ikki vera komnir á vøllin sálarliga, og einar tvær ferðir var TB um at fáa heilt góðar møguleikar. Men teir megnaðu ikki at taka av, og tá HB so fekk møgulelikan hinvegin, vóru teir nakað nógv meira avgjørdir [...] hálvleikin kom TB tó á talvuna, tá Dejan Tomic umsetti brotssparkið, sum Hans á Lag framdi móti TB, men lítla løtu seinni var munurin aftur trý mál. Uni Arge, sum annars ikki hevur spælt á besta HB-liðnum [...] Vildi væl til, so kundi Arge-maðurin eisini skorað enn einaferð, tá hann varð spældur mest sum elysur, men hetta var bara enn ein misnýttur møguleiki í dystinum, sum altso ikki hevið tað heilt stóra uppá seg
nýggi sjúkrahúsbygningurin varð tikin í nýtslu í fjør, var tað ikki bert ein flyting, sum fór fram, men eisini ein nýhugsan av virkseminum. Endamálið var at veita eina betri tænastu, og at hava effektivitet [...] áss til sjúklingar, sum skulu undir skurð, hevur verið ein vanligur fløskuhálsur á sjúkrahúsinum. Men við at leggja skurðviðgerðirnar til rættis sum dagviðgerðir verða nú upp til 40 sjúklingar skurðviðgjørdir [...] fyri sjúklingarnar, at hesir verða sendir heim - at kalla so skjótt, teir eru komnir á beinini aftur. Men sambært leiðandi yvirlæknanum á kirurgiska deplinum er tað ikki so. - Kanningar staðfesta, at sjúklingar
og varð av honum sendur til Ravenna í Italiu sum trúboðari. Har gjørdist hann fyrsti biskuppurin, men varð fyribeindur umleið ár 75 av uppøstum heidningum. 22. ella 23. juli byrja teir sonevndu Hundadagarnir [...] allar hundadagarnar. Í 16. øld fingu dagarnir latínska navnið Dies Caniculares (hundahvølpadagarnir), men annars verður hildið, at navnið gongur aftur til gamla Egyptaland. Um tað mundið, tá ið Sirius, Hu [...] døgg, fellur nú ríman - Tú lova mær at kristna Garsialand. Týdningurin av navninum Jákup er ókendur, men teir halda, at tað upprunaliga kemur av einum orði, ið merkir Guð verjir. Bíbilsku frásøgurnar siga
eitt miðal ár er gróðurin soleiðis 8,97. - Í fjør var gróðurtalið 10,6 og soleiðis væl yvir miðal, men í ár vísa mátingarnar, at talið bert er 6,98 ella tvey tøl minni enn eitt miðalár. Í 2002 var gróðurin [...] lítil; tá var gróðurtalið 3,6. Sjálvur hevði Eilif væntað, at talið fór at vera nakað yvir miðal í ár, men nú tikið er saman tær mátingar, sum Fiskirannsóknarstovan ger, er veruleikin ein annar. - Hetta er [...] hvussu lívfrøðiliga grundarlagið á landgrunninum er. - Eru gróðurtølini høg, gerst fiskurin feitur, men eru gróðurtølini lá yvir longri tíð, sæst hetta aftur í, at fiskurin verður meira rak sum frá líður
rrin, Tony Blair, sum er á sínum seinasta G8-fundi, segði í gjár, at tað ræður um at fáa USA við, men George W. Bush, forseti, hevur sagt, at hann skrivar ikki undir nakað, sum er bindandi fyri USA, uttan [...] leiðararnir um at tvífalda hjálpina til Afrika innan 2010. Hetta var eitt lyfti, sum veruliga vakti ans, men tíðin hevur víst, at leiðararnir hava havt ilt við at fylgja lyftinum. Einki av teimum átta londunum [...] Kosovo er eisini á skránni. USA og Evropa eru til reiðar at lýsa Kosovo sum eitt sjálvsstøðugt land, men tað vilja russar ikki. Miðeystur er á skránni á hvørjum G8-fundi og soleiðis eisini hesaferð, og helst
