VB stevnir uppeftir

Eftir trivaliga sigurin á grannunum fyri norðan hevur VB lagt eina fjarstøðu niður til botnliðini. TB hevur innanfyri fýra dagar tapt tvær týðandi botnuppgerðir

VB lat ongantíð nakran iva vera um, hvat besta liðið í Suðuroynni er í løtuni. Við einum 5-1 sigri eru vágbingar eisini farnir at draga frá hinum liðunum í botnstríðnum.

Trý skjót mál
Fyrsta hálva tíman av dystinum á Eiðinum sunnudagin leikaði javnt á. Bæði liðini høvdu hálvar møguleikar, men veruliga vandamikið gjørdist tað tó ongantíð.
Eftir hálvan tíma fær VB hornaspark, og verjuleikarin Anders Sørensen er hægstur og høvdar bóltin í netið til 1-0.
Hetta tók pippið frá tvøramonnum, og teir mistu fullkomiliga tamarhaldið á dystinum. Símun Samuelsen fekk tvey mál innanfyri stutta tíð, og so var 3-0 til VB.
Bæði málini vóru rættiliga lík. VB fangaði bóltin á TB-hálvuni, og so var Símun sendur skjótt avstað, og dagsins maður hjá VB var ósvitaliga tryggur, tá hann fekk møguleikan. Nú er Símun farin til Íslands at royndarvenja við Keflavík, og tað verður ein stórur smeitur fyri VB, um tann ungi áleyparin endar íslendsku deildini.

VB bindur um
TB gjørdi hóast alt eina roynd at svara aftur, og teir høvdu ein møguleika at minka til 3-1 heilt tíðliga í seinna hálvleiki, men Bjarni í VB-málinum bjargaði í tí støðuni.
Hóast VB var frammanfyri við trimum málum var neyðugt at binda um heilan fingur fyri ikki at missa kalvan á stokkinum.
Fyrst økti Dan Djurhuus til 4-0, áðrenn Milan Kulic fekk tað fimta málið, og so var dysturin í roynd og veru liðugur.
Jón Johannesen fekk minkað um munin við einum sera vøkrum máli, men tað mundi vera lítil troyst hjá tvøramonnum, sum fóru norðaftur við enn einum lemjandi tapi. Hetta er triðju ferð í ár, at TB letur fimm ella fleiri mál fara ígjøgnum.
Móti endanum av dystinum fekk Aca Petrovic beinleiðis reytt kort. Hann sendi ein alboga í høvdið á Súna úr Hørg, og dómarin bar eyga við hendingina, og so var eingin náði víst.
Fyrra dystin millum VB og TB, vunnu tvøramenn 1-0 við máli, sum Larby skoraði. Hetta var sostatt eitt gott høvi hjá vágbingum at siga takk fyri síðst.

TB í trupulleikum
Eftir at TB eitt skifti lá miðskeiðis á stigatalvuni er aldursforsetin aftur farin at dragna í botninum. TB hevur bert fingið tvey stig seinastu átta dystirnar, og tað burdi fingið alarmin í gongd á Tvøroyri.
TB kann tó ugga seg við, at liðið hevur sjey heimadystir av teimum seinastu tíggju dystunum, ið standa fyri framman. TB hevur staðið seg væl á heimavølli, og tað kann vera bjargingin hjá TB í fremstu deildini.
Tveir teir næstu dystirnir eftir steðgin vera júst ímóti ÍF og KÍ, ið eru argastu kappingarneytarnir í botninum á deildini. Hesir dystirnir fara sjálvsagt at hava alstóran týdning í niðurflytingarstríðnum.
Hjá VB peikar pílurin hinvegin uppeftir, og teir hava staðið seg væl síðan nýggi venjarin tók við.