Ruskplássið er flutt eftir kravboðum úr erva

So leingi gamla grótbrotið ikki verður brúkt til nakað annað, heldur hann, at ruskplássið liggur væl har, sigur Dánjal av Rana, formaður í teknisku nevnd í Tvøroyrar Býráð

­ Vit høvdu einki val. Heilsufrøðiliga Starvsstovan vildi ikki lata okkum sleppa at varðveita ruskplássið inni í Trongisvági.

Dánjal av Rana, formaður í teknisku nevnd hjá Tvøroyrar Býráð, sigur, at tað var ikki við sínum góðum vilja, at Tvøroyrar Býráð gjørdi av at flyta ruskbingjurnar hjá IRF av plássinum inni í dalinum í Trongisvági, út í grótbrotið Undir Akursgerði.

Hann sigur, at tað var Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum kravdi, at kommunan flutti ruskplássið.

­ Tað komst av tí, at vætan, sum setti frá bingjunum, dálkaði umhvørvið ov illa við tað. at hon rann í ánna inni í dalinum - hóast tað er lítið, sum rennur frá tí.

Sum sagt í Sosialinum í gjár, eru nógv tvørafólk sera misnøgd við at Býráðið hevur gjørt av flyta ruskbingjurnar heilt innan úr dalinum í Trongisvági út í grótbrotið undir Akursgerði, einar 100 metrar frá kirkjugarðinum, einar 100 metrar frá fótbóltsvøllinum og eina 40-50 metrar frá nærmasta sethúsaøki.

Tey halda at tað er óetiskt at leggja eitt ruskpláss í einum øki, har so nógv fólk heldur til dagliga.

Tey eru m.a. bangin fyri at vansarnir verða stórir, eitt við lukti, skaðafugli og rottu, umframt at tað avgjørt ikki er eitt prýði fyri eygað.Tey hava savnað einar 50 undirskriftir frá fólki í grannalagnum, men tað hevur ikki rinið við býráðið.

Tí fara tey nú undir eina meiri umfatandi innsavning av undirskriftum í allari kommununi, har ið fólk kunnu gera vart við seg og vísa sína ónøgd við umhvørvispolitikkin hjá Tvøroyrar Býráð.


Gekk trupult

Tað eru nú nøkur ár síðani at Ruskskipanin hjá IRF varð sett í verk og at flest allar kommunur - um ikki allar - fingu eina skipan, har ið fólk kundu sleppa av við burturkast í bingjur, sum vórðu settar upp á ávísum støðum í hvørjari kommunu.

Formaðurin í teknisku nevnd sigur, at upprunaliga var tað sera trupult hjá IRF at finna savningarstað fyri alla oynna.

­ Endin varð so, at savningarstaðið bleiv inni í dalinum í Trongisvági.

­ Men tað var bara ein fyribils loysn av tí at frárenslið gekk út í ánna og tað góðtók Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki.

­ Savningarstaðið má liggja út til streymasjógv, tí ymisk væta setir úr ruskinum og tað má kunna beinast burtur út á sjógv

­ Táið bingjuskipanin hjá kommuni kom, stóðu bingjurnar eitt skifti niðri á havnalagnum, og eitt skifti stóru tær við TB-húsið.

­Men kommunan helt, at tað vóru ikki hóskilig støð og settu tí eisini bingjurnar inn til savningarstaðið hjá IRF.

­ Tá ið tað so kemur har til, at savningarstaðið hjá IRF fyri alla oynna verður flutt úr dalinum, út í Trøllavík, mugu tær kommunalu bingjurnar eisini flytast eftir kravi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

­ Vit spurdu um kommunan ikki skundi sleppa at hava bingjurnar standandi inni í dalinum um tað bleiv hampað og gjørt rundanum.

Men tað vildi Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki.


Er ov langt burtur

Dánjal Av Rana sigur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðaði kommununi frá, at fann hon onki hóskandi stað til tær kommunalu ruksbingjurnar, kundu hon sleppa ætlanini og at vísa fólki til savningarstaðið fyri alla Suðuroynna í Trøllavík.­ Men kommunan hevur ikki viljað sett bingjurnar inn á savningarstaðið í Trøllavík.

Dánjal av Rana sigur, at kommunan hevur ikki roynt at fingið avtalu við IRF um at lata tær kommunalu bingjurnar standa á savningarstaðnum inni í Trøllavík.

­ Tað halda vit er ov uttanhandað og ov langt og ov dýrt hjá fólki at koyra við ruskinum, sigur hann.

­ Síðani samtykti býráðið einmælt at seta bingjurnar í grótbrotinum, sum er eitt stórt øki, sum annars ikki verður brúkt til nakað.

Dánjal av Rana sigur, at bingjurnar standa væl har, so leingi grótbrotið ikki verður brúkt til nakað annað.

Hann heldur ikki, at vansarnir við bingjuplássinum eru nakað at tosa um.

­ Tað ber væl til at halda økið rundanum bingjurnar reint og nossligt, so at einki fortreð skuldi staðist av skaðafugli ella -dýrum.

Kommunan hevur sett mann at røkja bingjuplássið.

­ Somuleiðis hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan góðkent ætlanina.

­Men tað skerst ikki burtur, at grótbrotið er eitt gott stykki, sum kann brúkast til mangt og hvat.

­ Tað kann væl vera, at bingjuplássið einaferð verður til fortreð fyri annað, vinnuligt virksemið, sum kanska einaferð fer at taka seg upp í brotinum.

Hann sigur m.a., at tað eru longu tvær fyritøkur, sum hava leigað stykki í grótbrotinum.

­ Men har er nógv pláss eftir og har kunnu fleiri virkisbygningar standa.

Einaferð var talan um at gera ein fótbóltsvøll í grótbrotinum.

­ Men hann rúmtist ikki í grótbrotinum og tí skuldi so nógv spreingjast burtur, at tað hevði blivið nógv dýrari enn nakar hevði hugsað sær, Tí varð tann ætlanin slept.

Dánjal av Rana leggur afturat, at ongar ítøkiligar ætlanir við økinum