sett til sølu. Ætlanin var, at fólkakæri sangarin skuldi spæla konsertir í Føroyum í august 2005, men hesar konsertir vóru tá avlýstar. So fyri tey, ið tá gleddu seg til konsertina, kunnu nú endiliga uppliva [...] Bólkurin gjørdist best umtókti danski rokkbólkur í 70 árunum. Larsen skrivaði flestu løgini hjá bólkinum, men gav samstundis fløgur út sum einstaklingur. Í 1973, vórðu “Værsgo”, við Kim Larsen og “Gas 3” við Gasolin [...] við Gasolin og sum einstaklingur, at sleppa inn á amerikanska marknaðin við fløgum á enskum máli. Men hetta eydnaðist ongantíð. Í 1979 góvust Gasolin. 80 árini gjørdust sera góð fyri Kim Larsen. Hann gav
húsi - nógv stríð og strev, men altíð var mamma ljós í sinni, og tí var eisini lætt og ljóst inni. Hentleikar vóru ongir av tí slagnum, sum í dag gera alt arbeiði lættari. Men mamma hevði altíð stundir til [...] ára gomul, tá pápi hennara doyði. Tað var tungt hjá ommuni at syrga fyri hesum stóra barnaflokki, men var tað ein stór hjálp at tann elsti sonur hennara var farin til skips og tí kundi hjálpa til við
higartil størsta aktuella tónleikanavnið, ið nakrantíð hevur verið í Føroyum, sambært fyrireikarunum. Men á ein ella annan hátt, so var tað okkurt, sum treyt. Kanska eitt høvuðsnavn aftrat. Ikki tí; góður [...] Petur Bén og fleiri onnur vóru ein stór fragd at hoyra og borgaðu fyri høgari tónleikaligari góðsku. Men sammetir tú við undanfarin ár, var í so gott pláss á sandinum. Meðan tey bæði størstu nøvnini, Natasha [...] Hetta er galdandi fyri allar festivalar og øll tiltøk, ið ríka føroyska tónleikalívið. So er tað sagt. Men okkurt sigur mær, at vónirnar um tíggju túsund vitjandi ikki hava verið uppfyltar, og at talið á gestum
nógvum skaðum. Jón Rói Jacobsen megnaði at koma fyri seg aftur eftir krossbandsskaða nummar tvey, men hann var plágaður av øðrum skaðum, og Súni Olsen var eisini fleiri ferðir uttanfyri orsaka av skaðum [...] eiga verjukenda miðvallarplássið. Tríggir spælarar kappast um plássið. Súni Olsen er ein av teimum, men leygardagin var ein annar enn hann millum teir fyrstu ellivu, og tað er sannlíkt, at Súni eisini í [...] støðan var 1-1, og AaB var undirmannað, var um reppið, at Jón Rói við høvdinum skoraði sigursmálið. Men bólturin brast í tvørtræið. Um Jón Rói í annaðkvøld verður millum teir fyrstu ellivu hjá AaB, so kunnu
hálva tíman av dystinum á Eiðinum sunnudagin leikaði javnt á. Bæði liðini høvdu hálvar møguleikar, men veruliga vandamikið gjørdist tað tó ongantíð. Eftir hálvan tíma fær VB hornaspark, og verjuleikarin [...] roynd at svara aftur, og teir høvdu ein møguleika at minka til 3-1 heilt tíðliga í seinna hálvleiki, men Bjarni í VB-málinum bjargaði í tí støðuni. Hóast VB var frammanfyri við trimum málum var neyðugt at [...] dysturin í roynd og veru liðugur. Jón Johannesen fekk minkað um munin við einum sera vøkrum máli, men tað mundi vera lítil troyst hjá tvøramonnum, sum fóru norðaftur við enn einum lemjandi tapi. Hetta