at arbeiða fyri at gera Vágatunnilin á sinni. Nógv kjak var um bummpeningin tá. Hetta var fyrsti tunnil, íð var gjørdur, har ein skuldi gjalda fyri at koyra ígjøg­num. Tað var púra greitt í løgtinginum, at tá lánið var niðurgoldið, skuldi parta­fe­lagið avtakast eins og bumm­peningurin.
M.a. tað gjørdi, at fleiri fólk settu búgv í Vágum.
Men nú ætlar Uni Dan­iel­sen og møguliga onkur ann­ar at seta ein stoppara fyri einari positivari gongd her vesturi eins og teir ætla at spenna bein fyri økinum norðanvert Leirvíksfjørð. Teirra skaðiliga ætlan má ikki eydnast. Vit mugu hava visiónir og byggja land, eisini vestanfyri og norðanfyri. 
Nú verður løgmaður Kaj Leo Johannesen í Sosialinum sagdur at taka undir við at vit skulu halda fram at gjalda. Eg tosaði fyri kortum við løgmann, har hann segði, at hann í einum svari til Poul Michelsen hevði ú­t­trykt seg óheppið og at bumm­peningurin sjálvandi skuldi avtakast tá lánið var niðurgoldið. Hann segði eis­ini, at politiskt var als ikki meiriluti fyri at krevja bumpeningagjald eftir at lánið var afturgoldið.
Eg velji at trúgva tí í Kaj Leo Johannesen, løgmaður, segði við meg. 
Annfinn Kalsberg, var løg­maður tá bæði Vága og Norð­oya tunnilin vórðu gjørdir. Hann sigur sum rætt er, at polit­iska avtalan var, at bumm­peningurin fall burtur, tá lánið var afturgoldið. Bæði fyri Vága og Norðoyatunnil.
Tí roknaðu fólk við at koma at gjalda í uml 15 ár. Og tað er har vit eru nú. Og so skal gjaldið burtur.
Nógv fólk hava sett bústað í Vágum, júst tí at m.a. bummpeningurin fall burtur um stutta tí. 
Tí eru úttalilsini hjá Una Danielsen beinleiðis landsskaðilig við tað at tey eru skaðilig fyri Vágar og Norðoyggjar.  
Bergur í Garði, sáli, ið eg tosaði við fleiri ferðir tey árini hann var nevndarformaður, var heilt greiður í síni útsøgn. At hølva lánið niður skjótast gjørligt, so ein slapp av við bummgjaldið.
Uni Danielsen tosar um hvat liggur í teim  politisku kortunum. Tað er ikki hans­ara uppgáva at tosa um polit­isk kort. Men at gjalda lánið aftur og síðan avtaka part­afelagið.
Eitt partafelag, í kostar nógv at reka.
Í mun til at viðlíkahald uppá 13 kr/ mánaða fyri hvønn bil. Tað kann krevjast inn í t.d. vegskatti. Tað gev­ur 5 milliónir krónur til við­líkahald av tunli og krevur onga umsiting.