40 sjúklingar um vikuna

Nýggja Landssjúkrahúsið er vorðið munandi effektivari. Sjúklingarnir verða innlagdir í styttri tíð, eins og bíðilistin minkar alsamt.  Kanningar vísa eisini, at sjúklingar koma skjótari fyri seg, tess fyrri teir koma út úr sjúkrahúsumhvørvinum, sigur Jóan Petur Davidsen, leiðandi yvirlækni.

Havn: Ein stórur fyrimunur fyri tann einstaka sjúklingin.
Tað kann av sonnum sigast um virksemið í nýggja sjúkrahúsbygninginum, sum var tikin í nýtslu í fjør.
Meðan sjúklingar áður kundu liggja inni á sjúkrahúsinum í longri tíð, verður í dag størri orka løgd í, at sjúklingarnir koma út aftur sama dag.
Fyrimunir teirra eru, at teir nú fáa styttri sjúkralegu, og í øðrum lagi eisini styttri bíðitíð eftir sjálva skurðviðgerðina.
Meðan ein ta fyrst tíðina kundi taka í miðal 26 dagskurðsjúklingar inn hvørja viku, fara í framtíðini at koma 40 sjúklingar.
- Áðrenn hesa umskipingina vórðu hesir sjúklingar innlagdir í meiri enn eitt samdøgur ella meiri. Nú er hetta broytt til skurðviðgerðir sum dagsverk.
- Hetta ger longu mun, og vit fara uttan iva eisini at síggja hetta aftur á bíðilistanum, sigur Margretha Petersen, deildarleiðari á G1 í ársfrágreiðingini um virksemið á Landssjúkrahúsinum í fjør.

Umlegging við góðum úrsliti
Tá nýggi sjúkrahúsbygningurin varð tikin í nýtslu í fjør, var tað ikki bert ein flyting, sum fór fram, men eisini ein nýhugsan av virkseminum. Endamálið var at veita eina betri tænastu, og at hava effektivitet fyri eyga.
Ein avleiðing var, at stórir partar av skurðviðgerðunum vórðu lagdar um til dagviðgerðir, soleiðis at sjúklingarnir møta á sjúkrahúsinum, og verða viðgjørdir og fara heim aftur ein og sama dag.
Sigast kann tí, at umleggingin hevur givið Landssjúkrahúsinum eina effektivari nýtslu.
Vantandi seingjarpláss til sjúklingar, sum skulu undir skurð, hevur verið ein vanligur fløskuhálsur á sjúkrahúsinum.
Men við at leggja skurðviðgerðirnar til rættis sum dagviðgerðir verða nú upp til 40 sjúklingar skurðviðgjørdir um vikuna, uttan at upptaka seingjarpláss í kvøld- og náttartímunum.

Koma skjótari fyri seg
Tað kann í fyrstu syftu tykjast sum ein verri tænasta fyri sjúklingarnar, at hesir verða sendir heim - at kalla so skjótt, teir eru komnir á beinini aftur.
Men sambært leiðandi yvirlæknanum á kirurgiska deplinum er tað ikki so.
- Kanningar staðfesta, at sjúklingar koma skjótari fyri seg eftir eina skurðviðgerð, um teir koma skjótt burtur úr sjúkrahúsumhvørvinum, sigur Jóan Petur Davidsen, leiðandi yvirlækni í ársfrágreiðingini.
Hetta er somuleiðis ein veruleiki, sum Margretha Petersen kennir aftur frá sínum dagliga arbeiði. Hon er tí ikki í iva um, at nýggja skipanin er ein fyrimunur.
- Tað hevur kravt nógva tilvenjing, bæði fyri starvsfólk og fyri eldru sjúklingarnar, sum eru vanir við at verða liggjandi á sjúkrahúsinum eftir lokna viðgerð.
- Hóast tað kundi vera eitt sindur tungt í byrjanini, hevur tað gingið væl, sigur Margretha Petersen, sum eisini upplivir ein beinleiðis eftirspurning eftir dagskurðviðgerðum millum teir yngru sjúklingarnar.
Yngru sjúklingarnir hava verið fegnir um umleggingina til dagskurðviðgerðir, tí teir vilja helst sleppa undan innlegging. Teir hava hvørki hug ella tíð at liggja á sjúkrahúsinum.