Virksemið í samfelagnum er vaksið hesi seinnu árini. Eisini byggivirksemið. Hús verða nú aftur bygd eftir at tað næstan lá heilt stilt í nøkur ár. Men tað er kortini langt frá í sama mun sum fyri 10 árum [...] bara sethús, sum Norðsetur ger. Onkur smærri virki hevur fyritøkan gjørt, og teir eru júst lidnir við ein 300 m2 stóran skrivstovubygning til Fiskaaling við Áirnar. Arbeiddu uttanlands Tær ringu tíðirnar í
meir ella minni í stilli. Men nú tikist rákið at vera vent, og tað rekur rættiliga hart fyri tíðina, eins og tað ofta ger í Sundalagnum. ? Vit vildu gera nakað fyri at fáa lív í felagið aftur, sigur Jákup [...] staðnum hava møguleika at koma inn og taka lut í tí, sum bjóðast inni í húsinum. Streymahúsið verður á ein hátt sum eini bygdarhús. Millum annað verða ymisk spøl inni í húsinum, og tað verður møguleiki at hugna [...] Borðtennis venja vit á skúlaloftinum. Borðini standa altíð uppi, og umstøðurnar eru sera góðar har ? ja, kanska nakrar av teimum bestu í landinum. Venjingarnar fara at halda áfram á skúlaloftinum, og verða ikki
fólki at ríma frá. Lýst verður nærri seinni, hvar ein kann boða frá luttøku, um ein ynskir at sleppa við. Hvør ferð kostar 250 krónur og tá er eisini ein máltíð í bygdahúsinum í Tjørnuvík aftaná túrin í [...] út í Stakkin tikin í nýtslu. Tað var ein lítil bólkur av dønum, sum fyrst royndu nýggja kassan. ? Kassin er nakað størri. Benkur eru á hvørjari síðu á kassanum, og ein stong er sett mitt í, so fólk kunnu [...] nýttur. Á fyrru ferðini var bara ein lítil bólkur á umleið 15 fólk, men á seinnu ferðin vóru 80 fólk við. Tað hava verið útlendingar í báðum førum. ? Tað er ikki eins lætt at fara við útlendingum út í
oynna. Endin varð so, at savningarstaðið bleiv inni í dalinum í Trongisvági. Men tað var bara ein fyribils loysn av tí at frárenslið gekk út í ánna og tað góðtók Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki. [...] kann væl vera, at bingjuplássið einaferð verður til fortreð fyri annað, vinnuligt virksemið, sum kanska einaferð fer at taka seg upp í brotinum. Hann sigur m.a., at tað eru longu tvær fyritøkur, sum hava [...] har er nógv pláss eftir og har kunnu fleiri virkisbygningar standa. Einaferð var talan um at gera ein fótbóltsvøll í grótbrotinum. Men hann rúmtist ikki í grótbrotinum og tí skuldi so nógv spreingjast
At ruskbingjurnar í teimum ymsu bygdunum standa tætt við, har fólk býr, er bara ein fyrimunur. Heilsufrøðiliga Starvsstovan vil ikki geva teimum fólkum viðhald í bingjukrígnum á Tvøroyri, sum harðliga [...] Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ikki geva teimum rætt í. Jacob Pauli Joensen, sigur tvørturímóti, at tað er ein fyrimunur at hava bingjuplássini beint við, har fólk býr, tí tá verður ábyrgdarkenslan størri av at [...] Trøllavíkar. Men tað var ikki so nógv tí at vætan frá plássinum rann í áina, hóast tað eisini var ein orsøk - har er hvørki kloakk, ella streymasjógvur. Jacob Pauli Joensen sigur, at Starvsstovan heldur
byggja nýmótans fiskiskip á skandinaviskum støði í Kina fyri ein munandi bíligari kostnað - upp til eini 30 - 40% bíligari enn skip kunnu verða bygd fyri í t. d. Pólandi og Spaniu, sigur Álvur Mortensen. S [...] byggimarknaðan, sigur Álvur Mortensen á meklaravikinum. ? Í hesum sambandi skal nevnast, at tað er ein veruleiki, at alt fleiri reiðarar í Europa velja at byggja í Kina í dag. Sum dømi kann upplýsast, at [...] skipabyggingini. ? Við hesi stýring av bæði tekniskum og praktiskum slag, kunnu vit tryggja føroyingum ein nýbygning úr Kina á hægsta tekniska støði, við einum kvaliteti, sum ikki liggur aftan fyri tann, ið
treytirnar um 2% kostnaðin aftur galdandi. Eisini á bygd Nýggja sethúsasølan byrjar sum longu greitt frá í Havn, men ætlar sær við tíðini at fara út á bygd eisini. Tá Sparikassin eigur felagið, so er sjálvsagt [...] bjóða kundum sínum at gera eina bústaðarlýsing. Henda bústaðarlýsing verður gjørd á tann hátt, at ein byggikønur maður kannar ognina úr enda í annan. Aftaná skrivar hann eina frágreiðing, sum verður løgd [...] sparikassin eigur P/F Inni. Tað verða seld eini 200 hús um árið í Føroyum og nýggja felagið ætlar sær ein patr av hesum. Leiðslan í nýggja felagnum vil ikki út við hvat málið hjá teimum er, men verður mett
Tað er ein knallhørð kapping millum peningastovnarnar í Føroyum. Kundagrundarlagið er ikki so ógvusliga stórt og teir eru, eftir útlendskum mátistokki, nógvir í tali. Higartil hevur tað verið so, at bankin [...] bankin (fyrr bankarnir) høvdu deildir í hvørjari bygd - næstan í hvussu er. Sparikassarnir harafturímóti hava samstarvað so mikið væl innanhýsis, at teir ikki hava havt deildir á økinum hjá hvør øðrum. [...] Sparikassi hava havt deildir í ávíkavíst Klaksvík, Leirvík, Vági og Porkeri. Men innan stutta tíð kemur ein broyting á hesum øki. Suðuroyar Sparikassi til Havnar Suðuroyar Sparikassi, sum annars bert hevur hildið
fyri Suðuroynni at fáa eina útgerðarhavn, hví so ikki lata teir hava hana? -Tað er ein fyritøka í Havn og haraftrat ein føroysk fyritøka, sum spyr Tórshavnar Býráð um hon kann leiga eitt øki til útgerðarhavn [...] at Tórshavnar Kommuna sær fegin, at Sund verður brúkt til framtíðar oljuútgerðarhavn. Her liggur ein deyð íløga fyri meira enn 50 mill. kr. og hana vilja vit fegnir hava lív í sigur Leivur Hansen, bý [...] brúka sigur hann og leggur aftrat, at politikararnir eiga ikki at leggja seg út í spurningin, hvar ein útgerðarhavn skal liggja. Býráðsformaðurin í landsins størstu kommunu sær stórar møguleikar í verkætlanini
dystirnar, men teir hava allir verið rímiliga javnir, og størsti kekkiski sigurin var upp á 4-0. Kanska ein ábending um, at kekkiskur fótbóltur hóskar væl til tann føroyska. Vágbingarnir eru sum vera man [...] Sum skilst er hetta fyrstu ferð í eini tíggju ár, at hann er skaddur, og harafturat hevur hann verið ein tann spentasti av øllum VB-arunum, so tað kundi ikki verið verri. Allir hinir eru klárir til stóru [...] viku fekk VB grønt ljós frá UEFA um, at dysturin kann spælast á grasvøllinum í Hvalba, og tað var ein stórur bati fyri vágbingar, sum uttan iva kenna seg meira heima í Hvalba enn á Toftum. Einasta treyt